Skip to main content

Jólatema

Tilfar og uppgávur til undirvísing í desember.

Kom og hygg

Temasíða um jólini

Vælkomin til jólasíðuna á Snar – eitt savn av barnavinarligum tilfari til desember, har læring og hugni ganga hond í hond. Her finnur tú millum annað undirvísingargongdina “Hvít jól” til Náttúru og tøkni, har næmingarnir nema sær kunnleika um kava og gera síni egnu modell av ískrystallum. Her er eisini yvirlit yvir flokssett í Námi og leinki til minnislepa á MíttCFU, sum bókavørðururin í Námi, Lis í Jákupstovu hevur gjørt.

Tilfarið er bólkað í greið evni, so tit lætt finna tað, tit leita eftir:

  • Ítriv: hugskot og vegleiðingar til verkligar uppgávur.
  • Leikir: til jólasýningar og framførslur í skúlum ella stovnum.
  • Sangir: við uppgávum og nótum.
  • Uppskriftir: til hugnaligar, jólaligari løtur.
  • Komið og roknið: talgildar, jólaligar GeoGebra-uppgávur og telduspøl.
  • Jólakotur: ein skjót og stuttlig leið at royna at forrita saman á talvuni og fáa ein feril av hvat kota er - ella hvat hon ger.
  • Jól og føroyskt: við tilfari til undirvísing í føroyskum.

Vit vóna, at síðan ger tað lætt at leggja til rættis bæði lærandi og hugnaligar løtur í adventini – og at hon kann geva íblástur, sum varir longur enn jólamánaðin.

Hesar jólaligu bøkurnar kunnu lænast sum floksset.

Lærarar kunnu brúka mitCFU til at finna spælifilmar og stuttfilmar, sum kunnu nýtast í jólaundirvísingini. Rita inn og leita t.d. eftir jul, julefilm ella christmas.

Hendan leinkjan vísir eitt dømi um eina leiting inni á pallinum:  Minnislepi við filmum, har jól er eitt av evnisorðunum.

Undirvísingargongd á fakportalinum um kavaflykrur og ískrystall.

Hesin kaledarin hevur beinleiðis leinki til ymiskt, sum er á jólasíðuni. Hann er til næmingar í 4. flokki, men kann eisini verða brúktur til tey yngstu.


Prei: Tit kunnu sjálvi tillaga jólakalendaran inni á Thinglink. Rita inn, ger ein “klon” og tillaga, sum tær lystir.

Uppgávurnar í kalendaranum samsvara við Rokning Hálv- og heilársroynd til 3. flokk.

Kendu styrkispølini eru nú løgd út í nýggjari jólaligari útgávu. Vit ynskja øllum eini styrkilig jól.

Endamálið við tilfarinum er at hjálpa næmingunum at finna, skilja og menna sínar styrkir, og á hendan hátt leggja eitt dygt grundarlag fyri bæði persónligari menning og fakligum framburði.

Snar hevur goymt seg ymsastaðni á jólasíðuni. Dugir tú at finna útav hvussu nógvir Snar-hundar eru á Snar? 

Hjálp okkum at finna Snar - og send okkum svarið við hesum útfyllingarblaðnum.

 

Jólahundur við niðurteljing
Jólahundur
Bara 00 dagar, 00 tímar og 00 minuttir eftir.

Yvirlit yvir evni á jólasíðuni

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir øll evnini á síðuni, so tú lætt kanst finna ítriv, undirvísing og íblástur til jólamánaðin.

Ítriv

Her hava vit savnað ymisk ítriv og uppgávur, sum kunnu verða brúkt í undirvísingini í desember.

Leikir

Á hesari síðuni eru ymsir gamlir føroyskir sjónleikir, sum egna seg væl til jólaframførslur í skúlum og stovnum.

Sangir

Her hava vit savnað jólaløg úr Barnasangbók Føroya - og gjørt uppgávur til sangirnar á síðuni. Eitt sanghefti við nótum er á síðuni - og harumframt eru tvær fittligar sangfyrisagnir og ein funka, sum kann gera fyrisagnir.

Uppskriftir

Á síðuni er eitt nýtt hefti við barnavinarligum jólauppskriftum, og hitt góða gamla heftið frá LMS. 🥞

Komið og roknið

Ymsar jólaligar Geogebra uppgávur. Jólaklipp og ein rokniprentari, sum prentar jólaligar rokniuppgávur.

Jól og føroyskt

Ymsar uppgávur til føroysktundirvísingina í fólkaskúlanum. Nýggjar og gamlar.

Jólakotur

Á hesari síðuni kanna vit kodur. Tit kunnu hyggja at og lesa ymsar kodur á skerminum, og so royna at broyta kodurnar í felag í flokkinum. Oyðileggja tit koduna, so byrja tit bara umaftur. 👩‍💻

Nýtt á jólasíðuni í ár - Jól 2025

Tvær fittligar litbøkur eru lagdar afturat jólatilfarinum í ár. Vit hava eisini nøkur nýggj jólaspøl, nakrar Thinglink myndir við spurningum og eitt nýtt hefti við barnavinarligum uppskriftum. Harumframt hava vit gjørt ein Thinglink jólakalendara, sum slóðar beinleiðis til úrvalt tilfar her á temasíðuni. 

Vælgagnist – og góðan arbeiðshug í adventini! 💝