Javnrættindi
Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina.
Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.
Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.
Aðalorðaskifti um javnstøðu
Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í javnstøðumálum, sigur, at tað er neyðugt at fremja átøk, ið tryggja, at vit liva upp til altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til, umframt at vit endurskoða og dagføra javnstøðulógina, sum skjótt hevur 25 ár á baki. Tí skipar hon fyri fyrsta aðalorðaskifti á Tingi um hetta mál.
Her er innbjóðingin til Løgtingið
Landstýriskvinnan og hennara embætisverk hava eisini gjørt ein faldara og eina virksemisætlan til høvið.
Kærkomið orðaskifti
Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini, sigur við Kringvarpið, at tað er í tøkum tíma, at fyrsta orðaskifti nú verður í Løgtinum um javnstøðupolitikk í Føroyum.
Demokratia kannar val av kvinnum og monnum
Fyri Demokratia hevur Gallup gjørt eina kanning av hugsjónum um javnstøðu.
522 fólk, sum eru 18 ár og eldri, eru spurd frá 19. desember í 2017 til 3. januar í 2018 um, hvussu tey hava valt.
Demokratia boðar frá, at tey eru farin undir at arbeiða við kanningini, og fara at brúka úrslitini at leggja ætlan fyri arbeiðið í ár.
Undirvísingarupplegg
Valrættur og valbæri í 100 ár
28. apríl í 1916 fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting.
- Hetta varpaði Demokratia ljós á við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum 30. apríl í 2016, har fyrilestrar vóru at hoyra, umframt ymiskt undirhald og pallborðsorðaskifti, sigur Marna K. Jacobsen, ið er forkvinna í Demokratia.
- Við hesum tiltakinum vóna vit at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti. Tá kommunuval verður, fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp til kommunustýrini. Vónin er, at tað skal vera líka natúrligt at velja kvinnu sum mann í kommunustýrini í landinum, sigur Marna.
Demokratia er sett saman av umboðum fyri politisku flokkarnar, Kommunufelagið, Javnstøðunevndina og Kvinnufelagasamskipan Føroya.
Umframt Marnu K. Jacobsen, sum umboðandi Kvinnufelagasamskipan Føroya er forkvinna, eru hesir limir í Demokratia: Kristina Gry Berg, Tjóðveldi, Súsanna Køtlum, Framsókn, Petur Martin Hansen, næstformaður, Javnaðarflokkurin, Sunniva Bjarnastein, Fólkaflokkurin, Lasse Klein, Sjálvstýrisflokkurin, Rani A. Skaalum, Miðflokkurin, Petra Iversen, Sambandsflokkurin, Lív Patursson, Javnstøðunevndin og Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, Kommunufelagið.
Minkandi kvinnuumboðan
Á heysti í 2016 var bý- og bygdaráðsval í Føroyum. Kvinnur og menn stillaðu upp, og øll við valrætti høvdu høvi at velja, hvør skuldi stýra teimum 29 kommununum næstu 4 árini.
- Sæð við javnstøðubrillum var bý- og bygdaráðsvalið í 2012 ein sorgarleikur, sigur Ólavur Ellefsen, nývaldur formaður í javnstøðunevndini.
Kvinnur vóru valdar í 28% av teimum 203 sessunum kring landið, og hetta var ein afturgongd samanborið við 2008, tá talið var 30%. Málið er, at tað skulu vera 50% av hvørjum kyni í bý- og bygdaráðum, eins og í løgtingi og landsstýri.
Í ár eru 108 ár síðani, at kvinnur á fyrsta sinni kundu velja og høvdu rætt at blíva valdar á kommunuvali, men framvegis er langt eftir á mál.
- Lítla kvinnuumboðanin kostar okkum nógv. Umframt at vera órættvíst, rinda vit dýrt við vantandi fjølbroytni, óbrúktum talenti, og einum samfelag, sum tilvitað ella ótilvitað styggir kvinnur burtur, sigur Ólavur. Hetta má bøtast um, ongantíð ov skjótt.
Javnstøðunevndin virkar undir Føroya Landsstýri og skal:
- hava eftirlit við, at javnstøðulógin frá 1993 verður hildin,
- vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, og
- geva tilmæli í javnstøðumálum
Í javnstøðunevndini eru: Ólavur Ellefsen, formaður, Lív Patursson, Súsanna Olsen, Niels Winther og Guðrið Joensen.
Stríðið um valrætt fyllir 100
Stríðið um valrætt til kvinnur byrjaði í Havn
Í 2009 hátíðarhelt Tórshavnar kommuna hundrað ár við virkandi kommunalum fólkaræði. Sjey ár seinni, í 1916, fingu kvinnur og ognarleys eisini høvi at velja á løgtingsvali.
Demokratia peikar á teg!
Ársins lýsing er um kvinnur í politikki
Felagið Føroysk Marknaðarfólk hevur valt sjey lýsingar at kappast um heiðurin sum ársins prentlýsing í 2015. Demokratia vann atkvøðugreiðsluna, har 1400 fólk tóku lut. Lýsingin sæst við at trýsta á søguligu myndina omanfyri, har bretski lord Kitchener vil hava hermenn við í fyrsta Verðaldarbardaga.
Bara 25 kvinnur í 100 ár
Sosialurin hevur skrivað nógv um javnstøðu og kvinnur á tingi. Nú 100 ár eru liðin síðan kvinnur fyrstu ferð sluppu at velja til løgtingsval, hevur Sosialurin varpað ljós á hetta søguliga tíðarskeið.
- Hóast valrætt í 100 ár, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landstýrisfólk, sigur Sosialurin í søguligari yvirlitsgrein 26. februar í 2016.
Í sama blaði eru eisini samrøður við kvinnur í politikki og vinnulívi í dag.
Dømd fyri at vera kvinna
- Eg skilji ikki, hví hárið fær fleiri viðmerkingar, enn tað eg sigi. Eingin sigur nakað um klæðini hjá Finni Koba, men eg fái viðmerkingar um neglalakkið.
Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum við Sosialin. Hon merkir, at munur verður gjørdur á kynunum.
- Vit mugu tora at bjóða okkum framat og taka við teimum tungu sessunum. Tað er gott, at vit hava ein kvinnuligan fíggjarmálaráðharra, men hví hava vit aldrin havt ein kvinnuligan fiskimálaráðharra, spyr Liljan Weihe.
Menn vinna meira í løn enn kvinnur
Hóast tað er nærum eins nógvar kvinnur sum menn á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, at tað er ein munur í lønunum hjá kynunum.
Lønargjaldingarnar vísa nevniliga, at menninir vinna 60 prosent av lønini, meðan kvinnurnar vinna 40 prosent.
Føroysk søga 2
Emmeline Pankhurst: Hetta er frímerkið hjá Postverki Føroya, sum í 2011 lýsir Emmeline Pankhurst. Frímerkið er mynd í bókini Føroysk søga 2, sum er ætlað at brúka í søgu í 8. flokki. sBókin viðgerð føroyska søgu frá 1900. Hesin kapittul er um altjóða rákið, tá kvinnur úti í heimi krevja valrætt. Høvundur er Jóan Pauli Joensen. Trýst á frímerkið at lesa tekstin í sBókini.
Tvey kyn, ymsar støður
Til miðnám: Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið út Javnstøða: Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum.
sBókin er skipað í sjey ymisk evni: íbúgvaviðurskifti, barnsburðarviðurskifti, at liva og doyggja, familjur og hjúnaskilnaður, útbúgving, arbeiðsmarknaður og inntøkubýti. Endamálið er at vísa, hvussu ymisk øki í dagsins samfelag hava ymiska ávirkan á kynini.
Heimssøga
Valrættur hjá konufólkum: Heimssøga er bókarøð hjá Námi, sum er ætlað 7.-9. flokki í søgu. Í triðju bókini verður tíðin frá 1900 til í dag viðgjørd, og á síðunum 20 - 23 verður greitt frá, hvussu kvinnurnar í Bretlandi stríddust fyri valrætti og javnstøðu millum kvinnur og menn.
Síðurnar kunnu takast niður her.
Bókarøðin hevur eisini eina heimasíðu á Snar. Her ber eisini til at hoyra bókina lisnað upp.
Rætt og rangt
Til grunddeild: Bókin, sum er til grunddeild, greiðir frá grundreglunum um mannarættindi. Dentur verður lagdur á at kunna um, hvørji grundleggjandi moralsk hugtøk í veruleikanum hava elvt til, at Heimskunngerðin um mannarættindi kom í lag, og hvørja ávirkan hon higartil hevur havt. Bókin byrjar við hendingum, sum allir næmingar kenna, og endar við tí, sum øll menniskju hava rætt til. Í bókini eru uppskot til evni at práta um og uppgávur at arbeiða við.
Tíðarlinja um javnrættindi
Okkum kann tað tykjast sjálvsagt, at øll menniskju skulu hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum - sama ger kyn, tjóðaruppruna, útsjónd, brek, kynsliga áskoðan, átrúnað ella politiska fatan. Men í mongum londum er tað ikki sjálvsagt, og fyri ikki so langt síðan var tað heldur ikki sjálvsagt í Føroyum. Her eru nøkur áhugaverd árstøl um javnrættindi millum kynini.