Eivör er størst, men flestu eru menn
Bæði her og úti í heimi er Eivör kendasta føroyska tónleikanavn. Eivör hevur fingið tríára starvsløn sum tónleikari. Við nøvnum sum Adele, Beyoncé og Rhianna er lætt at fáa eyga á kvinnur á altjóða tónleikapallinum. Í Bretlandi hevur 27 ára gamla Adele vunnið fýra Brit Awards, og í USA hevur 26 ára gamla Taylor Swift fingið ársins Grammy, sum er kendasta tónleikavirðisløn í heiminum. Tað er aðru ferð, hon fær hesa virðisløn fyri ársins útgávu. Men merkir tað, at hesar kvinnur og kvinnur yvirhøvur hava makt í tónleikavinnuni?
Kendasta tónleikanavn í Íslandi er Björk, og úr Noregi og Svøríki eru fleiri kend kvinnulig tónleikanøvn, sum hava verið fremst á hittlistum og sølulistum, til dømis Katzenjammer úr Noregi, sum vóru á G!Festivalinum í 2009:
Føroyar er bundnar at Koda, sum er danskur felagsskapur, ið umsitur rættindi hjá tónleikarum. Tey gjalda limagjald og fáa pengar, alt eftir hvussu nógv og ofta teirra sangir verða spældir í rættindaøkinum. Hóast støðuga framgond og meturslit, sum er 826 mió kr í 2014, fáa kvinnur bara 13% av árliga útgjaldinum frá Koda. Í tíðindasendingini Dagur & Vika hevur Lív Patursson, sum er limur í Javnstøðunevndini, eina frágreiðing um, hví so er.
Uppgávur:
Lurtið eftir samrøðuni við Lív Patursson. Hvør er hennara frágreiðing um tað støðu, sum kvinnuligir tónleikarar eru í? Kann støðan bøtast, so kvinnur fáa meir burturúr at verða tónleikarar?
Lesi frágreiðingina hjá formanninum í Koda. Hvussu metir hann støðuna hjá kvinnum í Koda og á tónleikapallinum yvirhøvur? Kann støðan bøtast, so kvinnur fáa meir burturúr at verða yrkistónleikarar?
Hyggið eftir sanginum hjá Katzenjammer. Lýsið stílin, bæði í tónleiki, klædnadrakt og pallframførslu. Er stílurin serliga kvinnuligur? Hvat er kvinnuligur stílur hjá tónleikarum á palli? Kundu tit hugsað tykkum menn í leiklutinum hjá Katzenjammer? Hevði tað broytt fatanina av framførsluni, um tær vóru menn?
Hyggið eftir Taylor Swift. Hvør er á palli saman við henni? Hvat er kjarnuboðskapurin í tí, sum hon sigur? Hvønn vendir hon sær til í stuttu taluni? Hvønn verður klipt til, meðan hon talar? Hvat hevur hon í hondini? Hvussu vilt tú lýsa tónleikastílin hjá henni? Er Taylor Swift ein fyrimynd? Hevur Taylor Swift makt at broyta viðurskifti í altjóða tónleikavinnuni?