Skip to main content

Ommur skulu hava makt!

Í donsku sjónvarpssendingini DeadLine 2/2-2016 (frá 26½ min.) tosar Martin Krasnik við Erica Jong. Hon er amerikanskur rithøvundur, sum var millum heimsins kendastu í 1970’unum. Í 1973 skrivaði hon metsølubókina Fear of Flying, sum er um 29 ára gomlu amerikansku Isadora Wing, sum bersøgin sigur frá um egið kynslív, arbeiði og at ferðast. Erica Jong, sum í dag er 73 ár, tosar við danska journalistin um ommur, sum eiga at fáa størri makt í dagsins samfelag. Tí hevur hon gjørt av, hvat forsetavalevni hon skal velja 8. november.

Uppgávur:

  • Hvat eftirlýsir Erica Jong í dagsins altjóða samfelag, og hvussu grundgevur hon í samrøðuni fyri at rætta uppá henda skeivleika?
  • Kundi Erica Jong tað sama havt tosað um okkara samfelag i Føroyum í dag?
  • Greið frá sambandinum, tú hevur við tínar ommur.
  • Tak støðu til, um ommur hava nakra makt í okkara samfelag. Vís á møgulig dømi.
  • Hvat forsetavalevni fer Erica Jong at velja í USA og hví?