
Kvinnur í politikki
Myndin omanfyri er av Føroya landsstýri, sum tók við í 2015.
- Hvussu er kynsbýtið í hesum landstýri?
- Hvørjir eru politisku flokkarnir, sum mynda landsstýrið og hvussu er býtið av málsøkjum millum landstýrisfólkini?
- Hevur nakar løgmaður verið kvinna?
- Far á kortal.fo og finn gøturnar í Hoyvík, sum eru kallaðar upp eftir løgmonnum. Hvørjir løgmenn eru uppkallaðir?
Tá kommunuval og løgtingsval nærkast, hava politisku flokkarnir uppstillingarfundir runt um í landinum. Á hesum fundum verður gjørt av, hvør sleppur at stilla upp.
- Kanna í tínum øki, hvussu uppstillinagarfundir verða hildnir.
- Kunnu øll sleppa við á fund og á uppstillingarlistan?
- Hvørjar eru treytirnar?
Á temasíðuni á Snar um løgtingsvalið í 2015 síggjast allir teir politisku flokkarnir.

- Hvussu var kynsbýtið í ymsu flokkunum til løgtingsvalið í 2015?
Á heimsíðuni hjá løgtinginum ber eisini til at finna vit gamlar myndir, sum vísa løgtingsmenn gjørgnum tíðirnar.
- Finn fyrstu konu, sum kom á ting.
- Hvør var hon og hvat var árið?
- Tak støðu til, um myndin av henni er góð og professionell og virðiliga goymd fyri eftirtíðina.