Suffragette og Pankhurst
Søguliga bretska orðið suffragette merkir javnrættindastríðskona. Í orðabókini verður sagt, at talan er um undangongukonu í stríðnum hjá konufólki fyri valrætti og politiskum javnrættindum. Serliga er talan um ensku slóðbrótararnar beint eftir aldaskiftið 1900. Í 2015 kom ein filmur við hesum heiti, Suffragette, har høvuðsleikarin er Carey Mulligan. Hon spælir unga mamman, Maud Watts, sum arbeiðir á verksmiðju og stríðist fyri, at kvinnur skulu sleppa at atkvøða. Hon møtir Emmeline Pankhurst (Meryl Streep) og kemur upp í Suffragette-rørsluna. Filmurin byggir á veruligar hendingar. Á hesi myndini sæst dóttir Emmeline, Christabel Pankhurst, høgrumegin, haldandi einum skelti við áskriftini ”Votes For Women”.
Niðanfyri er treylarin til filmin Suffragette:
At tosa um í flokkinum:
- Nær livdu Emmeline og Christabel Pankhurst?
- Far á Wikipedia og kanna lívssøguna hjá Emmeline.
- Hygg í navnalistan hjá BBC yvir 100 kendastu bretar og vita um Emmeline er á listanum.
- Kanna lívssøguna hjá Christabel. Hendir nøkur broyting í hennara lívi? Hvar doyði hon?
- Kanna lívssøguna hjá systrini, Sylvia, og finn, hvørji lívsmál hon setti sær. Hvar doyði hon?
Emmeline Pankhurst
Í hesum enska teknifilmi, sum varir 6 minuttir, læra vit um bretsku Emmeline Pankhurst. Sum í eini teknirøð síggja og hoyra vit um stríð hennara at vinna kvinnum rætt at velja.
Kjakist í flokkinum um hvør miðil er hin besti at læra um kynsleiklutir og javnstøðu millum kynini. Hvør er munurin á eini teknirøð og eini skúlabók? Eru aðrir miðlar, sum egna seg betur at læra um hesi viðurskifti? Grundgev.