Skip to main content

Menn, sum hata kvinnur

Svenski rithøvundurin Stieg Larsson skrivaði í 2003 krimisøgunaMenn, sum hata kvinnur. Bókin er ein av trimum, sum allar eru metsølubøkur og eru gjørdar til film. Heitið á bókini er eyðkenni fyri eina røða av vælumtóktum krimisøgum og krimifilmum, fyrst og fremst í Svøríki, men eisini altjóða. Kjarnin í søguni er, at ein einsamallur maður hevur rænt eina kvinnu, ið hann hevur sum fanga í kjallaranum. Maðurin kann arbeiða einsamallur, ella vera partur av einum brotsmannaliði. Dømi um hetta seinna er svenski ungdómsfilmurin Lilja 4-ever (2002), sum snýr seg um trafficing, tað er at lokka ungar baltiskar gentur til Svøríkis at arbeiða. Tá tær koma fram, gongur upp fyri gentunum, at tær eru komnar í brotsmannahendur og skulu forvinna pening sum skøkjur. Partur av krimisøgunum hjá Stieg Larsson er eisini, at menn í almannaverkinum misbrúka sín myndugleika at neyðtaka og kúga kvinnur, sum teir hava ábyrgd av at hjálpa. Høvuðspersónur í hesum søgunum er Lisbeth Salander.

Tá Lisbeth Salander er vaksin, finnur hon misgerðarmenninar og hevnir seg. Nakað av somu søgugongd er í filminum The Silence of the Lambs (1991), har ein ung løgreglukvinna roynir at skilja ein gamlan drápsmann. Í nýggjara filminum Gone Girl (2014) er javnt býtt millum kynini. Bæði maðurin og kninnan eru líka ring at fremja brotsverk. Ein kendur amerikanskur filmur er The Room (2015). Hann er um ein mann, sum hevur sonin og gentu hansara sum fanga í einum skúri.

Uppgávur:

  • Hvussu ber tað til, at hesin søgutráður er so vælumtóktur í bókum og á filmi?
  • Tosið við ein biografeigara og ein filmsummælara. Uppgávan er í báðum førum at finna ein mannfólkafilm og ein kvinnufilm. Hvat er eyðkennið fyri hvønn av filmunum? Tak báðar samrøðurnar upp á film við iPhone og vísið flokkinum úrslitið.
  • Kannið á internetinum rættarmálið móti Josef Fritzl. Skipið fyri stuttari framløgu fyri flokkinum um gongdina í málinum.
  • Kannið á internetinum søguna hjá kvinnuni Natascha Kampush. Skipið fyri stuttari framløgu fyri flokkinum um gongdina í málium.