Skip to main content

Heyst

Helst munnu flestu lærarar hava brúkt heystið sum tema í undirvísingini í fólkaskúlanum. Við ítøkiligum fyribrigdum, sum at taka upp epli og at fletta, er evnið heyst upplagt at brúka í fleiri lærugreinum. Tað kann vera í heimstaðarlæru, heimkunnleika, føroyskum, náttúru og tøkni, og lívfrøði. Fá evni eru so hóskilig sum heystið at brúka í tvørgreinaligum arbeiði.

Ein natúrlig progressión kann eisini verða løgd í evnið, frá at seta niður epli, sum sæst á filmi á hesi temasíðu, til tey lívfrøðiligu viðurskifti, sum skulu til, um nakað skal grógva. Tann ítøkiligi veruleiki, at tað, sum vit sáa og seta niður, skal takast upp um heystið og etast, er ein gáva til undirvísingina. Sama er, tá ein kúgv verður skotin og flett. Er tað ov ógvusligt at síggja og vísa øðrum, at dýrið bløðir, tá tað verður slaktað? Við einfaldari tøkni, sum einari fartelefon, kunnu vit fylgja gongdini frá byrjan til enda, og taka myndir og film, sum við talu kunnu siga øðrum, hvussu alt fór fram. Við hesum seinasta í huga, eru stuttu filmsbrotini gjørd í 2016.

Umframt uppskot um stutt undirvísingarevni, har heystið og strembanin eftir at fáa mat á borðið er kjarnin, er eisini ein bókalisti, sum vísir, hvat Nám hevur av tilfari um heystið.

Tilfar í Námi um heystið

Nám hevur nógv tilfar um heystið í savninum.

  

Jón Svein filmar árstíðirnar

Úr stovuvindeyganum hevur Jón Svein Heinesen filmað heystið og allar hinar árstíðirnar.

Vit seta epli niður

Heima á Sandi eru risastórar veltur við ymsum sløgum av eplum.

Slaktið og maturin

Tá slaktið er fyri, er vert at minnast til, at vit slakta, tí vit vilja hava mat á borðið.

Heyst í orðabókini

Nú skurðfjøllini stunda til, kunnu vit hyggja í orðabókina, og kanna ymsu orðini um at ganga á fjall og at fletta.

Eplafestivalur

Eplafestivalur er heima á Sandi um heystið. Har ber til at royna epli og grønmeti, ið er velt á oynni.

Seyður og gróður

Úr Atlasinum hjá Námi vísur Erla Olsen okkum síðurnar 39 og 40, sum siga frá um lendið, og hvussu tað kann ávirka seyðatalið.

Sonja um seyðabókina

Sonja Kjølbro sigur frá um Seyðabókina, sum byggir á tilfar, sum Robert Joensen (1912-1997) hevur savnað.

Í urtagarðinum

Vit eru farin í urtagarðin hjá Pól Jespersen í Havn at vita, hvussu gróðurin er nú heystið er komið.

Vit skera korn

Hvørt ár og fram til miðjan september bjóðar Fornminnissavnið skúlaflokkum at velta í bønum við Útisavnið í Hoyvík.

Eplafestivalur og kirkjan

Kirkjan er partur av skránni á Eplafestivali heima á Sandi. Presturin, Havstein Klein, sigur, at nú heystið og slaktið er í hondum, verður skipað fyri heysttakkargudstænastu.

Heyst í køkinum

Nú eru vit farin inn í køkin við teim eplum og tí grønmeti, sum vit tóku upp í urtagarðinum.

Kornvelting í Gásadali

Í 1986 gjørdi Føroya Fornminnissavn ein film um kornvelting í Gásadali.

12 minuttir við fletting

Í sætta parti í Spískamarinum vitjar Gutti í Koltri, har tey fletta í hjallinum. Brotið varar í 12 minuttir

Síðsti kornakurin

Fotografurin, Jákup Andreas Arge, filmaði í 1959 síðsta kornakurin hjá Óla bonda á Mýrini í Húsavík.

Heystið, bara í myndum

Gunvá Mortensen, ritstjóri í Námi, greiðir hon frá um heystið, sum tað sæst í bókini Grindalokkur.

Kúgv flett á gøtuni

Tá tiltakið Slaktið varð hildið í Tórsgøtu í Havn í ár, varð ein kúgv flett á middegi.

Slaktið

Slaktið er eitt tiltak í Tórsgøtu í Havn. Fyrireikararnir siga, at endamálið er: ”at seta sjóneykuna á dýrabart tilfeingi.

Sálmar um heystið

Í Sálmabók Føroya Kirkju eru partar, har sálmarnir er valdir eftir tí evni, teir eru um.