Skip to main content

Heystfagnaður

 

Heystfagnaður er eitt heystgildi á Eiði. Fyrireikararnir siga, at heystartíðin er tann tíðin, sum føroyingar gleða seg til. Um heystið er fjallgonga og fletting. Skurðfjøllini verða gingin. Seyðurin verður rikin í rætt, og tann seyðurin, ið skal drepast, verður tikin frá. Seyðaprát, fjallgonga og fletting setur sín dám á heystartíðina. Seyðurin fer eisini at seta sín dám á skránna til Heystfagnaðin. Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyði, seyðahaldi og fletting, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Á skránni verður millum annað seyðasýning, hespukapping, rullu- og kjøtpylsukapping, søluframsýningar, fyrilestrar og verkstaðir til børn og ung, eins og besti flettari verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin.

Heystfagnaðurin á Facebook