Skip to main content

Kornvelting í Gásadali

Í 1986 gjørdi Føroya Fornminnissavn ein film um kornvelting í Gásadali, sum bleiv sendur í Sjónvarpinum. Filmurin varir hálvan tíma. Í dag er filmurin goymdur í verkætlanini Savnsgull, og kann tí síggjast í hvørjari stovu, sum hevur netsamband.

Í filminum síggja vit, hvussu velting fór fram, og hvørji amboð vórðu brúkt. Samstundis síggja vit, hvussu bygdin sá út um hetta mundi, og vit síggja alt bygdarfólkið til arbeiðis.

At enda síggja vit kornið á teigunum, og hvussu akurskurðarmaðurin ger, tá hann sker kornið. Síðan verður kornið turkað í hjallinum.

Uppgávur:

1 Hvat hevur kornið verið brúkt til?

2 Hvønn týdning hevur tað at varðveita gamlar siðir?

3 Hvørjar møguleikar hava vit í dag at varðveita og síggja gamlar siðir?

4 Er nakað savn í tínari bygd?

- føroysk sending frá 1986. Sending um hvussu tann forna reinaveltingin ella skotveltingin fór fram. Framleitt: Flip Film Production/TV fyri Føroya Fornminnissavn í 1986.