Síðsti kornakurin
Fotografurin, Jákup Andreas Arge, filmaði í 1959 síðsta kornakurin hjá Óla bonda á Mýrini í Húsavík.
Her síggja vit eitt brot við upplesturi, sum varir 6 minuttir. Brotið er úr DVD útgávuni Føroyskar søgur.
Uppgávur:
1 Hevur korn vaksið í Føroyum?
2 Hvar í Føroyum eru vit í hesum filmi?
3 Hvussu nógv frásøgufólk eru?
4 Hvør hevur filmað?
5 Hvønn týdning hevur tað, at filma hendingar sum hesa?
6 Hevur tú nakrantíð filmað eina hending við fartelefonini, sum kundi verið ein søga, ið onnur høvdu áhuga fyri?