Vit seta epli niður
Heima á Sandi eru risastórar veltur við ymsum sløgum av eplum. Tí hava tey eplafestival um heystið. Her síggja vit Ottar í Uttastovu á Sandi. Hann er bóndi og veltir nógv epli. Her vísir hann okkum í fimm minuttir, hvussu vit seta epli niður. Tað er lætt at gera tað rætt, bara tú hevur eina skeið og ein spaka!
Uppgávur:
1 Nær seta vit epli niður?
2 Nær taka vit epli upp?
3 Hví hava tey ein Eplafestival á Sandi?
4 Hvønn týdning man tað hava fyri bygdina at hava ein tílíkan festival?
5 Kannið eftir, um aðrar bygdir hava aðrar festivalar hesa ársins tíð!