Skip to main content

Heyst í orðabókini

 

Nú skurðfjøllini stunda til, kunnu vit hyggja í orðabókina, og kanna ymsu orðini um at ganga á fjall og at fletta.

Orðabøkur

Skurðfjall merkir at fara á fjall eftir skurðseyði. Tað er tann seyður, sum skorin verður og flettur.

Fyrst varð seyðurin svævdur, so hann sovnaði og varð dripin. Soleiðis varð gjørt fyrr. Í dag skjóta tey flestu seyðin, sum skal flettast. So verður hann svævdur.

Aftaná ber til at spyrja bóndan, hvussu skurðurin royndist, ella hvussu skarðst.

Eisini verður sagt at slakta, tá vit drepa dýr til matna. Tá kann slaktið hetta árið verða gott ella ringt.

 

Uppgáva

1 Finn orðið “heyst” í netorðabókini hjá Sprotanum.

2 Í hvørjari orðabók stendur orðið “heyst”?

3 Orðið stendur at hava tveir týdningar. Hvørjar?

4 Til høgru fyri orðið standa fýra tekn. Royn tey og vita, hvat tú kanst brúka tey til. Ber til at senda eitt orð til ein floksfelaga?

5 Hvussu nógvar orðabøkur eru til samans á síðuni hjá Sprotanum?