Skip to main content

Slaktið

 

Slaktið er eitt tiltak í Tórsgøtu í Havn. Fyrireikararnir siga, at endamálið er: ”at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit fáa úr jørðini, av djórum, sum til dømis av seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbur og røtur. Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á bestan hátt. Tey vitjandi fáa høvi at royna føroyskan mat, sum verður borðreiddur uppá ymsar mátar. Eisini fáa tey høvi at síggja hvussu slakt fer fram. Fyritøkur, sum á onkran hátt hava beinleiðis tilknýti til slakt av ymsum slagi, koma at luttaka á tiltakinum. Vit ynskja, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí verður alt ókeypis, bæði atgongd og maturin.”

Slaktið á Facbook