Skip to main content

12 minuttir við fletting

 

Um heystið er seyður tað mest eyðkenda, tá vit tosa um mat. Tað er eisini tíðin, tá fjøllini verða gingin og seyður verður flettur. Uppi í hesum hongur ein mentan, sum vit nevna seyðamentan. Tað er alt tað virksemi, sum er knýtt at seyðahaldi. Endamálið er at fáa nakað at eta. Henda seyðamentan er ikki nýggj, tí hon røkkur heilt aftur til Seyðabrævið frá 1298.

Í nýggjari tíð hevur seyðamentanin møtt einum nýggjum slagi av matkynstri, gastronomi, har seyður verður borðreiddur á nýggjan hátt.

Umframt nógvar kókibøkur, sum flest allar eru metsølubøkur, er føroysk matgerð eisini komin í sjónvarpið. Í sendingini Spískamarið ferðast kokkurin Gutti Winther oyggj úr oyggj at práta við fólk og hoyra um teirra matvanar og uppskriftir.

 

 


Í 6 parti í Spískamarinum vitjar Gutti í Koltri, har tey fletta í hjallinum. Brotið varir 12 minuttir:

Í onkrum broti verða dýr dripin og blóð flýtur. Tað er ikki tespiligt, heldur onkur, meðan onnur halda tað vera púra natúrligt. Tí stendur henda ávaring framman fyri sendingini.

 

Uppgávur

 

1 Lesið ávaringina innan filmin. Hvat sigur hon? Hvør er stílurin? Hvønn vendir hon sær til? Skulu vit taka ávaringina í álvara?

2 Hvussu byrjar filmsbrotið við Gutta? Hvønn týdning hevur byrjanin? Hvussu er framhaldandi gongdin í filminum, til liðugt er?

3 Hvussu verður seyðurin dripin (sí 10:37 og fram)? Er hetta nakað at vísa børnum í sjónvarpi? Vit síggja eisini, at børn eru við í slaktinum. Er tað rætt, at børn sleppa at síggja blóð? Skulu vit verja børn fyri hesum siði? Kjakist um hetta í flokkinum!

4 Eru konufólk við í arbeiðinum at fletta í hesum hjallinum? (sí 17:56) Hvat gera tær?

5 Hevur tú nakrantíð flett ella verið við har, sum flett verður? Hvussu kendi tú tað, tá seyðurin varð svavaður og bløddi?