Tjóðarhetjan Magnus Heinason
Magnus vardi føroyingar móti sjórænaraálopum.
Hann vann sær stóra virðing millum føroyingar fyri síni kappabrøgd.
Hann var ákærdur fyri svik og neyðtøku
Hann varð dømdur til deyða og hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589.
Eftir deyðan varð hann fríkendur
Um temasíðuna
Magnus Heinason verður vanliga sagdur at vera ein av okkara tjóðarhetjum.
Kortini vita flestu føroyingar lítið um hann.
Endamálið við hesari temasíðu er at greiða frá lívi Magnusar
Hvør var hann? Og hví er hann tjóðarhetja í Føroyum?
Temasíðan er til grunddeild, miðdeild og hádeild.
Áðrenn teksturin verður lisin, biður lærarin næmingin hugsa um hesar spurningar:
Hvør var Magnus Heinason? Nær livdi hann? Hvar búði hann? Hvat gjørdi hann? Var hann veruliga ein hetja? Ella var hann kanska ein brotsmaður?
Í grunddeild
Lærarin lesur eitt brot upp fyri flokkinum og prátar við næmingarnar um brotið, áðrenn farið verður til næsta brot.
Í miðdeild
Næmingarnir kunnu lesa tekstin sjálvir. Prátið um brotini so hvørt. Lærarin kann eisini lesa fyri flokkinum.
Í hádeild
Næmingarnir lesa allan tekstin sjálvir. Aftaná verður prátað um Magnus Heinason í flokkinum.
Magnus vaks upp á Nesi í Eysturoy
Sambært ættarbandsskránni hjá Ílegusavninum var Magnus Heinesen føddur á Nesi í Eysturoy 4. mars 1545. Aðrar sagnir vilja vera við, at Magnus var føddur í Oyndarfirði, og norskar sagnir siga, at hann var føddur í Noregi.
Vit vita millum lítið og einki um uppvøksturin hjá hjá Magnusi í Føroyum. Helst vaks hann upp á Nesi. Pápin, Heini Havreki, var sóknarprestur í Eysturoy, og prestagarðurin var á Nesi.
Tað tykist greitt, at Magnus flutti blaðungur til Noregs, helst í 1566, tá ið pápin fekk prestastarv í Noregi.
Í Noregi fekk Magnus tíðliga skip at føra. Tað gekst illa í hond, skipið varð rænt, og heimafturkomin til Bergens var Magnus hildin fyri gjøldur.
Í ættarbandsskránni hjá Ílegusavninum stendur, at Magnus Heinason var føddur á Nesi.
Heini Havreiki var pápi Magnus
Heini Havreki ella Heini Jónson, sum hann veruliga æt, var føddur í Bergen í 1514. Hann las til prest, og søgnin sigur, at hann kom rekandi úr Noregi til Føroya í einum báti saman við øðrum studentum.
Eingin veit júst, hvar teir róku á land, og ymiskar sagnir nevna bæði Nes í Eysturoy og Norðoyggjar. Tann kendasta søgnin sigur, at Heini og vinmenninir róku upp í Húsavík.
Heini giftist húsavíksgentuni Herborg, og tey fingu millum annað sonin Jón Heinason, sum gjørdist Føroya løgmaður. Herborg doyði ung, og Heini Havreki giftist upp aftur við fyrrverandi unnastu síni, norsku Gyrid Arnbjørnsdatter Gran. Tey búsettust í Føroyum og fingu í 1545 Magnus Heinason.
Sum giftur maður kundi Heini ikki vera prestur í katólsku kirkjuni. Men eftir siðaskiftið umleið 1540 gjørdist hann sóknarprestur í Eysturoy. Í 1557 verður hann tann fyrsti lutheranski próvsturin í Føroyum.
Í 1566 flytur Heini við húski til Noregs og gerst sóknarprestur í Radøy. Hann doyði í 1576.
Á myndini sæst Nes kirkja. Tað er helst í hesum økinum,
at Magnus Heinason vaks upp.
Mynd: Faroephoto: Ólavur Frederiksen
Í hertænastu í Niðurlondum
Magnus rýmdi úr Bergen og fór til Niðurlond. Har var hann í hertænastu hjá Vilhelm av Oranje í nøkur ár. Magnus stríddist hesi árini fyri Niðurlond í frælsiskrígnum móti Spania, eisini kallað 80-árakríggið (1568-1648).
Niðurlendski uppreisturin gekst ikki altíð so væl. Vilhelm av Oranje gjørdi tí av at skriva út kaparabrøv til sjórænarar. Hesir vóru kallaðir Watergeuzen ella Havsins Biddarar, og helst hevur Magnus Heinason verið ein av hesum kaparum. Árini eftir vunnu niðurlendingar stórar og avgerandi sigrar móti spaniólum. Hesir sigrar gjørdust avgerandi fyri, at niðurlendska lýðveldið seinni kundi setast á stovn.
Vit vita ikki, hvussu leingi Magnus var í Niðurlondum. Men eftir nøkur ár flutti Magnus heim aftur til Bergens og bjóðaði seg til tænastu hjá danska konginum, Fríðriki 2.
Á myndini er Vilhelm av Oranje ella Vilhelm hin tigandi (1533-1584),
Hann var oddamaður í niðurlendska uppreistrinum móti Spania
Mynd: Adroaen Thomasz 1579 - Wikipedia
Magnus Heinason fekk í 1578 loyvi frá kongi at flyta vørur til Føroya, og árið eftir fekk hann kaparaloyvi 1) .
Soleiðis teknaði Sebastian-Münster Norðuratlantshavið í 1588. Sum sæst, so vistu fólk ikki nógv um Norðuratlantshavið tá í tíðini, og fleiri oyggjar, sum als ikki eru til, eru á kortinum
Mynd: Wikipedia (TRÝST á kortið fyri at gera tað størri)
Fær Føroyahandilin
Tann 17. apríl í 1578 fekk tann tá 33 ára gamli Magnus Heinason loyvi frá kongi at fara til Føroya at innkrevja gamla skuld.
Í Føroyum var hálvbróður Magnusar, Jón Heinason, vorðin løgmaður, og við góðum stuðli frá Jóni fekk Magnus Føroyahandilin 1). Í desembur 1578 fóru Jón og aðrir føroyingar til Danmarkar at heita á kong um at lata Magnusi handilin. Kongur játtaði hesum.
Hóast Christoffer Valkendorf, rentumeistari, mótmælti, fekk Magnus árið eftir tann 4. februar í 1579, sum tann fyrsti føroyingur nakrantíð, loyvið at reka handil í Føroyum.
Hesin Valkendorf skuldi vísa seg at gerast argasti mótstøðumaðurin hjá Magnusi.
1) Føroyahandilin: Kongur gav útvaldum
fólkum loyvi at reka handil í Føroyum
Fær kaparaloyvi
Á sumri í 1579 rændi skotski sjórænarin, Thomas Klerk, Tinganes í Havn, og handilin hjá Magnusi kom í trupulleikar. Klerk tók skattapengarnar, sum Magnus skuldi gjalda kongi, og Magnus bað tí kong um at sleppa undan at gjalda hesar. Aftur mótmælti Valkendorf. Endin varð, at Magnus slapp undan at gjalda helvtina av skattinum.
Magnus var ikki nøgdur og fór til Danmarkar at biðja kong um kaparaloyvi2), sum er loyvi at leypa á sjórænarar. Hetta var honum játtað, og handilsskipini vórðu útgjørd við kanónum.
2) Kaparaloyvi er loyvi frá kongi at leypa á sjórænarar
Dansk-norska ríkið á døgum Magnusar
Føroyar fingu sum norskur landslutur í 1380 sama kong sum Danmark og vóru frá 1397 til 1523 partur av Kalmarsamveldinum, sum eisini umfataði Svøríki og Finnland.
Í 1523 fór Kalmarsamveldið í upploysn, og eftir í dansk-norska ríkinum vóru Føroyar, Ísland, Noreg og Danmark. Kongur búði í Keypmannahavn í Danmark, meðan Bergen í Noregi var stóri handilsbýurin i kongsríkinum.
Stættarsamfelagið - 4 sløg av fólki
Fólkið í dansk-norska ríkinum í 1500-talinum var býtt í fýra sløg av fólki ella fýra stættir, sum tað varð kallað.
Grundbygnaðurin í dansk-norska kongsríkinum bygdi á hesar fýra stættir, og verður hetta kallað stættarsamfelagið. Omanfyri tær fýra stættirnar var kongur.
Tær fýra stættirnar vóru hesar:
- Aðalstættin, sum var tann ráðandi stættin, arvaði síni rættindi. Aðalin hevði nógv serrættindi, sum t.d einkarætt at fáa jørð í len 3), og slapp undan at gjalda skatt.
- Prestastættin, sum lærdi og leiðbeindi fólki .
- Borgarastættin vóru handilsmenn og handverkarar.
- Bóndastættin, sum dyrkaði jørðina.
3) At fáa jørð í len er tað sama sum at læna jørð frá kongi
Endurreisnartíðin ella renessansan
Eftirtíðin hevur kallað tíðina frá umleið ár 1400 til ár 1600 fyri endurreisnartíðin ella renessansan.
Mentarnarliga stórtíðin í forna Grikkalandi og Róm, (750 fyri krist til 500 eftir krist), varð drigin fram aftur eftir nógvar øldir í mentanarligari afturgongd í miðøld (ár 500-1400).
Endurreisnartíðin var tíðin millum miðøld og modernaða tíð. Í endurreisnartíðini fingu vísindi, heimspeki, bókmentir, list og politikkur nýtt lív.
Valkendorf var fíggindi Magnusar
Christoffer Valkendorf var rentumeistari ella fíggjarmálaráðharri hjá Fríðriki kongi.
Hann var partur av aðalstættini í Danmark og gjørdist longu sum ungur embætismaður hjá kongi. Valkendorf var umstríddur maður, og hann var stundum í ósemjum við kong. Valkendorf var kortini so mikið mætur og ríkur, at tað var hent hjá kongi at hava Valkendorf í sínum parti.
Frá 1574 var Valkendorf rentumeistari við ábyrgdini av fíggjarpolitikkinum í ríkinum. Tað var í hesum starvi, at hann royndi at leggja fótonglar fyri Magnus Heinason. Tað hjálpti tó hjá Magnusi at vera væl við kong.
Christoffer Valkendorf (1525-1601) - partur av veggjamálaríi í Ráðhúsinum í Keypmannahavn
Mynd: Wikipedia
Skansin, sum Magnus Heinason bygdi, var helst á sama stað sum verandi skansi.
Sigrar á sjórænarum gera Magnus til tjóðarhetju
Komandi árini kláraði Magnus í hørðum bardøgum at steðga teimum mongu sjórænarunum, sum herjaðu í Føroyum. Hóast sjórænararnir mangan vóru fleiri í tali, so vísti Magnus, at hann var bæði snildur og djarvur.
Tað eru helst sigrarnir móti sjórænarunum hesi árini, sum hava gjørt Magnus Heinason til eina tjóðarhetju í Føroyum. Føroyingar vóru ikki vanir við, at nakar vardi teir, og søgurnar um bardagabrøgdini hjá Magnusi vóru í nógv ár søgd í Føroyum og Noregi. Fleiri søgur vóru eisini skrivaðar niður.
Bygdi Skansan
Í 1580 læt Magnus ein skansa byggja fyri at verja Havnina. Ikki er heilt víst, hvar hesin skansi var, men sannlíkt var hann á sama stað, sum verandi skansi, og eru toftirnar av honum helst undir verandi skansa.
Skansin hjálpti væl móti sjórænaraálopum, og tað gingu 100 ár, áðrenn Havnin aftur varð álopin av sjórænarum.
Tað var fátæksligt í Føroyum í 1500-talinum. Hendan myndin frá 1898 gevur eina fatan av, hvussu fátæksligt tað hevur verið.
Mynd: Hús innan. Kona, maður og børn - Johannes Klein 1898. Dansk Folkemuseum. Føroya Fornminnissavn. SNR:5207-38.961
Føroyar í 1500-talinum
Tað var fátæksligt hjá teimum umleið 3000 fólkunum, sum búðu í Føroyum í 1500-talinum. Føroyingar livdu av natúrini, sum kundi vera hørð og svikalig. Veðurlagið var baldrut, og summi ár vóru hungursár, har tað ikki var nokk av mati til øll. Eisini doyðu nógv fólk í vanlukkum.
Siðaskiftið
Umleið 1540 var siðaskifti í Føroyum, og katólska pávakirkjan varð skift við eina kongsstýrda lutherska kirkju. Føroyar fóru frá biskupsdømi til próvstadømi. Biskupssetrið í Kirkjubø varð niðurlagt, og jørðin, sum hevði verið ogn hjá katólsku kirkjuni, gjørdist kongsins ogn. Kongur fekk harvið størri vald í Føroyum.
Í Norðurevropa og Norðurlondum var ein avleiðing av siðaskiftinum, at fólkið slapp at hoyra Guðs orð á sínum egna máli í staðin fyri á latíni, sum var kirkjumálið í katólsku kirkjuni um alt Evropa.
í Føroyum gjørdist føroyskt kortini ikki kirkjumál. Latín var í staðin avloyst av donskum, og tað gjørdi, at tað framvegis var rættiliga avmarkað, hvat føroyingar skiltu, tá ið teir vóru í kirkju.
Handil og sjórænarar
Kongur gjørdi eisini av, hvørjr handilsmenn høvdu loyvi at selja og keypa vørur í Føroyum. Men ofta var handilin illa røktur. Harafturat vóru Føroyar eisini hart raktar av sjórænaraálopum, og tað kom fyri, at sjórænarar umframt vørur, eisini rændu fólk.
Varðveitir handisloyvið
Meðan Magnus bardist við sjórænarar, sigldi eitt týskt handilsskip kring Føroyar og handlaði við føroyingar. Hetta gjørdi, at kongligi handilin misti inntøkur, og Valkendorf skeyt upp fyri kongi at taka handilin frá Magnusi. Kongur lurtaði eftir Valkendorf og tók handilin frá Magnusi.
Magnus fór til Danmarkar at mótmæla. Hann greiddi kongi frá viðurskiftunum og bjóðaði sær eisini at gera eina grønlandsferð. Kongur gjørdi av at lata Magnus varðveita handilsloyvið.
Grønlandsferðin miseydnaðist
Magnus fór í 1581 sína grønlandsferð. Teir sóu land. Men mjørki, illveður og ísur forðaði teimum at koma í land, og út á heystið mátti Magnus venda aftur. Ferðin kostaði Magnusi nógvar pengar.
Skipið, sum Magnus Heinason fór til Grønlands við, kann hava sæð nakað soleiðis út
Mynd: Artisk fyribrigdi úr ferðafrásøgn hjá Gerrit de Veers um hansara ferðir frá Amsterdam 1600
Norski býrurin Bergen var á døgum Magnusar ein av størstu handilsbýum í Norðurevropa
Soleiðis teknaði Hieronimus Scholaeus býin í 1580
Stevndur fyri neyðtøku
Afturkomin til Bergens gjørdist støðan hvaðna verri hjá Magnusi. Aðalsfrúgvin Margretha Gyntersberg ákærdi Magnus fyri neyðtøku. Neyðtøkan skuldu vera framd nøkur ár frammanundan. Margretha hevði í loyndum átt barnið, sum síðan doyði.
Margretha var síðan gift við aðalsmanninum Peder Hanssøn og hevði greitt honum frá loyndarmálinum. Tey greiddu pápa hennara, Alexi Gyntersberg, frá, hvat var farið fram, og hann fór til lensmannin í Bergen, Hans Lindenov, við boðum um, at Magnus skuldi fyri rættin. Hans Lindenov var vinmaður hjá Magnusi.
Endin varð, at málið kom fyri tingið í Bergen 11. september 1581. Magnus noktaði seg sekan og svór eið, at hann ikki hevði havt kropsligt samband við Margrethu. Rætturin fríkendi Magnus, og Hans Lindenov læt í staðin Margrethu Gyntersberg fongsla.
Verður giftur við systur Margrethu
Søgur gingu eisini um, at Magnus skuldi hava verið saman við systur Margrethu, Sofíu, og tað setti sjálvandi aðalsfamiljuna Gyntersberg í eina ringa støðu.
Fyri at koma burtur úr sváru støðuni, sum familjan var komin í, fekk ein beiggi Margrethu hana at vátta, at skuldsetingarnar um neyðtøku vóru ósannar. Samstundis skipaði pápi Margrethu, Axel Gyntersberg, soleiðis fyri, at Sofía skuldi giftast við Magnusi.
Magnus og Sofía vórðu gift á Bergenhus slottinum, har systirin, Margretha, samstundis sat fongslað.
Málið um neyðtøkuna var kortini ikki av. Nú stevndi Magnus manninum hjá Margrethu, Peder Hanssøn, fyri ærumeiðing fyri skuldsetingar um neyðtøku. Hetta var helst býtt av Magnusi, tí endin var, at málið var lagt fyri Ríkisráðið, og har sat ein ávísur Christoffer Valkendorf.
Eisini legði Margretha fram nýggjar upplýsingar um, hvar líkið av barninum var grivið. Hans Lindenov sendi menn at leita, og har var eitt smábarnalík funnið.
Peder Hanssøn varð í Ríkisráðnum í januar 1583 fríkendur fyri at hava ærumeitt Magnus. Hinvegin kundi Magnus ikki dømast, tí málið snúði seg um, hvørt Peder Hanssøn hevði ærumeitt Magnus ella ikki. Men dómararnir heittu á kong um at stevna Magnus fyri kongsins rættarting fyri neyðtøku.
Bergenhus borgin var miðdepilin hjá kongliga valdinum í Bergen. Her var brúðarveitslan hjá Magnusi og Sofíu hildin,
meðan systirin Margretha sat í fangakliva aðrastaðni á borgini
Álvarsligar skuldsetingar
Samstundis sum málið um neyðtøku helt fram, sendi Valkendorf á várið 1582 Søren Flue til Føroya at vera fúti og at kanna viðurskiftini. Flue setti fram álvarsligar skuldsetingar móti Magnusi og beiggjanum, Jóni Heinasyni, løgmanni.
Flue ákærdi Magnus fyri svik og at misnýta sítt vald. Magnus skuldi millum annað hava kraddað vørur til sín og noytt fólk at selja sær vørur, so bøndurnir einki høvdu at lata kongi i skatti. Eisini skuldi hann hava brúkt eina falska alin (mátieind 24 tummar=62,77 cm), selt mjøl, sum var gjørt úr spiltum korni, og selt vánaligt øl sum luksusvøru.
Magnus skuldi eisini eitast at hava noytt føroyingar at lata sær proviant til grønlandsferðina, og hann hevði noytt menn at koma við sær til Grønlands. Jón hevði sum løgmaður einki gjørt fyri at forða Magnusi í valdsmisnýtsluni.
Ákærurnar hjá Flue førdu á várið 1583 til fleiri rættarmál móti Magnusi. Kongur koyrdi Jón Heinason frá sum løgmann, og Magnus misti handilsloyvið í Føroyum, til hann hevði mótprógvað øllum skuldsetingunum.
Missir handilsloyvið endaliga
Magnus sendi kongi bræv, har hann greiddi kongi frá, at ágangurin móti honum var so harður, at hann sá ongan annan útveg enn at venda sær til kong.
Á sumri 1883 var Magnus í Føroyum. Hann og beiggin, Jón løgmaður, fingu kallað Løgtingið saman seinast í juni, og fundarfólki hevði bara gott at bera beiggjunum báðum.
Tá ið Magnus var farin av landinum, kom tingið saman aftur í august. Nú høvdu tingmenn broytt meining og váttaðu allar ákærurnar, sum vóru reistar móti Magnusi.
Í januar 1584 fóru Magnus og Jón til Danmarkar at kæra sína neyð fyri kongi um tær følsku ákærurnar, sum førdi til at teir høvdu mist ávikavist handilsloyvið og løgmansembætið.
Kongur tók kæruna til eftirtektar og bað Valkendorf gera eina frágreiðing í málinum. Hendan frágreiðing var tó ikki til fyrimunar fyri Magnus og Jón. Lindenov royndi aftur at hjálpa Magnusi, men tað hjálpti einki. Magnus og Jón fingu ikki handilsloyvið og embætið aftur.
Í 1584 rýmdi Magnus Heinason undan rættarmáli til Niðurlond og fór aftur í herðtænastu hjá niðurlendingum.
Myndin vísir hertøkuna av býnum Briel í 1572. Hesin sigurin var ein vend í gongdini í niðurlendska uppreistrinum móti Spania
Tekning: Anthonie Waldorp
Rýmir til Niðurlond
Málið um Margrethu Gyntersberg og neyðtøkuna var ikki loyst enn og kom fyri rættartingið á sumri í 1584. Rættartingið skuldi vera í Odense í Danmark, men var orsakað av umfarssótt í Odense til flutt Slagelse. Magnus hevði verið í Odense. Men tá ið málið kom fyri í Slagelse, var eingin Magnus til staðar, hann var horvin og rýmdur til Niðurlond.
Nakrar mánaðir seinni skrivaði Magnus til kong og greiddi frá, at hann var rýmdur til Niðurlond, tí hann føldi seg hóttan og órættvíst viðfarnan. Kongur bjóðaði honum verju í rættarmálinum, um hann kom aftur til Danmarkar. Magnus metti kortini, at soleiðis, sum støðan var, loysti tað seg ikki at fara heim aftur.
Rænir enskt farmaskip
Magnus valdi í staðin at fara í hertænastu hjá niðurlendingum, sum enn vóru í kríggi við Spania.
Í mars 1585 rændi Magnus enska farmaskipið The John of Hull á veg úr Hull til London. Magnus sigldi skipið til Orknoyggjar, læt manningina sleppa og býtti fongin við jallin av Orknoyggjum.
Enska hovið kærdi ránið fyri Fríðriki kongi, men kongur vildi ikki hjálpa onglendingum.
Í juni 1585 fekk Magnus kaparabræv frá Mourits av Oranju, ríkisovasta í Niðurlondum, við loyvi at leypa á fíggindar hjá Niðurlondum.
Á myndini er oyggin Egholm á Limfjørðinum, og býurin Aalborg sæst í baksýni. Eftir at Magnus var fríkendur í tveimum rættarmálum í 1586, búsettist hann í fyrst í Aalborg, og síðan fekk hann oynna Egholm í len frá Fríðrikki kongi.
Mynd: Aalborg luftfoto
Møtir á rættartingi
Hóast rættarmálið við Margrethu Gyntersberg bíðaði, og Valkendorf áhaldandi var eftir honum, vildi Magnus sleppa heim aftur. Aftur hesaferð kom vinmaðurin Hans Lindenov honum til hjálpar.
Lindenov læt eina vísu yrkja, sum skuldi seta Magnus í gott ljós. Tað eydnaðist, og Magnus vann enn einaferð vælvild frá Fríðriki kongi.
Í 1586 møtti Magnus á rættartingi, og hóast tað var Valkendorf, sum hevði stevnt honum, so var Magnus fríkendur.
Í juni 1586 var Magnus aftur ákærdur av Valkendorf fyri í einum brævi til fútan í Bergen í 1582 at hava sagt, at teir vóru partamenn í handli. Aftur hesaferð møtti Magnus i rættinum, tí nú var Margretha Gyntersberg deyð, og Magnus var aftur vorðin væl við kong. Hóast Valkendorf dró málini um neyðtøku, svik og ymiskt annað upp í rættarmálið, so slapp Magnus aftur snikkaleysur.
Búsetur seg í Norðurjútlandi
Í juni 1587 fekk Magnus farloyvi frá niðurlendska herinum. Morits av Oranje gav Magnusi góð ummæli, og rósti honum fyri stríðið móti spanska herinum.
Magnus, Sofía og børnini búsettu seg fyrst í Aalborg, og nærhendis búði vinmaður hansara Lindenov, sum nú var fúti í Norðurjútlandi.
Magnus fór í gongd við at reka handil og kaparavirksemi, og Lindenov setti pening í virksemi hansara. Kongur hjálpti eisini Magnusi, sum fekk oynna Egholm í Limfjørðinum í len.
Magnus droymdi eisini um at fáa Føroyahandilin aftur, og á vári í 1588 slapp hann, eins og í 1578, til Føroya at innheinta gamla skuld.
Á myndini sæst Gammeltorv í Keypmannahavn. Eftir at Fríðrikur kongur doyði 4. apríl í 1589,
misti Magnus Heinason sína verju, og varð hann 16. januar í 1589 dømdur til deyða.
Magnus var hálshøgdur á Gammeltorv klokkan trý um morgunin hin 18. januar í 1589.
Kongur doyr
Nú sá framtíðin hjá Magnusi ljós út. Men meðan hann er í Føroyum gjørdist Fríðrikur kongur sjúkur og doyði 4. apríl í 1588.
Sonur Fríðriks, Christian var bara 11 ár, og tí var ein verjunevnd við fýra aðalsmonnum sett at stjórna ríkinum. Ein av hesum fýra var Valkendorf, sum nú hevði størri vald enn nakrantíð.
Flýggjar til Bergens
Í juli í 1588 var enski sendimaðurin, Daniel Rogers, í Danmark. Onglendingar høvdu roynt at fingið fatur á Magnusi, síðan hann rændi The John of Hull trý ár frammanundan. Tá ið hann frætti, at Magnus var í býnum, vildi hann hava fatur á honum. Stjórnin gav Magnusi boð um at hitta Rogers. Teir hittust og avtalaðu at hittast aftur nakrar dagar seinni. Men tá var Magnus horvin.
Magnus var flýggjaður til Bergens, tí nú hevði hann mist verjuna frá kongi. Valkendorf grunaði ilt og sendi boð til Bergens at handtaka Magnus. Magnus var handtikin i Bergen og settur í fongsul í Keypmannahavn.
Hálshøgdur á Gammeltorv í Keypmannahavn
Á heysti í 1588 kom Thomas Humfrey, umboðsmaður hjá handilsmonnunum, sum áttu The John of Hull, til Keypmannahavnar. Hann vildi hava fatur á peninginum, sum handilsmenninir høvdu mist, og fekk hjálp frá Valkendorf, sum m.a. rindaði fyri uppihaldið hjá Humfrey í Keypmannahavn.
Magnus fekk sum ikki einaferð hjálp frá Lindenov og øðrum. Magnus og hansara stuðlar royndu við øllum snildum at fáa málið í drag. Men nú var eingin kongur at hjálpa Magnusi. Í desembur fekk hann útsett málið í seks vikur.
Hans Lindenov royndi framvegis at útseta málið. Hesum sýtti Humfrey fyri, og tann 16. januar 1589 var Magnus dømdur til deyða.
Tveir dagar seinni 18. januar 1589 klokkan trý um morgunin var Magnus hálshøgdur á Gammeltorv í Keypmannahavn. Magnus var framvegis djarvur og vildi ikki hava nakað fyri eyguni, og seinastu orð hansara eitast at hava verið: Jeg har sett så mangen ein dragen klinge for. Jeg er ikke rædd, vær du ej heller rædd.
Magnus var jarðaður í Keypmannahavn. Hann gjørdist 43 ára gamal.
Vinmaðurin hjá Magnusi, Hans Lindenov, fekk deyðadómin yvir Magnus ógildaðan.
Magnus varð grivin upp aftur og jarðaður í kirkjuni á harragarðinum hjá Lindenov í Ørslev Kloster við Limfjørðin.
Mynd: Wikipedia
Fríkendur
Lindenov fekk ikki brævið um deyðadóm Magnusar fyrr enn eftir, at hann var hálshøgdur. Valkendorf framdi dómin í verki fyri at tryggja sær, at Lindenov ikki enn einaferð skuldi koma Magnusi til hjálpar.
Lindenov og Sofía, kona Magnusar, stevndu nú Valkendorf. Endin varð, at Valkendorf játtaði at endurgjalda Lindenov skuld, sum Magnus hevði skyldað honum. Eisini fekk Sofía endurgjald fyri mistar inntøkur, so hon kundi forsyrgja sær og børnunum.
Deyðadómurin yvir Magnus var eisini ógildaður, og Sofía slapp at jarða Magnus av nýggjum.
Endin varð eisini, at Valkendorf mátti siga embætini frá sær og var koyrdur úr stjórnini.
Jarðaður í Ørslev Kloster
Hans Lindenov tók sær av at jarða Magnus umaftur. Magnus var grivin upp aftur, og meðan kirkjuklokkurnar ringdu, varð kistan undir stórum fagnaði førd úr Keypmannahavn. Á kistuni læt Lindenov skriva á gullplátu: Her hviler den ærlige Magnus Heineson.
Magnus var jarðaður í Ørslev Kloster við Limfjørðin í kirkjuni á harragarðinum hjá Lindenov.
Lindenov læt eina minnistalvu gera at heiðra Magnusi. Minnistalvan hongur enn í kirkjuni í Ørslev Kloster.
Øll eru ættað frá Magnusi
Magnus og Sofía áttu fleiri børn, og áðrenn hjúnalagið við Sofíu, átti Magnus sonin Rasmus í Føroyum. Rasmus í Haraldssundi, sum hann var nevndur, segðist at gerast 110 ára gamal.
Rasmus átti fimm børn, og millum tey var navnframi Guttormur í Múla, sum var tiltikin stinnur í gandi.
Í dag verður mett, at flestu føroyingar eru ættaðir frá Magnusi Heinasyni.
Annað tilfar
Ævisøgur um Magnus Heinason
Magnus Heinason
- hetja ella brotsmaður
Páll Nolsøe
Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám 2022
Magnus Heinason
- søgan um eitt dómsmorð
Páll Nolsøe
Mentargrunnur Studentafelagsins 2016
Magnus Heinason
- Ein tíðarmynd úr 16. øld
Troels Lund
Sprotin 2011
Bókaprát í Barnaútvarpinum um Magnus Heinason
Páll Nolsøe, rithøvundur, greiðir frá. Vit hoyra um bókina Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður?
Páll Nolsøe er ein av teimum, sum veit mest um Magnus Heinason, og hann hevur skrivað bæði bøkur og greinar um Magnus.
Søgulig skaldsøgurøð til børn
Magnus Heinason 1
- Ein sjógarpur
Eilif Mortansson
Bókadeild Føroya Lærarafelags 1992
Magnus Heinason 2
- Sjórænaraskip í eygsjón
Eilif Mortansson
Bókadeild Føroya Lærarafelags 1993
Magnus Heinason 3
- Sjórænarar á norðhavinum
Eilif Mortansson
Bókadeild Føroya Lærarafelags 1993
Magnus Heinason 4
- Svíkjari innanborða
Eilif Mortansson
Bókadeild Føroya Lærarafelags 1994
Magnus Heinason 5
- Seinasta ferð skiparans
Eilif Mortansson
Bókadeild Føroya Lærarafelags 1995
Magnus Heinason - Ljóðmynd í 15 pørtum
Ljóðmynd í Kringvarp Føroya í 2015 og 2016
Byggir á bøkurnar hjá Eilifi Mortanssyni, Magnus Heinason 1-5. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út 1991-1994
Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina.
Lurta eftir ljóðmyndini á kvf.fo »
Tjóðarhetjan Magnus Heinason
Temasíða á Snar:
© Upphavsrættur Snar
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
Tlf. +298 755150
Teldupostur: snar@snar.fo
Hug at gera temasíðu á Snar
Hendan síðan er partur av Temasíðunum á Snar.
Snar ger áhaldandi nýggjar temasíður.
Snar veit, at nógvir lærarar hava gjørt frálíkt undirvísingartilfar, sum kundi verið brúkt til eina temasíðu á Snar.
Hava tit hug at gera eina temasíðu, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ritstjórnina á Snar á teldupostinum snar@snar.fo.
Keldur:
- Bókin Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður eftir Páll Nolsøe - Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám 2022
- Teksturin á temasíðuni byggir í stóran mun á hesa bókina.
Aðrar keldur
- Bókin Magnus Heinason - søgan um eitt dómsmorð? eftir Páll Nolsøe - Mentargrunnur Studentafelagsins 2016
- Brot úr Føroya søgu: Magnus Heinason - Søgan um eitt justitsmorð? eftir Páll Nolsøe - Fróðskapur og Landsskjalasavnið 2010
- Føroya søga 1, Føroya søga 2 og Føroya søga 3 eftir Hans Jacob Debes - Føroya Skúlabókagrunnur 1990, 1995 og 2000
- Søga 4 eftir Erling Isholm - Nám 2017
- Ættarbandsskráin hjá Ílegusavninum á Vanganum hjá Talgildu Føroyum
- Wikipedia
Tekningar og myndir:
- Mynd ovast: Jóannes B. Lamhauge
- Wikipedia - Hin frælsa alfrøðin
- Faroephoto
- Aalborg Luftfoto