Um útgávuheimin Heimssøga
Vælkomin til Heimssøgu útgávuheimin. Hesin útgávuheimur er ein tilfarsgrunnur til Heimssøgu bókaheildirnar. Her finnur tú viðkomandi tekstir. Eisini savna vit viðkomandi leinki og filmar frá t.d. youtube, sum verða bólkað eftir kapittlunum í bókunum.
Harumframt er ætlanin, at hetta skal vera tykkara stað til vitanardeiling. Tit, bæði næmingar og lærarar, kunnu senda okkum tilfar, sum er viðkomandi til okkurt ávíst arbeiðsøki í Heimssøgubókunum ella til okkurt annað arbeiði í lærugreinini søga í framhaldsdeildini.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls Historia. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga – Frá 1900 til í dag til 9. flokk. Endamálið hevur verið at skapa eitt hugvekjandi lærugreinatilfar, sum er hóskandi til nútíðar næmingin.
Afturat næmingabókunum er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður á Snar.
Jóan Pauli Joensen hevur týtt næmingabøkurnar, og Bergur Rasmussen hevur týtt læraravegleiðingina.