Útgávurøð í lívfrøði
Í útgávurøðini eru Lívfrøði 1 til 7. flokk, Lívfrøði 2 til 8. flokk og Lívfrøði 3 til 9. flokk.
Til útgávuheildirnar eru næmingabók, lærarabók og lærarabók
Lívfrøði 1
Lívfrøði 1 - lærarabók
Lærarabókin hevur á leið sama bygnað sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Fyrsti partur er um lív og náttúru, annar partur er um lívið undir sjóneyku og triði partur er um mannakroppin.
Við at taka…
Lívfrøði 1 - uppgávubók
Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini:
1. Lív og náttúra,
2. Lívið undir sjóneyku
3. Mannakroppurin.
Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg:
venjingar…
Lívfrøði 1 - næmingabók
Í lívfrøði til 7. flokk eru fýra partar. Fyrsti partur er um náttúrusøgu, annar partur er um lívið undir sjóneykuni, triði partur er um mannakroppin, og fjórði partur er um lívfrøði í…
Lívfrøði 2
Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at geva læraranum møguleika at ogna sær størri innlit í tey evni, sum verða viðgjørd í…
Lívfrøði 2 - arbeiðsbók
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøring. Í arbeiðbókini, sum fevnir um allar hesar partar, eru bæði vegleiðingar til…
Lívfrøði 2 - næmingabók
Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Her verður viðgjørt, hvussu orka og evni fara ígjøgnum vistskipanir í náttúruni. Annar partur, sum er um arv og lívmenning, viðger…
Lívfrøði 3
Lívfrøði 3 - arbeiðsbók
Arbeiðsbókin til lívfrøði 3 er í fýra pørtum eins og næmingabókin. Ein partur er um mannakroppin, ein er um smáverur, ein lívtøkni og ílegutøkni og at enda er ein partur um dálking.
Í…
Lívfrøði 3 - næmingabók
Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar. Allir partarnir eru onkursvegna…