Um kristnirøðina
Vælkomin á heimasíðuna til kristni til fólkaskúlan. Á hesi heimasíðu eru fílur, leinkjur og annað til bókarøðina.
Harumframt er ætlanin, at hetta skal vera tykkara stað til vitanardeiling. Tit, bæði næmingar og lærarar, kunnu senda okkum tilfar, sum er viðkomandi fyri ávíst arbeiðsøki í kristnibókunum ella annað arbeiði í lærugreinini 'kristnikunnleiki og átrúnaður' í fólkaskúlanum.
Bókarøðin er í trimum:
Vinir mínir og eg 1-3 eru til 1.-, 2.- og 3. flokk. Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo hava skrivað.
Kristni 4-6 eru til 4.-, 5. og 6. flokk. Jón Magnus Joensen hevur skrivað.
Kristni 7-9 eru til 7.-, 8.- og 9. flokk. Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen hava skrivað.
Lærarabók við m.a. uppgávum og uppskot um arbeiðshættir er til hvørja útgávu.