Í útgávurøðini eru Føroysk bókmentasøga 1 og Føroysk bókmentasøga 2. (Føroysk bókmentasøga 3 kemur seinni)
Bókmentirnar eru hjartatáttur í føroyskari mentan. Tær ávirka sjálvsfatan okkara, og at kenna søgu teirra gevur dýrabart innsýni í hugaheim fólksins.
Føroysk bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum.
Føroysk bókmentasøga 1 røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900. Umframt beina tíðarrøð eru tað evropeisk mentasøgulig og bókmentasøgulig sjónarhorn, sum liggja aftan fyri bygnaðin, og í viðgerðini verða teir føroysku tekstirnir hildnir upp ímóti hesum rákunum.
Føroysk bókmentasøga 2 er um bókmentirnar í broytingaríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum.

Útgávurøðin Føroysk bókmentasøga
Føroysk bókmentasøga 2 er um bókmentirnar í broytingaríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2…
Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í…
