Skip to main content

Læraradagur 2023

7. - 9. novembur í Norðurlandahúsinum

 

Evni:  Talgildisbúgving 


Fyrilestrar á læraradegnum 2023

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í BUMR
Eyðun Gaard, stjóri í Námi
Dorte Ågård, sjálvstøðugur námsfrøðiligur ráðgevi og ph.d. - Skíggjar í skúlanum
Martin Tvede Zachariasen, professari í teldufrøði - Tilgjørt vit í undirvísingini
Sjúrður J. Ravnsfjall, lærari og kt-vørður - KT í gerandisdegnum í skúlanum
Andreas Simonsen, UVS og Djóni á Boðanesi, Gjaldstovan - Skúlanet og kt-trygd
Tóri Slættalíð, deildarleiðari í Námi - Talgildisbúgving í undirvísingini
Tøknilig fatan - Hans Fróði Jensen, Bjørg Akraberg Poulsen og Trúgvi Hansen, lærarar
Ítøkiligur íblástur til nýggjan talgildan skúlapolitikk - Dorte Ågård (DK), ph.d., sjálvstøðugur námsfrøðiligur ráðgevi

Skrá

Tak skránna niður sum PDF

Kl. 8:00Morgunmatur
Kl. 9:00 Vælkoma
Kl. 9:30

Felags fyrilestur 1  
Skíggjar í skúlanum
Dorte Ågård (DK), ph.d., sjálvstøðugur námsfrøðiligur ráðgevi, hevur m.a. skrivað bókina Skærme i skolen
Tá farteldunar og snildfonirnar komu inn í flokshølini fyri umleið 15 árum síðan, fingu vit ikki bara nýggjar fakligar og námsfrøðiligar møguleikar, men eisini tvístøður og avbjóðingar, m.a. orsakað av talgilda órógvinum, sum fylgdi við. Kring allan heimin verður í dag roynt at steðga á og skilja ímillum tær góðu og tær minni góðu síðurnar av teldunýtslu. Men hetta er trupult, m.a. tí hugburðurin til talgilding og skíggjanýtslu í skúlunum er so ymiskur.
Fyrilesturin gevur eina greining av broytingunum, sum eru hendar í flokshølinum og við floksleiðsluni, og mest eyðkendu áskoðanirnar í kjakinum um talgilding verða umrøddar. Komið verður eisini inn á, hvat havast skal í huga, tá ein skúli skal velja eina skíggjaætlan. Fyrilesturin tekur støði í bókini Skærme i skolen frá 2021.

Kl.10:25 Kaffisteðgur
Kl.10:55

Felags fyrilestur 2
Tilgjørt vit í undirvísingini – skulu vit gleða okkum ella vera stúrin?
Martin Zachariasen, ph.d. í teldufrøði, rektari á Fróðskaparsetrinum
Talgilda tøknin, og serliga tilgjørt vit (AI), fer at broyta kognitiva arbeiðslagið hjá menniskjum í framtíðini. Teldur taka sær longu nú av nógvum kognitivum uppgávum og fara í framtíðini at kunna hjálpa menniskjum við enn fleiri uppgávum. Henda broyting hevur stóran týdning fyri førleikamenning og undirvísing av børnum og ungum. Skulu vit gleða okkum ella vera stúrin?

Kl. 11:40Døgurðasteðgur
Kl. 12:30

Verkstova 1: 
Ítøkiligur íblástur til nýggjan talgildan skúlapolitikk
Dorte Ågård (DK)
Verkstovan byggir víðari á fyrilesturin og ítøkiligger, hvussu til ber at fremja ein felags talgildan skúlapolitikk. Samstundis, sum vit varðveita telduna sum eitt skilagott fakligt arbeiðsamboð, kunnu vit við at avmarka skíggjanýtsluna minka um órógvið og styrkja floksfelagsskapin. Íblásturin stavar frá eini floksleiðsluverkætlan í studentaskúlanum í Nyborg, har skíggjanýtsla var í miðdeplinum.

Verkstova 2: 
Kt í gerandisdegnum í skúlanum
Sjúrður Ravnsfjall, lærari og kt-vørður
Verkstovan er tvídeild, og komið verður bæði inn á meira og minni skilagóða kt-nýtslu.
Við stakdømum verður greitt frá, hvussu kt kann nýtast á skilagóðan hátt í skúlanum. Miðað verður ímóti, at luttakarar á verkstovuni kenna støður aftur úr egnari undirvísing og møguliga fáa góð hugskot við á vegnum.
Við øðrum stakdømum verður síðan víst, hvussu kt kann verða nýtt uttan skil í undirvísingini. Endamálið her er at vísa, at tað ikki altíð er skilagott at nýta kt í undirvísingini.

Verkstova 3: 
Talgildisbúgving í undirvísingini
Tóri Slættalíð, deildarleiðari í Námi
Hugtakið talgildisbúgving verður meira og meira nýtt í undirvísingarhøpi. Talgildisbúgving snýr seg í høvuðsheitum um at flyta albúgving inn í talgilda heimin. Men hvat merkir tað í undirvísingarhøpi? Og hvussu verður talgildisbúgving sameindur táttur í undirvísingini?
Endamálið við verkstovuni er at gera hugtakið talgildisbúgving meira ítøkiligt, bæði við at lýsa tað og við ítøkiligum dømum, sum kunnu nýtast í undirvísingini.

Verkstova 4: 
Skúlanet og kt-trygd
Andreas Simonsen og Djóni á Boðanesi, Skúlanet
Ein týðandi fyrimunur við felags skúlaneti er, at almenna kt-trygdin verður betrað fyri allar skúlar. Skúlanet tryggjar somu kós og ætlan fyri undirstøðukervið í øllum undirvísingargeiranum.
Í verkstovuni verður greitt frá, hvussu kt-trygdin úti á skúlunum og í Skúlaneti eru skipað. Eisini verður komið inn á, hvussu einstaki skúlin eigur at handfara kreppur, eitt nú tá hakkarar hava ræði á hardware, software og/ella dátum.

Verkstova 5: 
Tøknilig fatan
Hans Fróði Jensen, Bjørg Akraberg Poulsen og Trúgvi Hansen, lærarar
Verkstovan tekur støði í 3-ára menningarátakinum ”Tøknilig fatan”, sum 4. - 6. flokkur í Skúlanum á Argjahamri hevur luttikið í. Endamálið við átakinum er at hækka grundstøðið hjá næmingunum, so at tey eru betur før fyri at klára seg í talgilda heiminum.
Greitt verður frá, hvussu arbeitt hevur verið, hvørji øki hava verið viðgjørd, og hvørjar royndir lærarar og næmingar hava gjørt sær.
Verkstovan fevnir bæði um framløgu og verkligan part, har til ber at royna ymiskt, sum næmingarnir hava arbeitt við.

Kl. 13:15Kaffisteðgur
Kl. 13:55Verkstovur, 2. umfar
Kl. 14:40Læraradagurin er liðugur

 

Læraradagur

Í døgunum 7., 8. og 9. novembur verður læraradagur í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám.

Høvuðsevnið er talgildisbúgving.

Skráin er tann sama allar tríggar dagarnar. Hon er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning. Talan er um tveir høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum. Hesar verkstovur/fyrilestrar verða í tveimum umførum.

Á hesi síðuni er skráin við kunning um fyrilestrar, verkstovur og framløgur.

Vinaliga setið tykkum í samband við Nám, um spurningar ella ivamál eru. Tit kunnu ringja ella skriva beinleiðis til Dorthe Pedersen, 555175 ella dorthe@nam.fo.

Sangur

Til læraradagin í 2017 skrivaði Árni Jacobsen eina kvøðu til lærararnar.

Far til Sangin

Heimasíður undanfarin ár

Fyrilestrar undanfarin ár

 

Fyrilestrar á læraradegnum 2022

Hygg og lurta eftir fyrilestrum frá læraradegnum 2022 »

 
Fyrilestrar á læraradegnum 2020

Hygg og lurta eftir fyrilestrum frá læraradegnum 2020 »

 

Fyrilestrar á læraradegnum 2018

Hygg og lurta eftir fyrilestrum frá læraradegnum 2018 »