Sangur
Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum
- kvøða til lærararnar
Lag: Veturin kom
Her góðan morgun við biðja hvør øðrum,
øllum av hamrum og niðan úr fjørum.
Hugnaligt øll er at hitta.
Gott er nú dagin at byrja við góðum,
sitandi saman við lagi so fróum.
Skjótt millum fólk tað man smitta.
Nógv er á skránni at viðgera saman,
okkurt í álvara, annað í gaman.
Málið er eitt og hitt sama:
Vitan at luta fyrst okkara millum,
rudda burt óskil í ómegdarvillum
landi og fólki til frama.
Børn og tey ungu er okkara feingi,
tey undir hond vit jú hava so leingi.
Lat okkum einki tí spara
hesi at menna og geva ta megi,
ið fer at síggjast í komandi degi,
hvar enn í verð tey so fara.
Fuglurin lítli í reiðrinum liggur,
mennist so smátt og í kring seg hann hyggur,
vøddar hann spennir so varin.
Brátt er hann floygdur, hann spentur man tita,
vónleyst er longur hjá honum at sita,
lyftir sær á – og er farin.
Árni Jacobsen 021117