Skip to main content

Um temasíðuna

Henda temasíðan er um at nýta blogg í skúlanum. Høvuðsdenturin verður lagdur á skriving og KT-førleika. Mitt fyri á temasíðuni eru sjey uppskot, sum stigvíst brúka blogg í undirvísingini. Eisini er alment tilfar á síðuni um at blogga og at brúka kunningartøkni.

Temasíðan er ætlað lærarum og næmingum í hádeildini í fólkaskúlanum.

 

Bloggur í undirvísingini

Bloggur í undirvísingini Sjey uppskot um, hvussu bloggur kann nýtast í hádeildini í fólkaskúlanum

Les meira

 

Bøkur um at blogga

Í Námi eru fleiri útlendskar bøkur um at blogga og hvussu ein bloggur, ella fleiri bloggar, kunnu brúkast í skúlanum.

Forlagið Dansklærer-foreningen hevur givið út @ltid online (2012), sum er til 7.-8. flokk.
Sama forlag hevur givið út vores.net (2012), ið er um bloggar og aðrar miðlar, sum brúkarin sjálvur ger av, hvussu teir virka, og hvat innihald teir hava.
Forlagið Alfabeta hevur givið út Skriv godt - i flere genrer (2016), har ein partur er um at skriva blogg. Eisini verður roynt at greina blogg sum eitt serligt slag av teksti millum klummu og tíðargrein.

Skúlabókavørðurin í Námi veit altíð at siga, hvørjar bøkur og hvat tilfar er tøkt at lána ella lesa í.

At blogga í netsamfelagnum

Í viku 44 í 2015 verður tiltakið "Skúlin í netsamfelagnum" í Norðurlandahúsinum. Regin Marnersson, fyrrverandi stjóri í Námi, sigur m.a. soleiðis um tiltakið: Samtíðin setur støðugt strangari krøv á talgilda pallinum. Mangan verður sagt, at børnini eru framkomnari brúkarar enn tey vaksnu, sum so ella so eru um tey í gerandisívinum.

Tá talan eru um fakligar avbjóðingar, menning og at nýta mongu skíggjarnar sum verulig arbeiðsamboð, skortar við førleikum millum børnini og tey ungu í skúlaverkinum. Tí er neyðugt at styrkja førleikarnar hjá lærarum, so at mongu skíggjarnir kunnu gerast hent amboð ...les meira her

Bloggskipanir

Blogger

Er elsta og størsta nettænasta, sum bjóðar tær at gera ein almennan blogg fyri einki. Tú skalt bara hava eina Gmail kontu og uppskot um eitt navn, sum eingin annar hevur. Tú kanst velja ymsar litir og snið, sum eru gjørd frammanundan. Tú kanst gera 100 ymsar bloggar í hesi skipan. Google eigur Blogger. 

WordPress

Er ein open source netskipan og bloggskipan við nógvum møguleikum, um tú hevur hug og hegni at forrita. 60 mió Wordpress bloggar eru á netinum. 

Tumblr

Er ein sosialur miðil og ein mikrobloggskipan, har tú kanst skriva tekst, senda myndir, video, slóðir, sitat og ljóð á tín egna tumbleblogg. Tú kanst gera bloggin almennan, ella privatan. 250 mió bloggarar brúka Tumbler. Helvtin av teimum eru yngri enn 25 ár. Yahoo! eigur Tumblr

Tá bloggurnar bloggaðu: Fyrsta, vit vita um orðið blogg á føroyskum, er í Dimmalætting á pappíri í 2006. ‘Bloggurnar’, sum eru kvinnur, spæla uppá at tær eru blondinur. Mátin at skriva, verður kallaður at blogga. Tær skriva frekt og beint fram. Tær blogga á pappíri - tær skriva ágangandi, serliga um evni, sum eingin annar miðil tekur upp. Skriftliga framsetingin kann verða essay, ritroynd, sum altíð er persónlig og bundin av, at tú hevur nakað uppá hjartað, sum tú vilt deila við onnur her og nú. Umráðandi er, at lesarin veit, hvør tú ert. Tí eru mynd og navn altíð knýtt at einum bloggi. Seinni hevur týdningurin flutt seg frá pappíri og stíli, til at verða talgildur tekstur, sum bara er á netinum.

Bloggur: Í orðabókini stendur, at bloggur er kallkynsorð, sum í fleirtali eitur bloggar. Bloggur er eitt slag av heimasíðu, har ið einstaklingar regluliga skriva viðmerkingar, greiða frá upplivingum og so framvegis, ofta av persónligum slag. Vit siga, at tey blogga. Ein bloggur er eisini eitt íkast ella viðmerking á einum bloggi: hon skrivaði ein blogg um mentan og samleika.


Ger ein blogg eftir lítlari løtu

Einasta tær tørvar, er ein Googlekonta, sum er ókeypis at stovna, og eitt navn til bloggin. Eftirnavnið verður blogspot.com. Fylg við hesum YouTube filmi, sum sigur, hvussu tú kanst gera tín egna almenna blogg fyri einki:

KT í skúlanum S-A-M-R

Skúlablaðið 5/2015 er burturav um skúlan í netverks-samfelagnum. Í samrøðu við Magna á Lakjuni, undirvísingarleiðara á Tekniska skúla í Havn, verður tosað um SAMR myndilin:

"Námsfrøðiliga hugsanin um KT tekur støði í SAMR myndlinum hjá Ruben Puentedura. Bókstavirnar standa fyri verandi KT-støði, og hvussu tað kann verða hækkað í undirvísingini og fáa næmingin við í læringina, sambært Blooms taksonomi. Myndilin byggir á 4 stig, har lærarin kann fara upp eftir stiganum, og skapa eina spennandi og mennandi frálæru."

Les alla samrøðuna her.