Útgávurøð í náttúru og tøkni
Í útgávurøðini eru Náttúra og tøkni 1 til 4. flokk, Náttúra og tøkni 2 til 5. flokk og Náttúra og tøkni 3 til 6. flokk.
Náttúra og tøkni 1
Hetta er arbeiðsbók til grundbókina, Náttúra og tøkni 1. Greiðar tekningar og stuttur tekstur siga næmingunum frá, hvussu royndirnar skulu gerast. Pláss er at skriva úrslit av royndunum í arbeiðsbókini. Amboð til royndirnar kunnu keypast frá Bókamiðsøluni.
Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…
Náttúra og tøkni 2
Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen hevur gjørt nýggju uppgávurnar og mest sum allar tekningarnar í nýggju…
Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.
Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…
Náttúra og tøkni 3
Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.
Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.
Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…
Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum…