Skip to main content

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Høvundur :

Hallur Ellingsgaard, Jenny Lydersen, Petur Ove Petersen,

Price :

<p>48.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3510/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og alis-/evnafrøðilig fyribrigdi, ið eru grundarlagið undir tilveru okkara um allan heim. Bókarøðin er gjørd soleiðis, at næmingarnir hava eina grundbók við kunnandi tilfari um evni og eina arbeiðsbók, har royndirnar verða gjørdar.

Grundbókin er býtt sundur í evni, og lærararnir Hallur Ellingsgaard, Jenny Lydersen og Petur Ove Petersen hava skrivað hvør sín part av grundbókini og arbeiðsbókini. Nógvar litfagrar myndir og tekningar eru, ið sera væl lýsa innihaldið í tekstinum. Myndirnar og tekningarnar hava støði í tí heimliga gerandisdegnum, men lýsa samstundis alheimslig fyribrigdi. Nú kann føroyski næmingurin lesa um náttúrufyribrigdi við dømum úr føroysku náttúruni. Amboð til royndirnar kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Grundbókin er eisini komin út sum ljóðbók. Ljóðbókin kann keypast frá Bókamiðsøluni. Ljóðbókanevndin gav út. Lissi Hansen lesur. Bókin er á 5 fløgum, og tíðin er 4 tímar og 20 min.

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók