Skip to main content
Børn renna hond í hond á einum grønum bakka
Tema · Barnarættindi

Børn hava eisini rætt

Barnarættindasáttmálin hjá ST sigur, hvørji rættindi øll børn og ung undir 18 ár hava – sama hvussu tey síggja út, hvat tey trúgva uppá, og hvaðan tey koma. Her kanst tú lesa um sáttmálan, um rættindini í tínum gerandisdegi, og hvar tú kanst fáa hjálp.

1989ST samtykti sáttmálan 20. november
54greinir – 42 teirra siga, hvørji rættindi børn hava
196lond og øki hava góðkent sáttmálan
1993síðan hevur sáttmálin verið galdandi í Føroyum

Trýst á børnini Tey síggja ymisk út – men tey hava øll somu rættindi (grein 2).

Ein genta ber ein stóran bunka av bókum á einum bókasavni

Hvat er Barnarættindasáttmálin?

Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli. Hann er eitt slag av lóg, sum londini, ið hava góðkent hann, hava lovað at halda í sínum egna landi. Sáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár uttan mun til kyn, húðalit, mentan ella átrúnað. Hann sigur millum annað, at børn hava rætt til

  • at liva og mennast
  • heilsu og læknahjálp
  • skúlagongd
  • verju móti harðskapi, vanrøkt og ágangi
  • at verða hoyrd í málum, sum viðvíkja teimum
  • somu rættindi sum øll onnur børn

Tað er týdningarmikið at minnast til, at saman við rættindunum fylgir eisini ein ábyrgd: at virða rættindini hjá øðrum.

Hví hava vit ein Barnarættindasáttmála?

Fyrr høvdu børn í teimum ymsu londunum í verðini ógvuliga ymisk rættindi. ST – Sameindu tjóðir – er ein altjóða felagsskapur, sum varð settur á stovn í 1945, beint eftir seinna heimsbardaga, fyri at forða fyri fleiri kríggjum í heiminum.

Í 1979 var Altjóða barnaárið, og tá byrjaðu londini í ST at gera ein Barnarættindasáttmála. Londini hildu, at børn skulu hava serlig rættindi, tí børn eru viðbrekin og skulu hava hjálp og umsorgan. Barnarættindasáttmálin skuldi geva somu rættindi til øll børn í teimum ymsu londunum í verðini.

Tað tók ST tíggju ár at verða samd um, hvat skuldi standa í sáttmálanum, men tann 20. november 1989 varð Barnarættindasáttmálin samtyktur. Í dag hava 196 lond og øki góðkent hann – øll limalondini í ST uttan USA, sum hevur skrivað undir, men ikki góðkent sáttmálan. Eingin annar mannarættindasáttmáli er góðkendur av so nógvum londum.

Stutt søga

  1. 1945ST verður sett á stovn.
  2. 1979Altjóða barnaárið. Arbeiðið við sáttmálanum byrjar.
  3. 1989ST samtykkir Barnarættindasáttmálan 20. november.
  4. 1991Danmark góðkennir sáttmálan.
  5. 1993Sáttmálin verður eisini galdandi í Føroyum.
  6. 2007Í Føroyum verður forboðið at revsa børn við harðskapi.
  7. 2014Løgtingsins umboðsmaður fær eisini eftirlit við rættindunum hjá børnum.

Hvat stendur í Barnarættindasáttmálanum?

Í sáttmálanum eru 54 greinir. Greinirnar 1–42 siga, hvørji rættindi børn hava. Greinirnar 43–54 siga, hvussu londini og ST skulu arbeiða við sáttmálanum. Summar greinir hava meiri at siga fyri børn í Føroyum enn aðrar. Til dømis snýr grein 38 seg um børn í kríggi, og hon hevur størri týdning fyri børn í londum, har kríggj er. Fýra av greinunum eru høvuðsreglur. Tær skulu altíð lesast saman við øllum hinum greinunum.

2

Øll børn hava rættindi – sama hvussu tey síggja út, hvat tey trúgva uppá, og hvaðan tey koma.

Les grein 2
3

Vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn.

Les grein 3
6

Børn hava rætt at liva, og landið skal hjálpa teimum at hava eitt gott lív.

Les grein 6
12

Børn hava rætt til sína egnu meining, og tey vaksnu skulu virða hana.

Les grein 12

Sáttmálin í Føroyum

Danmark góðkendi Barnarættindasáttmálan í 1991, men fyrst í 1993 varð hann eisini galdandi fyri Føroyar. Tað merkir, at myndugleikarnir í Føroyum – til dømis kommunur, barnaverndir, løgreglan og skúlar – skulu halda tað, sum stendur í sáttmálanum.

Umframt Barnarættindasáttmálan hava vit eisini serligar lógir, sum snúgva seg um børn, til dømis barnaverndarlógina og lógina um foreldramyndugleika og samveru. Tað, sum stendur í serligu lógunum, skal samsvara við tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum.

Við jøvnum millumbilum skulu londini senda ST eina frágreiðing um, hvussu børn í teirra landi hava tað, og hvussu tað gongst at halda sáttmálan. Barnarættindanevndin hjá ST svarar so og sigur, hvat londini kunnu gera betur. Danmark, Føroyar og Grønland senda frágreiðingina saman.

Barnanna umboðsmaður

Hanna Vang
Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður og Barnanna umboðsmaður.

Hóast øll børn í heiminum hava fingið ein Barnarættindasáttmála, verða rættindi hjá børnum ikki altíð vird, heldur ikki í Føroyum. Tí hevur Løgtingið gjørt av, at Løgtingsins umboðsmaður síðan 2014 eisini skal hava eitt serligt eftirlit við, at føroyskir myndugleikar halda rættindini hjá børnum og ungum.

Børn og ung skulu sleppa at taka lut og siga sína meining, soleiðis at øll børn, sum vaksa upp í Føroyum, hava møguleika fyri at hava tað trygt og gott í uppvøkstrinum.

Soleiðis kanst tú venda tær til Barnanna umboðsmann