Barnarættindasáttmálin – tíni rættindi. Ein stytt útgáva
1. grein: Hvat er eitt barn
Tú ert eitt barn, um tú ert undir 18 ár.
2. grein: Javnrættindi og verja móti mannamuni
Tú hevur rættindi – sama hvussu tú sært út, hvat tú trýrt uppá, og hvaðan tú kemur.
3. grein. Tryggja áhugamálini hjá børnum
Vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn.
4. grein: Barnarættindasáttmálin skal haldast
Vaksin skulu halda tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum.
5. grein: Leiðbeining av foreldrum
Foreldur tíni skulu ansa væl eftir tær. Duga tey ikki tað, skulu tey hava hjálp til tað.
6. grein: Rætturin til lívið
Tú hevur rætt at liva – og tað landið, sum tú býrt í, skal hjálpa tær við at hava eitt gott lív.
7. grein: Navn og tjóðskapur
Tú hevur rætt til at hava eitt navn og eitt heimland – og til at kenna foreldur tíni, líka frá tú ert fødd/føddur.
8. grein: Samleiki
Landið skal tryggja, at øll børn hava eitt heimland, eitt navn og eina familju.
9. grein: Barnaverja
Tú hevur rætt til at búgva saman við tínum foreldrum, um tú hevur tað gott hjá teimum. Um ikki, skulu myndugleikarnir hjálpa tær at finna eitt annað stað, har tú kanst búgva.
10. grein: Familjusameining
Tú hevur rætt at liva saman við tínum foreldrum, sama hvørjum landi tey búgva í.
11. grein: Barnaræning
Lond, sum hava skrivað undir Barnarættindasáttmálan, skulu forða fyri, at børn verða rænd og flutt í onnur lond.
12. grein: Rætturin at siga sína hugsan
Tú hevur rætt til at hava tína egnu meining, og tey vaksnu skulu virða hana.
13. grein: Frælsi til at greiða frá og fáa upplýsingar
Tú hevur rætt at siga, tað tú meinar, um tú ikki ger teg inn á rættindi hjá øðrum. Tú hevur rætt til at leita eftir, fáa og lata upplýsingar og vitan frá sær.
14. grein: Trúarfrælsi
Tú hevur rætt til sjálv/ur at avgera, um tú vilt trúgva á ein gud – og hvønn gud tú vilt trúgva á. Tú kanst liva eftir tíni trúgv, so leingi tú ikki gert teg inn á rættindi hjá øðrum.
15. grein: Felagsfrælsi
Tú hevur rætt til at vera við í einum felagi. Tú kanst eisini stovna títt egna felag, so leingi tú ikki gert teg inn á rættindi hjá øðrum.
16. grein: Verja av privatlívi
Tú hevur rætt til privatlív. Til dømis mugu onnur ikki lesa tíni sms, boð, teldupost o.s.fr.
17. grein: Upplýsing frá fjølmiðlum
Tú hevur rætt at vita, hvat hendir í verðini – t.e. at hava atgongd til internet, sjónvarp, útvarp, bløð og bøkur.
18. grein: Barnauppaling
Foreldur tíni hava høvuðsábyrgdina av at uppala og menna teg.
19. grein: Verja móti harðskapi
Myndugleikarnir skulu verja teg, um tú ert fyri harðskapi, happing ella aðrari ringari viðferð.
20. grein: Foreldraleys børn
Myndugleikarnir skulu hjálpa børnum, sum ikki hava foreldur.
21. grein: Ættleiðing
Landið skal tryggja, at eitt barn bara verður ættleitt, um tað er gott fyri barnið.
22. grein: Flóttabørn
Londini, sum hava undirskrivað Barnarættindasáttmálan, skulu tryggja, at flóttabørn fáa tað gott, og tey skulu samstarva við felagsskapir (t.d. Reyða Kross, Læknar Uttan Landamørk og onnur) um tað.
23. grein: Børn, sum bera brek
Um tú bert brek, hevur tú rætt til at fáa hjálp við at menna teg og fáa eitt gott lív.
24. grein: Heilsa
Tú hevur rætt til at liva gott og sunt og fáa læknahjálp, um tú verður sjúk/ur.
25. grein: Reglulig kanning av viðurskiftum hjá børnum á stovni
Landið skal syrgja fyri, at børn á stovnum hava tað gott.
26. grein: Almannahjálp
Tú hevur rætt til almannahjálp, t.e. hjálp og stuðul frá myndugleikunum, um tú ikki kanst klára teg sjálvan.
27. grein: Lívskor
Foreldur tíni skulu syrgja fyri, at tú fært mat, hita, tryggleika, lærdóm og kærleika, soleiðis at tú kanst menna teg. Um tey ikki megna tað, skulu myndugleikarnir hjálpa tær.
28. grein: Undirvísing
Tú hevur rætt til ókeypis skúlagongd, og skúlin skal fara væl við tær.
29. grein: Endamálið við undirvísingini
Tú hevur rætt til ein góðan skúla, sum gevur tær neyðuga vitan og mennir teg sum menniskja.
30. grein: Minnilutar
Kemur tú frá einum minniluta, hevur tú rætt til at hava tína egnu mentan, trúgv og mál.
31. grein: Hvíld og frítíð
Tú hevur rætt til at hava frítíð og tíð til at spæla og loyvi at luttaka í mentanarligum og skapandi virksemi.
32. grein: Barnaarbeiði
Tú skalt verjast fyri hørðum og vandamiklum arbeiði, sum kann skaða tína heilsu og skúlagongd. Landið, har tú býrt, skal hava lóggáu, sum sigur, hvussu gamal tú mást vera, áðrenn tú kanst arbeiða.
33. grein: Misnýtsla av rúseitri
Tú skalt verjast fyri nýtslu av rúseitri, og fyri at arbeiða við og selja slík evni.
34. grein: Kynslig misnýtsla
Tú skalt verjast fyri allari kynsligari misnýtslu, undir hesum at selja teg sjálvan og at vera við í pornografiskum sýningum og tilfari.
35. grein: Rán og søla av børnum
Landið skal forða fyri, at børn verða rænd og seld.
36. grein: Onnur misnýtsla av børnum
Øll børn skulu verða vard fyri øllum sløgum av misnýtslu.
37. grein: Píning og revsing
Tú mást ikki verða pínd/ur, og tú skalt hava góða viðgerð, um tú ert í fongsli.
38. grein: Kríggj og stríð
Tú skalt verjast fyri kríggi og stríði, og tú mást ikki vera hermaður.
39. grein: Endurmenning
Landið skal hjálpa børnum, sum hava verið fyri vanrøkt, misnýtslu ella píning.
40. grein: Viðferð í rættarmálum
Landið skal hjálpa børnum, sum hava brotið lógina, í staðin fyri at revsa tey.
41. grein: Til barnsins besta
Hevur landið eina lóg, sum gevur børnum betri rættindi enn tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum, so skal tann lógin verða nýtt í staðin.
42. – 54. grein: Kunning um Barnarættindasáttmálan
Landið skal uppá ymsar mátar syrgja fyri, at øll børn og vaksin læra um Barnarættindasáttmálan, og at hann verður hildin og virdur.