Skip to main content

Børn hava rætt til verju móti kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi

 

Lógargrein 34 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn skulu verjast ímóti øllum sløgum av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi.

Barnalokkari og pedofilur eru skemdarorð. Men orðini vísa, at tað tíverri eru vaksin, sum eru seksuelt áhugað í børnum og ungum. Kynslig misnýtsla og ágangur eru forboðin og skaða tey børn og ungu, sum eru úti fyri tí.

Kynsligur ágangur byrjar ofta sakleyst, við at tann vaksni brúkar sínar royndir, vitan ella arbeiði til at lokka og yvirtala børn og ung inn í eitt samband, sum líkist vinalagi. Tað kann vera torført at siga nei við ein vaksnan, sum rósar einum og sigur ymiskt fitt. Eisini um tú ert á netinum og kemur í samband við ein fremmandan, sum sigur, at tú sært gott út. Men sambandið verður ein trupulleiki, tá tann vaksni vil hava kynsligar tænastur sum løn fyri rós, umsorgan og uppmerksemi. Ofta dugir tann vaksni væl at yvirtala børn og ung til at flyta síni mørk eitt sindur í senn.

Tað er týdningarmikið at siga frá, tá tú følir, at tær ikki dámar okkurt. Mørk snúgva seg um, hvat ein hevur hug til, og hvat ein ikki hevur hug til. Tað kann til dømis vera, hvør kann røra við ein ymisk støð á kroppinum, og hvør kann klemma ella mussa ein. Mørk eru ógvuliga persónlig. Tey eru við til at tryggja, at ein ikki ger nakað, sum ein ikki hevur hug til. Mørk eru ymisk frá persóni til persón og kunnu broyta seg alt eftir støðuni tú ert í, og hvørjum tú ert saman við.

Øll menniskju kunnu koma út fyri, at mørk teirra verða brotin, tí tú ikki fært sagt frá, meðan tíð er, ella tí at onkur ikki virðir eitt nei. Tað er eisini týdningarmikið at leggja til merkis mørkini hjá øðrum, og hvussu tey vísa síni mørk. Tá onkur vísir síni mørk við orðum ella kropsmáli, skalt tú altíð hava virðing fyri tí.

Kynsligur ágangur móti børnum og ungum verður sjálvdan framdur av ókendum persónum, men ofta frá fólkum, sum barnið og tann ungi kenna frammanundan. Tað kunnu vera vaksin í familjuni, ella vaksin, sum barnið kennir frá til dømis einum frítíðarítrivi.

Tað er serliga torført hjá einum barni ella ungum at siga frá og fortelja um kynsligan ágang, tá kynsligi ágangurin kemur frá onkrum í familjuni. Men ert tú úti fyri kynsligum ágangi, er besta loysnin altíð at siga tað fyri einum vaksnum, sum tú hevur álit á. Tann vaksni kann hjálpa við at fara til barnaverndina og løgregluna, soleiðis at kynsligi ágangurin verður støðgaður.

 

 

Dømi:

Tað byrjaði, tá eg var 12 ár og byrjaði at fáa boppur og alt tað, sum fylgir við. Hvørja ferð, ið mamma fór í náttarvakt, skuldi eg vera einsamøll inni við babba. Næstan hvørja ferð gjørdi hann seg inn á meg. Tað bleiv verri og verri fyri hvørja ferð. Stórasystir var flutt út í egna íbúð, tá ið hon var 17 ár. Nú hugsi eg, at hann hevur nokk eisini gjørt okkurt við hana. Eg segði fyri mammu, hvat babba gjørdi. Mamma bleiv ræðuliga bangin og segði, at vit máttu ikki siga hetta fyri nøkrum. Hon segði, at hon skuldi syrgja fyri, at tað ikki hendi aftur. Mamma fór aldri í náttarvakt aftur. Hon tosaði eisini við babba. Tað hevur merkt okkum øll trý.

Hetta ræðuliga loyndarmálið bera mamma, babba og eg. Eg havi lovað mammu einki at siga fyri teimum, ið vit kenna. Mamma er altíð bangin, men babba virkar ikki at verða ávirkaður av tí, sum er hent, tá hann er millum familju og vinir. Heima er kuldi og ofta tøgn.

Eg royni at klára meg nú. Eg eri langt síðan flutt til eina aðra bygd. Eg eri farin í viðgerð hjá einum sálarfrøðingi, tí eg eri so plágað av angist. Ikki tí eg eri bangin fyri at flúgva ella at vera einsamøll inni. Nei, eg eri bangin fyri at knýta meg til onnur fólk. Eg havi eisini ringt við at fara til arbeiðis, tí eg eri bangin fyri at gera feilir. Tá onkur bjóðar mær í veitslu, sigi eg altíð, at tað liggur ikki fyri - og tá onkur, sum eg kenni, vil geva mær eitt klemm og vil rósa mær, blívi eg so bangin og illa við.

Tað hjálpir at tosa við sálarfrøðingin, sjálvt um tað ofta kennist so tungt, at eg havi hug at gevast. Men sálarfrøðingurin sigur, at eg má stríðast víðari fyri at fáa tað betri. Tað størsta sárið, ið eg havi, er, at mamma ikki hjálpti mær betri, tá eg hevði brúk fyri henni. Tað ringasta er loyndarmálið, pínan, kenslurnar, sum eg ikki slapp út við, fyrr enn eg bleiv 26 ár.

Loyndarmálið, sum so við og við bleiv til kulda og angist í míni sál.

Kvinna, 28 ár
Kelda: Barnabati