Skip to main content

Hvat stendur í Barnarættindasáttmálanum?

 

Í Barnarættindasáttmálanum eru 54 lógargreinir. 41 av teimum snúgva seg um rættindi hjá børnum. Tað er týdningarmikið at minnast til, at saman við rættindunum fylgir eisini ein ábyrgd at virða rættindini hjá øðrum.

Summar av lógargreinunum eru meiri viðkomandi fyri børn í Føroyum enn aðrar. Til dømis hevur lógargrein 38 ikki nakað beinleiðis við børn í Føroyum at gera, tí hon snýr seg um børn, sum verða brúkt sum hermenn. Hendan lógargrein hevur tí størri týdning fyri børn í ávísum londum í t.d. Afrika. Í hesum bóklingi eru nakrar lógargreinir í Barnarættindasáttmálanum lýstar, sum kunnu hava týdning fyri børn í Føroyum.

 

 

Tær fýra høvuðsreglurnar

Fýra av lógargreinunum í Barnarættindasáttmálanum eru høvuðsreglur. Tað merkir, at tá tú lesur hinar reglurnar í Barnarættindasáttmálanum, skulu tær altíð verða lisnar saman við teimum fýra høvuðsreglunum. Høvuðsreglurnar eru:

* lógargrein 2, sum sigur, at tú hevur rættindi – uttan mun til hvussu tú sært út, hvat tú trýrt uppá, og hvar tú kemur frá.

* lógargrein 3, sum sigur, at vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn.

* lógargrein 6, sum sigur, at tú hevur rætt at liva – og tað landið, sum tú býrt í, skal hjálpa tær at hava eitt gott lív.

* lógargrein 12, sum sigur, at tú hevur rætt til at hava tína egnu meining, og hana skulu tey vaksnu virða.