Børn hava rætt til verju ímóti øllum sløgum av ágangi, vanrøkt ella misbrúki
Lógargrein 19 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn hava rætt til verju ímóti øllum sløgum av kropsligum og sálarligum ágangi og harðskapi, vanrøkt ella misbrúki. Tað eru fleiri sløg av harðskapi.
Kropsligur harðskapur er til dømis ein lúsingur, fleingja, slag, klíping, spark, kvørkratak brenning við sigarettum ella neyðtøka.
Sálarligur harðskapur er, tá børn verða hótt við harðskapi ella revsing ella fáa at vita, at tey einki duga. Eisini happing er sálarligur harðskapur. Sálarligur harðskapur er eisini, at børn síggja foreldur berjast.
Kynsligur harðskapur er øll sløg av kynsligum ágangi. Ofta er tá talan um bæði kropsligan og sálarligan harðskap.
Fíggjarligur og materiellur harðskapur er at nokta pengar, mat ella onnur ting fyri at revsa og hava ræði á.
Øll sløg av harðskapi gera skaða. Kortini eru vaksin, sum halda, at tað er neyðugt at brúka harðskap og sláa, tá tey uppala børn síni, men hetta er ikki loyvt. Í 2007 bleiv bannað við lóg at sláa børn. Heldur ikki lærarar og námsfrøðingar mugu brúka harðskap yvir fyri børnum og ungum. Á stovnum er bara loyvt at brúka kropsliga makt yvir fyri børnum og ungum, um tey eru til vanda fyri seg sjálvi ella onnur.
Man kann eisini sláa við orðum. Tað eitur sálarligur harðskapur. Tað er torført at máta styrkina av sálarligum harðskapi, tí grov orð og hóttanir vísa seg ikki sum blá merki. Hóast hetta kann sálarligur harðskapur verða minst líka skaðiligur sum kropsligur harðskapur.
Øll børn hava rætt til at liva eitt lív uttan happing. Tað er týdningarmikið at støðga happing, tí happing er álvarslig, bæði í skúlanum og aðrastaðni, t.d. á netinum. Tað er eisini galdandi, tá happingin gongur út yvir onnur. Ert tú fyri happing ella vitni til happing, hevur tú krav uppá, at tey vaksnu taka sær av tí.
Børn, sum liva í familjum við harðskapi, liva í óvissu, ótryggleika og ótta. Børnini brúka orku og uppmerksemi uppá at sleppa undan, at foreldur ella onnur í familjuni fáa gron og verða óð. Børnini seta tí síni ynski og sín tørv til síðis, soleiðis at tey ikki føra til kjak og kegl, sum kann føra til meiri harðskap.
Ert tú úti fyri harðskapi, eigur tú at siga tað fyri einum vaksnum, sum tú hevur álit á. Bæði skúlin og kommunan kunnu hjálpa børnunum og familjunum, men fyritreytin er, at tey mugu fáa tað at vita, tá børn ikki hava tað gott. Í familjum við harðskapi, hava øll í familjuni brúk fyri at læra at loysa ósemjur og stríð á annan hátt enn við harðskapi. Lærarar og skúlastjórar, sum fáa at vita um happing, hava skyldu at gera nakað við tað.
Dømi:
Tá eg var yngri gekk eg í slitnum gentuklæðum, hóast eg eri ein drongur. Eg hevði ikki matpakka við í skúla og skuldi altíð hjálpa til heima. Tá familjan át døgurða um kvøldið, bleiv eg ofta blakaður í song. Ofta fekk eg bara rugbreyð við margarini og varð sendur útum at eta. Pápi mín tosaði ongantíð við meg, og kona hansara kallaði meg “títt andstyggiliga djór” og segði, hvussu ljótur eg var. Tá hon bleiv ill, sló hon meg og kastaði ting eftir mær.
Soleiðis var mítt lív frá eg var 9 ár til eg var 14 ár. Mamma mín doyði av krabbameini, tá ið eg var 4 ár, og eg flutti til ommu mína at búgva. Men hon bleiv sjúk, so eg mátti flyta inn til pápa mín, nýggju konuna hansara og dóttir hennara, tá ið eg var 9 ár.
Vit búðu í einum stórum og flottum húsum. Hóast eg var klænur og skitin og líktist burturúr hinum børnunum í grannalagnum, so blandaði eingin seg uppí, tí øll hildu, at pápi mín og kona hansara vóru góð foreldur.
Ein av teimum verstu hendingunum var ein nýggjársaftan. Konan hjá pápa mínum tók meg við út í baðirúmið, opnaði vindeyga og bað meg lata meg úr. So gav hon mær eina uppvaskibust og bað meg vaska allar flísarnar í baðirúminum. Eg var nakin, ísakaldur, keddur og bangin. Ikki fyrrenn einir tveir tímar vóru farnir, slapp eg útaftur.
Tað er torført at vita, hvat normalur atburður er, um eingin sigur tær, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Ikki fyrrenn eg var 14 ára gamal, fortaldi eg alt fyri einum lærara. Barnaverndin kom, og eg flutti til eina fosturfamilju at búgva.
Nú havi eg tað gott, men eg angri, at eg ikki nógv fyrr fortaldi fyri einum vaksnum, hvussu eg hevði tað heima.
Drongur 17 ár