Skip to main content

Hví hava vit ein Barnarættindasáttmála?

Fyrr høvdu børn í teimum ymsu londunum í verðini ógvuliga ymisk rættindi. ST – Sameindu tjóðir - er ein altjóða felagsskapur, sum varð settur á stovn í 1945, beint eftir seinna heimsbardaga, fyri at forða fyri fleiri kríggjum í heiminum. Í 1979 var Altjóða Barnaár, og londini í ST vóru samd um at gera ein Barnarættindasáttmála. Londini hildu, at børn skulu hava serlig rættindi, tí børn eru viðbrekin og skulu hava hjálp og umsorgan. Barnarættindasáttmálin skuldi geva somu rættindi til øll børn í teimum ymsu londunum í verðini.

Tað tók ST tíggju ár at blíva samd um, hvat skuldi standa í Barnarættindasáttmálanum, men tann 20. november í 1989 varð Barnarættindasáttmálin veruleiki. Tey flestu lond í verðini hava skrivað undir Barnarættindasáttmálan. Føroyar skrivaðu undir Barnarættindasáttmálan í 1992. Tað merkir, at myndugleikarnir í Føroyum, t.e. kommunur, barnaverndir, politi, skúlar, o.s.fr., skulu halda tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum.

Fimta hvørt ár skulu londini skriva eina frágreiðing til ST og greiða frá, hvussu børn í teirra landi hava tað, og hvussu gongur at halda Barnarættindasáttmálan. ST skrivar so aftur til londini og sigur teimum, hvat tey kunnu gera betur.

Umframt Barnarættindasáttmálan hava vit eisini serligar lógir, sum snúgva seg um børn, t.d. barnaverndarlóg og lóg um foreldramyndugleika og samveru. Tað, sum stendur í serligu lógunum skal samsvara tí, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum.