Skip to main content

Vilt tú lesa boðini?

 

Filmsbrotið niðanfyri er frá Facebook-síðuni hjá Barnabata.

Barnabati sigur soleiðis um filmsbrotið:

Happing er ein samfelagsligur trupulleiki, ið rakar umleið 2000 børn og ung hvørt ár, og talið av teimum sum happa er munandi størri.

Hevur tú ongan at tosa við, so eru vit her og til reiðar at hjálpa tær. Vitja heimasíðuna hjá Barnabata. Her kanst tú tosa við Tú & Eg Ráðgevingina. Tær nýtist ikki at siga hvør tú ert.

Sjónbandið er framleitt í samstarv við Rummelighed org. 
Boðini Barnabati hevur nýtt, eru frá kanningini "Happing í fólkaskúlanum 2015" hjá Mentamálaráðnum, frá Ask fm og við loyvi frá børnum, og foreldrum teirra, sum hava ringt til Tú & Eg Ráðgevingina.