Skip to main content

Børn hava rættindi í sambandi við arbeiði

 

Lógargrein 32 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn ikki mugu hava arbeiði, sum forðar teimum í at ganga í skúla, sum er vandamikið fyri heilsuna hjá teimum, ella sum misnýtir tey peningaliga.

Nógv ung fólk í Føroyum arbeiða uttan fyri skúlatíð. Høvuðsreglan er, at tú skalt vera minst 15 ár fyri at arbeiða. Tó kunnu ung, sum eru fylt 13 ár hava ymiskt lættari arbeiði uttan fyri skúlatíð.

Tað eru reglur fyri, hvussu nógvar tímar um dagin ung kunnu arbeiða, hvussu seint tey kunnu arbeiða, og hvørjum tey kunnu arbeiða við. Tað er týdningarmikið, at ung ikki arbeiða ov seint út á kvøldið, soleiðis at tað gongur út yvir skúlagongdina. Ung mugu heldur ikki dragsa og lyfta ov tungt, soleiðis at tey oyðileggja sær heilsuna. Ung hava eins og onnur rætt til at hava støðg í arbeiðstíðini.