Holocaust
Á hesi temasíðu er evnið holocaust og onnur fólkadráp. Á síðuni eru almennir upplýsingar, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar at brúka í skúlanum.
Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað holocaust.
27. januar minnast vit holocaust og onnur fólkadráp. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz.
Um filmin
Kz-lejrenes befrielse – Hitchcocks glemte film er ein filmur um ein film, sum varð goymdur og gloymdur. Heimildarfilmurin inniheldur m.a. veruligar upptøkur frá teimum sameindu úr bæði týningarlegum og arbeiðslegum, teirra millum Dachau, Bergen-Belsen og Auschwitz. Upptøkurnar vísa ræðuleikarnar í týsku legunum sum t.d. lík, svøltaðar og sjúkar fangar, mannahár, mannaleivdir í brenniovnum fyri bert at nevna nøkur dømi. Hesar upptøkurnar skuldu m.a. nýtast sum prógv fyri teimum ræðuleikum, nazistarnir høvdu framt.
Bretski sjónvarpsmaðurin Sidney Bernstein stóð í samtíðini fyri at fáa ein film til vega um hesar ræðuleikarnar, men ikki fyrr enn 70 ár seinni í 2014 sá filmurin Kz-lejrenes befrielse – Hitchcocks glemte film ella Night Will Fall eftir André Singer dagsins ljós. Alfred Hitchcock hevði ein týðandi leiklut í ætlaða filminum. Hetta er einasti heimildarfilmur, Hitchcok nakrantíð hevur gjørt.
Filmurin hjá Bernstein og Hitchcock varð ongantíð liðugur. Kz-lejrenes befrielse – Hitchcocks glemte film fortelur okkum søguna um, hví so er. Samstundis varpar heimildarfilmurin eisini ljós á, hví man skal hyggja eftir upptøkum av slíkum ræðuleikum, hvat man velur at filma, hvussu man velur at klippa og redigera filmar, og hvat ynskir man at fortelja við filmi. Er tað yvirhøvur hóskandi og gagnligt at vísa slíkar ræðuleikar.
Krevur innritan.
Uppgávur
Lesið tekstin um Holocaust og gerningsmenn
Arbeiðið við spurningum í bólkum (4 næmingar í hvørjum bólki) við endamáli at svara hesum høvuðsspurningum í flokkinum/plenum:
- Hvussu kundi Holocaust henda? Og hvat fær fólk at fremja slíkar ræðuligar gerningar?
- Hvønn týdning hevur tað at varpa ljós á hetta?
- Og er tað yvirhøvur hóskandi og gagnligt at vísa slíkar ræðuleikar?
Heimildarfilmurin (Bólkaarbeiði í ½ t.)
- Ger ein samandrátt av heimildarfilminum.
- Set heimildarfilmin í søguligt høpi. Nýt tekstin Holocaust og gerningsfólk til hetta.
- Hvat er endamálið við heimildarfilminum?
- Hví varð upprunaligi filmurin ongantíð vístur?
- Hvønn týdning hevur úrvalið av tilfari og uppseting í slíkum heimildarfilmum? – Nevn dømi úr filminum, ið høvdu sterka ávirkan á tykkum
- Hvønn leiklut hevði Hitchcock fyri filmsframleiðsluna?
- Eru livandi myndir meira sannførandi enn orð? Og er tað etiskt í lagi at vísa slíkar ræðuleikar?
Motivatiónirnar hjá gerningsfólkum
Bólkarnir fáa 15 min. til at seta seg inn í eitt av hesum ástøði, Hannah Arendt, Christopher R. Browning og Daniel Goldhagen. Eftirfylgjandi kjakast næmingar skiftandi, 1 og 1, í 10–15 min.
- Lesið tekstin við tí endamáli at duga at greiða frá hesum ástøði fyri einum øðrum floksfelaga.
- Bólkurin kjakast um ástøðið og semist um nøkur lyklahugtøk.
- Tosið við ein floksfelaga við einum øðrum ástøðingi, og kjakist um, hví fólk fremja slíkar gerningar.
Flokskjak (20–30 min.)
- Hvussu kundi Holocaust henda? Hvat fær fólk at fremja slíkar ræðuligar gerningar?
- Hvønn týdning hevur tað at varpa ljós á hetta?
- Er tað yvirhøvur hóskandi og gagnligt at vísa slíkar ræðuleikar?
Gregory Stanton um fólkadráp
Amerikanski granskarin, Gregory Stanton, hevur hildið saman gongdina í søguligum fólkadrápum í flestu londum. Hann er komin eftir, at tíggju stig kunnu síggjast aftur, tá fólkadráp fara fram.
Tey tíggju stigini eru:
- at gera eina flokkingarskipan
- at gera ímyndir
- at gera mismun
- at gera eitt menniskja ómenniskjansligt
- at skipa eina útrudding
- at elva til polarisering
- at fyrireika álitisfólki til útruddingina
- at jagstra tey útvaldu
- at útrudda
- at avnokta
Í 1989 varð Gregory Stanton biðin at standa fyri einum venjingarskeiði fyri almenn starvsfólk í Ruanda og grannalondunum. Tá fór Stanton til forsetan, Juvenal Habyarimana, og bað hann strika ”ethnic identities”, upprunaeyðkenni, í samleikaskjalinum hjá fólki í Ruanda, tí hetta kundi brúkast at eyðmerkja tey við, um so varð, at eitt fólkadráp fóra at taka seg upp. Fimm ár seinni, í 1994, var tutsifólkið fyri skipaðum fólkamorði í Ruanda.
Í kunningarsavninum hjá Námi er nýggja danska bókin ”Vejen til folkedrab - før under og eftir Holocaust”. Bókin sigur, at í farnu øld vórðu hundrað milliónir dripin í fólkadrápi. Í Holocaust drupu nazistar seks milliónir. Onnur fólkadráp, sum bókin viðger, vóru í Armenia, Kambodja, Ruanda og Srebrenica. Bókin vísir á, at í øllum førum vórðu ofrini forfylgd fyri nakað tey vóru - ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt.
Í bygnaði og hugsan tekur bókin støði í teim tíggju stigunum hjá Gregory Stanton.
Arbeiðsuppgáva at loysa í flokkinum
- Tosið í flokkinum um tey tíggju stigini, sum Gregory Stanton nevnir. Gevið tykkara boð uppá, hvørja meining hesi tíggju stigini kunnu hava. Takið jødar undir krígnum sum dømi. Brúkið øll tey tíggju stigini. Hjálpa stigini okkum í eini fatan av tilgongdini?
- Nú flyta vit tey tíggju stigini heim til okkara gerandisdag. Vit hugsa eina tilgongd við ógvusligari útihýsing og happing. Kunnu vit fáa nakað persónliga burtur úr teim tíggju stigunum, tá vit meta um eina hugsaða hending í okkara egna flokki?
- Kann vitanin um tey tíggju stigini fáa okkum at forða fyri allari útihýsing og happing?





