Krystalnáttin
Soleiðis nevna vit náttina millum 9. og 10. novembur í 1938, tá nasistar og viðhaldsfólk í Týsklandi knústu rútar og synagogur hjá jødum. Hampafólk vóru skakað, tí hendingin var so ógvuslig. Øll sóu, at hús, handlar, gravsteinar og minnismerki hjá jødum vórðu smildrað sundur. Eftir glasbrotunum, sum lógu í gøtunum, tá fólk vaknaðu, fekk náttin navnið Kristallnacht.
Krystallnáttin setti gongd á jødisku fíggindamyndina hjá nasistum.
Á heimasíðuni hjá The United States Holocaust Memorial Museum sigur Johanna Gerechter Neumann í hesum enska klippi, sum varir tveir minuttir, hvussu hon minnist Krystallnáttina:
Arbeiðsuppgávur
1 Hvussu gomul var Johanna, tá Krystallnáttin var í Týsklandi?
2 Hví man hon minnast hesa hending?
3 Hvar fór húskið hjá Johonnu eftir Krystallnáttina í Hamburg?
4 Hvør eigur heimasíðuna, har Johanna sigur frá?
5 Hvønn týdningin hevur tað, at vanlig fólk minnast og at minnini verða gjørd atkomulig fyri onnur?
6 Hvørji søvn hava vit í Føroyum, sum varðveita tað, ið fólk hava upplivað?
Poddur um Wannseefundin
Undir heitinum Kampen om historien hevur Danska Útvarpið eina spennandi poddvarpsrøð, sum varir ein knappan tíma hvør. Í nýggjasta poddvarpinum tosar journalisturin Adam Holm við Moritz Schramm og Therkel Stræde, sum eru danskir serfrøðingar í týskum og søgu, um nýggja týska biograffilmin "Wannseefundurin". Heitið er Wannsee-konferencen - historiens mest fatale møde.
Adam Holm spyr, hvussu søguligi fundurin verður lýstur í nýggja filminum, og hvønn týdning veruligi Wannseefundurin fekk í fyriskipanini og útinnanini av Holocaust.
Holocaust og morgunmatur - eitt 80 ára minni úr Wannsee
Nýggi týski spælifilmurin Die Wannseekonferenz fylgir tíðarrætt øllum tí, ið fór fram fyri júst 80 árum síðan, tá Heydrich bjóðaði fremstu nazistum til morgunmat við Wannsee í Steglitz-Zehlendorf býarpartinum í Berlin.
Afturvið siðiligu innkallingini og vælskipaða fundinum í framúr vøkru húsunum hin 20. januar 1942, var eittans mál á skránni: Hvussu kundi endaliga beinast fyri teim 11 milliónum jødunum, sum búðu í Evropa.
Tað er við hetta høvið, at leikstjórin Matti Geschonneck, ið er føddur í eysturtýska býnum Potsdam í 1952, setur á pall arkitektarnar, sum á morgunmatarborðinum teknaðu og skaptu Holocaust sum eina endaliga loysn.
Ørindini hjá leikstjóranum eru ikki at halda mennirnar fram sum ódjór. Tvørturímóti eygleiða vit ábyrgdarfull menniskju, sum eru í góðum starvi hjá eini ráðharrastovu, Ministerium, sum hevur givið monnunum stóra ábyrgd í samtíðini.
Og júst av hesi vælskipaðu orsøk, fara vit skjótt at fata persónarnar sum arbeiðslig ódjór.
Filmsummælarar eru samdir um, at Wannseefundurin verður ein kalligur leikur, sum stillisliga vindur seg upp til eitt eitrandi meistaraverk á filmi.
Philipp Hochmair er leikarin, ið hevur fundarleiðsluna sum hin søguligi Reinhard Heydrich, sinniligur og sjarmerandi. Eitt meistarligt avrik eins og í øllum hin førum, har vit síggja fremstu týsku leikarar í søguligu leiklutunum. Umframt Hochmair sum Heydrich, síggja vit Johannes Allmayer sum Adolf Eichmann. Aðrir leikarar eru Maximilian Brückner, Matthias Bundschuh og Fabian Busch.
Wannseefundurin varð í 1984 gjørdur til týskan sjónvarpsfilm, og bretar gjørdu í 2001 sjónvarpsfilmin Conspiracy um somu hending.
Nýggi týski filmurin Die Wannseekonferenz verður sýndur í Føroyum mikudagin 25. januar 2023 kl. 20:00. Filmurin varir 108 minuttir. Í Ísrael er filmurin loyvdur øllum at síggja, meðan onnur lond hava ásett 12-13 ára aldursmark. Í Føroyum er tað
Uppgávur til týska filmin Die Wannseekonferenz (Matti Geschonneck 2022)
Týski filmurin varir 108 minuttir og uppgávurnar eru ætlaðar hádeild í fólkaskúlanum og miðnámi í týskum og søgu.
Í filminum eru vit í húsunum Villa Marlier við Wannsee í Berlin hin 20. Januar 1942. Tíðarrætt lýsir filmurin, hvussu fundurin hjá Reinhard Heydrich gongur. Hann hevur sett eitt mál á skrá: Die Endlösung og hvussu beinast kann fyri øllum jødum í Týsklandi og teim londum, sum týskarar hava lagt undir seg í krígnum.
- Hvørji eru fólkini, sum eru boðin á fund?
- Hvussu er støðan hjá Týsklandi í krígnum um hetta mundið?
- Hvat merkir Die Endlösung?
- Vit fara ongantíð útum. Greið frá hvørja effekt leikstjórin fær burturúr hesum filmiska frásøguvali.
Hóast filmurin ikki víkir frá 80 ára gomlu skránni hjá Heydrich, nemur hann við mong tilverulig viðurskifti.
- Hvørji orð verða gjøgnum fundin og filmin heft uppá jødar?
- Skiftið orð um vendingina, at orð skapa veruleika.
- Hóma vit nakra ætlan hjá leikstjóranum at nema við nútíðarviðurskifti, tá tað ræður um at perspektivera menniskjasýni í nútíðarsamfelagnum?
Væl skipaða fundarhaldið er ein orsøk til, at so mong skjøl eru komin undan kavi, at dokumentera hendingarnar.
- Hvat sigur kvinnuligi skrivarin, Ingeborg Werleman, um hetta í byrjanini av filminum?
- Hvønn týdning hava borðkortini við nøvnum á?
Tá beinast skal fyri øllum jødum í Evropa, renna fyriskipararnir seg í avbjóðingar av logistiskum slag. Mongdirnar eru øgiligar, og hvussu skal gerast við tey, sum ikki eru heilir jødar, og teir jødar, sum hava fingið heiður fyri krígsluttøku í fyrra veraldarbardaga?
- Hvussu nógvir jødar eru í Týsklandi og teim londum, sum týskarar hava hertikið um hetta mundið?
- Síggja vit myndir frá týningarlegum í filminum? Skiftið orð um valið hjá leikstjóranum.
Ymsir persónar hava ymisk sjónarmið á fundinum. Heftið tykkum við hesar báðar og greiðið frá teirra menniskjasýni:
- Friedrich Wilhelm Kritzinger
- Rudolf Lange
Gev eitt ummæli av filminum!
Holocaust yvirlivari deyð
Holocaustyvirlivarin, Arlette Andersen, er deyð, 98 ára gomul. Hon var fødd í Fraklandi, har hon varð handtikin í 1943 og send til Auschwitz í Póllandi. 23. august 2022 andaðist hon í Fredericia í Danmark.
Í 2017 segði hon søguna Arlette - en historie vi aldrig må glemme fyri filmsleikstjóranum Thomas Kvist Christiansen. Filmurin varir 80 minuttir og sæst á Filmstriben við 15 ára aldursmarki.
Her er ein treylari úr filminum:
Hvar fáast filmarnir?
The Promise (2016) kann stroymast við Apple tv.
Nógvir aðrir nýggir filmar eru um viðurskifti, ið eru tengd at holocaust. Til ber at spyrja ritstjóran í Námi um ráð, eisini um aldursmark.
Her er eitt yvirlit við nýggjum filmum um holocaust, og hvar teir kunnu stroymast, um lokali biografurin ikki kann útvega filmin:
Norski Holocaustfilmurin Den Største Forbrytelsen (2020) sæst á Blockbuster.dk
Danska tænastan Grand Hjemmebio hevur filmin Lektioner i løgn (2020)
Stóra danska bókasavnstænastan, Filmstriben, hevur hesar nýggju holocaustfilmarnar:
- Sauls søn (2015)
- A Hidden Life (2019)
- Der Fall Collini (2019)
- The Painted Bird (2019)
- Da Hitler stjal den lyserøde kanin (2019)
Til holocaustdagin í ár hevur Netflix gjørt eina versjón av kontrafaktisku søguni hjá Robert Harris Munich - The Edge of War (2022).
Seinni í ár kemur ein teknifilmur, sum ísraelski Ari Fohlman hevur gjørt úr kendu dagbókini hjá Onnu Frank. Filmurin hevur spyrjandi heitið Hvar er Anna Frank? Tað er hugsaða vinkonan, Kitty, ið hevur brotið inn á savnið, har dagbókini hjá Onnu Frank er. Hon stjelur dagbókina og fer út í heimsins flóttafólkalegur at spyrja, um tey hava sæð Onnu Frank.
Remember - ReAct
12. oktobur 2021 er altjóða ráðstevnan Remember - ReAct í Svøríki. Forætisráðharrin Stefan Löfven setur stevnuna, ið hevur til endamáls at minna fólk á jødatýningina undir krígnum og at herða stríðið móti antisemitismu. Vælkomutalan hjá Stefan Löfven varir 3 minuttir.
Uppgávur:
- Lurtið í felag eftir taluni hjá Stefan Löfven.
- Hvat merkir svenska orðið ”förintelse”?
- Hvat er ”antisemitisma”?
- Hvør var leikluturin hjá Svøríki undir øðrum heimsbardaga?
- Forsætisráðharrin tosar um at minnast og aldri at gloyma. Hvussu langt kunnu vit minnast?
Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg
75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg, har krígsbrotsmenn vórðu dømdir, hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal.
Til 75 ára høvið hevur Wilkinson savnað tilfar til ein drúgvan heimildarfilm, sum hann vísir í enskum biografum í hesum døgum. Heitið er Getting Away with Murder(s), og filmurin er 175 minuttir langur.
David Wilkinson sigur sum grundgeving fyri at gera enn ein film um Holocaust, at “Almost 1 million people in 22 countries carried out the unprovoked murder of 11 million innocent men, women and children. 99% of those responsible were never prosecuted; most were never even questioned. Despite the extensive cinema documentary coverage of the Holocaust to date, not one has explored in any depth the almost total lack of justice, statistically, towards the vast numbers of eagerly participating perpetrators who, at war’s end, simply walked away - untouched by justice. This film addresses this glaring omission.”
Wilkinson sigur, at tey sameindi vistu um brotsverkini móti mannaættini.
“The Allies knew where a great many of the murderers could be found - Germany, Austria, Italy, the UK, the USA, Canada, Australia, and numerous countries in South America. The Allies had an endless wealth of evidence to present to the courts.”
Umframt Bretland og Týskland, førir nýggi heimildarfilmurin okkum til Írlands, USA, Litava, Latvia, Kekkia, Auschwitz-Birkenau í Pólland, Eysturríki og Frakland.
Prátað verður við 101 ára gamla Benjamin Ferencz, sum er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi, Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og Holocaustfyriskiparan James Smith.
Uppgávur:
- Tosið í flokkinum um týska býin Nürnberg, og hvat tað var, sum fór fram har fyri 75 árum síðan.
- Finnið býin á kortinum. Finnið minst ein kendan persón úr býarsøguni. Finnið eitt heimskent ítróttatiltak, sum hevur verið í býnum.
- Hvat hendi í Nürnberg longu í 1935, tá vit hugsa um Holocaust?
- Hvar helt nasistaflokkurin ársfund undir øðrum verðaldarbardaga?
- Hvør var orsøkin til rættarfundirnar í Nürnberg eftir krígslok frá 20. november í 1945 til 1. oktober í 1946?
- Rættarfundirnir í Nürnberg nevna fyri fyrstu ferð í altjóða rættarskjølum enska orðið “genocide”. Hvat merkir genocide?
- Hvat varð úrslitið av rættarfundunum í Nürnberg fyri 75 árum síðan?
Var norska mótstøðurørslan antisemitisk?
Undirvísingargongd í keldukritikki við holocaust sum evni. Undirvísingargongdin er ætlað at brúka í lærugreinunum Søgu og samtíð og Samfelagsfrøði.
Í Noregi er kjak um, hvussu tað bar til, at so nógvir norskir jødar endaðu í týsku nazistisku týningarlegunum undir krígnum. Komið er fram, at fólk í norsku mótstøðurørsluni kravdu nógvan pening frá norskum jødum, meðan onnur sluppu ókeypis út úr landinum, sum var hersett av nazistum.
Hvar er Anna Frank?
Í eini av heimsins kendastu dagbókum lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.
Nú hevur hann gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank. Hon brýtur inn í savnið í Amsterdam og stjelur dagbókina, tí hon vil halda hana upp móti flóttafólkastøðuni í heiminum í dag. - Hvar er Anna Frank í øllum hesum meldrinum, spyr Kitty, sannførd um, at vinkonan enn er á lívi.
Hvar er Anna Frank er ein familjufilmur við 9 ára aldursmarki, sum varir 90 minttir, við enskari, franskari og niðurlendskari talu. Filmurin er hin fyrsti, sum The Anne Frank Fonds í Basel hevur stuðlað.
Fyri 13 árum síðan gjørdi Ari Fohlman nógv rósta animatiónsfilmin Vals Im Bashir, har hann fyri vaksnum áskoðarum minntist aftur á tíðina, tá hann var hermaður í Libanon í 1982.
Uppgávur:
- Í týska tekstinum frá Israelitische Kultusgemeinde hjá stendur, at Dushman var ”Held von Auschwitz”. Hvat merkir hetta?
- Undir Olympisku Leikunum í München í 1972 varð Dushman vitni til eina hending, sum hóast hon einki hevði við itrótt at gera, kom í allar miðlar. Hvat var tað, sum hendi?
Hin seinasti úr Auschwitz
David Dushman (1923-2021) var hermaður í Reyða herinum hjá Sovjettsamveldinum. Hin 27. januar 1945 fríaðu sovjettisku hermenninir fangarnar úr týningarleguni Auschwitz.
Síðan henda dag í Auschwitz hevur minningardagur fyri fólkadráp verið hildin í øllum heiminum.
Dushman var hin seinasti sum enn var á lívi. Nú er hann deyður í München, 98 ára gamal. Tað sigur Israelitische Kultusgemeinde München und Oberbayern, har Dushman var heiðurslimur.
Týski Dushman var av jødiskari ætt og frívilligur hermaður í russiska reyða herinum. Hann visti einki um Auschwitz týningarleguna, tá hann sum 21 ára gamal Panzerfahrer kom til hana í hernaðarvogninum og stýrdi beint á elektriska hegnið.
- Der Mann, der den Zaun von Auschwitz niederwalzte, skrivaðu týsku bløðini, tá tey høvdu samrøðu við hann um hendingina. Dushman var ein av 69 hermonnum, sum komu livandi gjøgnum kríggið. Hansara herdeild taldi 12.000 menn.
Eftir kríggið, sum eystanfyri verður kallað Stóra Fedralandskríggið, bleiv hann fiktari. Sum olympiskur venjari fyri Russland, varð hann eygnavitni í München í 1972, tá palestinski yvirgangsbólkurin, Svarti September, tók níggju ítróttafólk úr ísraelsku olympisku leguni og drupu tvey.
Pápi David Dushman, sum var hernaðarlækni, varð í 1938 tvangsfluttur í eina arbeiðslegu í Sibir. Tíggju ár seinni doyði hann í leguni.
Listin er gluggin inn í sálina
Her er samrøða í Sosialinum við ísraelska sendiharran, Benny Dagan, sum vitjaði í Føroyum í 2018, og millum annað vísti nýggjan ísraelskan film.
1 Hvør er yvirskriftin í blaðgreinini?
2 Greið frá, hvussu tey hava brúkt listina í Ísrael og hvønn týdning sendiharrin leggur í listina.
3 Hvørji evni verða viðgjørd í nýggjum ísraelskum filmi?
4 Kunnu hesi evni stoyta nakran? Um so er, skulu vit lata hesi evni liggja og ikki viðgera tey í listini? Kjakist í flokkinum um sjónarmiðini hjá sendiharranum.
Hvíti fuglur - flokssett við uppgávum
Hvíti fuglur er ein grafisk skaldsøga, sum er tøk í floksetti frá Námi. Hvíti fuglur er um dreingin Julian, ommu hansara Saru og Julien, vinmannin hjá ommuni. Hóast søgan fer fram í nútíðini, er meginparturin av søguni um krígsárini. Vit hoyra um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi.
Næmingauppgávur eru gjørdar til søguna.
Í einari grafiskari skaldsøgu eru nógvar myndir, sum skapa søguna, hóast søgan ella bókin ikki er ein teknirøð. Grafiska skaldsøgan hevur egnan stíl, persónarnir og hendingarnar eru ofta meira samansettar enn í eini teknirøð, og tekningarnar eru fjølbroyttari. Í einari grafiskari søgu gongur tíðin, og persónarnir broytast, tí teir fylgja við tíðini.
Bókin Hvíti fuglur er tøk sum floksett í Námi. Bókin og uppgávur eru ætlaðar 6.-10. flokki.
Facebook bannar Holocaustnoktan
13. oktobur 2020 skrivaði Mark Zuckerberg á Facebook, at nú fóru tey at bannað greinar og tilfar, sum sáa iva um Holocaust ella púra avnoktað at Holocaust nakrantíð hendi.
- Tá fólk leita á Facebook eftir Holocaust, verða tey nú víst til tekst og tilfar hjá myndugleikum við røttum upplýsingum, sigur Zuckerberg.
Orsøkin til hesa avgerð er, at verja ung fólk í einum vandamiklum tíðarráki, sigur Monika Bickert, sum varar av innihaldi á Facebook: ”the well-documented rise in anti-Semitism globally and the alarming level of ignorance about the Holocaust, especially among young people”.
Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina
Undirvísingartilfar, sum danska Katrine Sommer Boysen hevur gjørt. Tilfarið er frítt at brúka.
Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl. Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.
Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur um allan heim. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.
Í týska filminum fylgja vit jødiska húskinum, sum flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Týska Caroline Link hevur gjørt filmin, sum byggir á sjálvævisøguligu metsølubókina hjá Judith Kerr.
Hetta eru uppsløg, sum Nám og Amnesty International Føroya deild gjørdu í januar 2020. Uppsløgini kunnu frítt skrivast út í øllum skúlum ella har ein printari er.
Mett verður, at meira enn 100 milliónir fólk hava latið lív í fólkadrápum tey seinastu 100 árini.
Endamálið við uppsløgunum er at minnast holocuast undir herrópinum ”ongantíð aftur”.
Eitt annað endamál er at minna á, at fólkadráp endaðu ikki eftir krígslok í 1945. Sum uppsløgini vitna um, halda fólkadráp fram á okkara døgum.
Uppgáva í flokkinum:
Hyggið at fyrsta uppslagnum, sum eisini er høvuðsuppslagið. Finnið trý fólkadráp, sum enn fara fram í 2020. Hvørji eru londini? Finnið uppsløgini sum lýsa aktuellu støðuna í júst hesum trimum londunum. Hvussu nógv fólk eru deyð? Hvussu nógv fólk eru flýdd av støðuni í hesum londum? Tosið um orsøkirnar til og avleiðingarnar av kríggi. Hvør hjálp er at heinta hjá fólki, sum flýggja úr hesum londum?
Holocaust á filmi
Á hvøjum ári koma nýggir heimildarfilmar og spælifilmar, sum á ymsan hátt lýsa holocaust og onnur fólkadráp. Kendasti spælifilmur um holocaust er helst “Schindler’s List”, men seinni eru eisini komnir filmar sum “The Last Metro”, ”Der Untergang”, “Life is Beautiful”, ”The Reader”, “Drongurin í stríputu náttklæðunum”, ”Sonur Saul”, “ Jojo Rabbit”, “Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina”, “Persian Lessons”, “Den største forbrytelsen” og "Resten af Livet".
Undirvísingardeildin í almenna danska filmstovninum hevur leingi savnað tilfar til undirvísing um holocaust á filmi. Eisini kann ritstjórnin á Snar vegleiða um tílíkt tilfar.
Sophia Loren sum yvirlivari
Aldrandi filmstjørnan, Sophia Loren, spælir holocaustyvirlivari í nýggja italska filminum La vita davanti a sé, sum á enskum eitur The Life Ahead.
Ein holocaustyvirlivari er ein jødi, ið slapp úr eini nazistiskari týningarlegu undir krígnum árini 1940-1945.
Filmurin fer fram í einum italskum býi á okkara døgum. Saman við Sophiu Loren, sum spælir Madame Rosa, er drongurin Momo, sum er flótti úr Senegal. Tað, sum bindur tey saman er, at hann er um sama aldur sum hon, tá hon var í Auschwitz. Í dag hevur Madame Rosa sett sær fyri at hýsa heimleysum børnum, sum hon hevur pláss til. Filmurin sæst á Netflix við donskum undirteksti og við heitinum Resten af livet.
Uppgáva:
Filmurin snýr seg í stóran mun um sambond, relatiónir, sum eru millum menniskju í nútíðini. Sambondini kunnu røkka langt aftur í tíðina. Innan tit síggja filmin, verður flokkurin býttur í bólkar, sum fáa til uppgávu at fylgja hesum persónum, og lýsa teir og teirra bakgrund og eginleikar í filminum:
- Momo (Ibrahim Gueye)
- Madame Rosa (Sophia Loren)
- Hamil (Babak Karimi)
- Lola (Abril Zamora)
- Doctor Cohen (Renato Carpentieri)
- Edoardo Ponti (leikstjórin, ið ikki sæst, men hevur gjørt filmin)
Stikkorð: Hvaðani er persónurin? Hvussu gamal er persónurin? Hvat kunnu vit siga um persónin og hansara støðu beint nú? Hvat knýtir persónin til aðarar persónar í filmaðu søguni?
Persian Lessons
Við støði í týsku søguni “Erfindung einer Sprache” hevur ukrainski leikstjórin Vadim Perelman gjørt filmin ”Persian Lessons”.
Vit eru í Fraklandi undir øðrum verðaldarbardaga. Árið er 1942 og SS hermenn hava tikið unga belgiska jødan, Gilles, og sent hann í týska konsentratiónslegu.
Komin í leguna, finnur hann uppá at siga seg vera úr Persia.
Gilles verður tikin til viks at tana køksleiðaranum, sum altíð hevur droymt um at læra seg farsi og at opna matstovu í Persia, tá kríggið er liðugt.
Vinalagið millum teir báðar verður ikki tikið væl upp millum fangar og vaktarar, og Gilles óttast meir og meir fyri tí degi, tá hann ikki longur kann dylja sannleikan.
Nýggi filmurin “Persian Lessons” er á týskum, fronskum, persiskum, enskum og italskum máli. Londini Russland, Týskland og Hvítarussland hava staðið saman um at gera filmin, sum verður vístur í Føroyum í sambandi við altjóða holocaust dagin.
Størsta brotsverkið
Í Noregi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum byggir á hendingar har í landinum, og hevur heitið Den største forbrytelsen. Filmurin byggir á eina søgu hjá Marte Michelet, sum kom út í bók í 2014. Skakandi søgan er um norskar hermenn, ið hildu við týskinum og vórðu nevndir frontkjempere, ríkisløgregluna og nazistisk skrivstovufólk, sum øll elvdu til at norska jødatýningin kundi fremjast.
Fyrst í 1900-talinum koma ungu jødisku hjúnini Benzel og Sara Braude til Kristiania, sum norski høvuðsstaðurin tá kallaðist. Tey búseta seg í Grünerløkka og fáa fýra børn: seymikonuna Helenu, kommunistin Ísak, sjónleikaran Harry og nevaleikaran Charles.
Í hinum endanum á býnum býr Stian Bech, ið er sonur antisemittiska hægstarættardómaran Bech, og roynir at gera øllum til vildar. Ein kaldan vetrardag í 1941 fær Stian møguleika at vísa seg, tá Wilhelm Wagner kemur til Oslo við boðum frá trygdarløgregluni í Berlin at skráseta allar jødar í Noregi. So verða persónar og hendingar tvinnaðar saman í skakandi søguni við heitinum Den største forbrytelsen.
Hvussu kundi tað koma so vítt?
Journalisturin Marte Michelet, dóttir Jon Michelet, sum var blaðstjóri á Klassekampen, hevur skrivað søguna, ið byggir á veruligar hendingar. Í 2014 fekk hon Brage virðislønina fyri bókina.
Føroyskir stuttfilmar um Holocaust
Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá. Tóra við Keldu sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind Í Nazitýsklandi undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, sigur Tóra.
Petur Rouch greiðir frá um ferð, hann og konan gjørdu til München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.
Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun Solmunde frá um, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.
Uppgávur
- Við hvørji vitan er tað, at frásøgupersónurin, Tóra við Keldu, fer inn í týningarlegurnar?
- Hvat er ein protesa?
- Greið frá setningunum "tað kundi verið eg" og "tað kundi verið tú": Hvørja effekt fáa hesir setningar?
- Gev eitt ummæli av stuttfilminum.
Uppgávur
- Hvørji eru ørindini hjá frásøgupersóninum, Peturi Rouch, í München?
- Greið frá endanum í filminum: Hvørja effekt fær tað, at mynd av soninum sæst í frágreiðingini? Hevði effektin verið hin sama, um sonur ikki varð nevndur og ikki sást á filminum?
- Gev eitt ummæli av stuttfilminum.
Uppgávur
- Tosið í flokkinum um týdningin at minnast og hvussu langt fólk flest munnu minnast, tá søgan ikki er skrivað.
- Hvønn týdning hevur tað fyri eina gamla søgu, at prógv eru fyri tí, sum sagt verður?
- Hvørji viðurskifti brúkar Maigun Solmunde, at undirbyggja søguna í stuttfilminum, so vit kunnu líta á hana?
- Gev eitt ummæli av stuttfilminum.
Millum gráar skuggar
Ruta Sepetys, sum er av litavskum uppruna, hevur skrivað Millum gráar skuggar, sum Bergur Rasmussen hevur týtt. Søgan er frá 1941 og er um tey mongu, sum sovjetska trygdarløgreglan forfylgdi og tvingsilsflutti úr baltisku londunum til Sibir. Vit fylgja 15 ára gomlu Linu og familju hennara, sum verða tveitt í kríatúrvognar og send avstað. Men tá tað sær svartast út, hevur Lina vónina um, at tey kortini fara at hóra undan.
Drongurin í stríputum náttklæðum
Hetta er kenda holocaust-søgan, sum írski John Boyne skrivaði í 2006, og sum er umsett til fleiri mál, eisini føroyskt. Føroyska týðingin, sum er ætlað til frílesing í hádeild, er í kunningarsavninum í Námi. Danska týðingin Drengen i den stribede pyjamas fæst sum flokssett í Námi, har eisini filmurin The Boy in the Striped Pyjamas er á dvd.
Orðabókin
Ensk-føroyska orðabókin gevur orðinum holocaust [‘hɔləkɔ:st] n tríggjar týdningar:
1 blóðbað, hópmorð, hópdráp
2 eldur, eldsbruni (har nógv láta lív); (átr.) brennioffur; the Holocaust (nazistanna hópmorð av jødum)
3 oyðing; stór vanlukka, ragnarøk
Auschwitz
Heimssøga er bókarøð hjá Námi, sum er ætlað 7.-9. flokki í søgu. Í triðju bókini verður Auschwitz viðgjørt sum ein steðgistaður. Tað er eitt søguligt tema, sum verður útgreinað og endar við spurningum, sum arbeiðast kann við í flokkinum. Á permuni sæst Charlie Chaplin sum Hitler í filminum The Great Dictator (1940), har Chaplin ger gjøldur burtur úr nasismuni.
Tak síðurnar um Auschwitz niður sum pdf her.
Bókarøðin hevur eisini eina heimasíðu á Snar. Her ber til at lesa ella hoyra bókina.
Nýtt tilfar
Løgtingið hevur álagt Mentamálaráðnum og Námi at skipa føroyska Holocaust-dagin. Í meðan ber til at samskifta við Snar og vitja savnið í Námi, at kunna seg um viðkomandi tilfar, og at fáa inspiratión til undirvísingargongdir í hesum tema.
Millum nýggastu filmar í savninum er hin ungarski Sonur Sauls, sum lesast kann um longur niðri á temasíðuni. Ein annar filmur, sum er aktuellur í biografunum í januar er Jojo Rabbit, ið er ein satira um holocaust. Eins og fleiri aðrir filmar er hesin eisini um at fjala ein jøda á loftinum ella í kjallaranum.
Hvør var Anna Frank?
Anna Frank var 15 ára gomul, tá hon doyði av tyfus í fangaleguni Bergen-Belsen fyrst í marsmánað í 1945. Hóast hon doyði tveir mánaðir fyri krígslok, er hon millum fremstu vitni at siga frá um holocaust og nasistisku brotsgerðirnar móti jødum undir krígnum. Orsøkin er, at hon dugdi so væl at eygleiða og skriva. Áðrenn nasistarnir funnu Onnu Frank og skyldfólk hennara, høvdu tey fjalt seg í einum húsum í Amsterdam í tvey ár. Tá vórðu tey øll send til týningarleguna Auschwitz. Seinni vórðu tey skyld sundur, so Anna kom í fangaleguna Bergen-Belsen.
Anna Frank skrivaði dagbók, sum varð funnin og givin út á mongum málum, eisini føroyskum. Nú 70 eru liðin, síðan hon doyði, eru fleiri, ið halda, at dagbókin eigur at verða frí at geva út og lesa á netinum.
Í flokkinum kunnu vit samanbera dagbókina hjá Onnu Frank, og ferðafrásøgnina hjá Pól Jespersen, sum er mitt fyri á hesi temasíðu.
Tosið í flokkinum um týdningin at hava eygnavitni á staðnum, sum duga at siga frá, tá nakað álvarsamt er hent. Kjakist í flokkinum um munur er á keldum, sum eru frá fyrstu hond, ella verða sagdar uppaftur av øðrum, sum ikki hava verið á staðnum. Kann søgan skeiklast til fyrimuns fyri tann, sum ber hana fram? Og kann onkur at enda siga, at søgan aldri hendi? Endapurningurin í flokkinum er: Hvør týdningur er, at vit kenna søguna?
Sonderkommando
Í sambandi við altjóða holocaust dagin í 2013 hevði Útvarpið fýra sendingar um evnið, har Kári Sólstein tosaði við Róland í Skorini, studentaskúlalærara. Í fjórðu sendingini verður tosað um eitt tað truplasta dilemma úr fangalegunum: Sonderkommando. Hetta eru jødar, sum er noyddir at arbeiða saman við nasistunum, ið hava sett sær fyri at drepa allar jødar. Sonderkommando er evnið í nýggja virðislønta filminum Sonur Saul.
At kjakast um í flokkinum: Vóru hesir jødarnir svíkjarar ella hetjur?
Her er fjórða sendingini: Sonderkommando
Her eru allar sendingarnar um holocaust
Í hesi útvarpssending grundgevur Róland í Skorini fyri, hví vit eiga at læra um holocaust í skúlanum.
Veruleikin goymdur í 70 ár
Í 1945 savnaði bretski sjónvarpsmaðurin Sidney Bernstein eitt filmslið, sum skuldi lýsa ræðuleikarnar í týsku týningarlegunum. Millum filmsfólkini vóru Alfred Hitchcock og komandi bretskir politikarar, sum skrivaðu handritið til ætlaða filmin. Teir savnaðu tilfar til ein heimildarfilm, ið fekk arbeiðsheitið German Concentration Camps Factual Survey. Tilfarið varð fingið til vega frá bretskum, amerikanskum og sovjettiskum filmsfólkum, sum høvdu skrivað tíðindi og gjørt reportasjur úr 11 týningarlegum, teirra millum Auschwitz, Buchenwald, Dachau og Bergen-Belsen. Á hesum filmum sóust svøltaðir fangar, lík, brendar menniskjaleivdir úr ovnunum, mannahár upp í sekkir, brillur og tenn. Filmsupptøkurnar og ætlanin at seta alt saman til ein upplýsandi film, vóru mettar ov ógvusligar at vísa alment. Tí varð filmurin goymdur og gloymdur. Ikki fyrr enn 70 ár seinni gjørdi mannfrøðingurin André Singer í 2014 filmin Night Will Fall um upplýsandi ætlanina frá 1945. Filmurin vann virðisløn á filmstevnu í Jerúsalem í 2014. Niðanfyri er treylarin til filmin.
At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvat kundi hent, um filmsupptøkurnar aldri komu fram?
Lebensborn
Í 1935 kunngjørdi týski nasisturin Heinrich Himmler ætlanina Lebensborn, sum merkir lívskelda. Miðvísa ætlanin var at seta arisk børn í verðina. Ógiftar ariskar kvinnur og SS-hermenn skuldu fáa ljóshærd børn, sum høvdu norðurlendskt dæmi. Lebensborn-barnaheim vóru í Týsklandi, Póllandi, Belgia og í Noregi, har ikki færri enn 9 heim vóru frá 1941. Myndin er frá fyrsta norska Lebensborn-heiminum, sum var í Hurdal. Eftir kríggið skrásettu norskir myndugleikar 8000 børn, sum har í landinum høvdu týskan SS-pápa. Frá 1939 vórðu børn rænd í Póllandi, Fraklandi og øðrum londum við, at vaksa upp í Nasitýsklandi. Onkrar keldur siga, at so mong sum 200.000 børn vórðu rænd á henda hátt. Eftir kríggið eru allar keldur brendar, so ilt er at meta um, hvussu mong børn vóru tvungin í ætlanina Lebensborn.
At tosa um í flokkinum: Haldið hugsanina um Holocaust upp móti Lebensborn. Hvat framtíðarsamfelag sóu nasistarnir fyri sær?
Undirvísingarupplegg
Jødatýningin
Hetta er bók um, hvussu jødar eru týndir ígjøgnum allar tíðir, serliga undir seinna heimsbardaga. Í hesari bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum hendi, og hví tað hendi. Bókin er grundað á søguligar hendingar og frágreiðingar frá teimum, sum komu undan krígnum á lívi.
Yngsti á listanum hjá Schindler
Leon Leyson var 9 ára gamal, tá nasistarnir gjørdu innrás í Póllandi, har hann búði. Hálvt ár seinni varð húskið hjá Leon sent til Krakow at búgva í eini ghetto. Hann misti tvey av fimm systkjum. Í allari neyðin fekk hann arbeiði á verksmiðjuni hjá Oskar Schindler og kom undan ræðuleikunum við lívinum. Í 1949 flutti hann til USA og undirvísti á Huntington Park High School í 39 ár. Leon var 83 ára gamal tá hann doyði í januar í 2013. Dagin fyri hevði hann givið forlagnum í California handritið til bókina The boy on the wooden box. Bókin fæst á donskum sum Drengen på Schindlers liste.
Ferðafrásøgn úr Auschwitz-Birkenau
Í juni í 2015 vitjaði Pól Jespersen nasistisku legurnar Auschwitz-Birkenau, sum vóru savningarlega, arbeiðslega og týningarlega fyri jødar og mong onnur fólk. Krakow er millum býirnar í Evropa, sum vórðu spardir undir seinna heimsbardaga, so her eru nógv gomul hús og støð at síggja. - Millum útferðirnar var ein, sum vit høvdu teknað okkum til, men sum kortini ikki var so hugalig, sigur Pól, og fer at siga frá um dagin, tá bussurin kom á hotellið eftir teimum. Tað tók bara halvanannan tíma at koyra úr miðbýnum til inngongdina til nasistisku Auschwitz-leguna við eyðkenda skeltinum Arbeit macht frei.
Ketubræv
Fyri 10 árum síðan var Facebook ikki so vanligt millum fólk. Tá ferðaðist hetta ketubræv á netinum. Innihaldið er ein stutt myndarøð, ið lýsir holocaust, sum tá hevði 60 ár á baki. Endamálið við ketubrævinum var at minna á hendingina, sum vit rópa holocaust. Tey, sum sendu ketubrævið, vildu forða fyri, at hetta hendi aftur. Hvat heldur tú um myndarøðina?
Ríkisleiðarar minnast holocaust
Altjóða holcaustdagur er 27. januar. Í 1998 setti svenski forsætisráðharrin Göran Persson á stovnThe International Holocaust Remembrance Alliance. Endamálið var at fáa ríkisleiðarar at síggja til, at skúlatilfar og upplýsandi átøk um holocaust skuldu fáast til vega og verða brúkt í øllum heiminum. Táverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, og bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, vóru báðir við at seta sjøtul á ætlanina. Í dag eru 31 limalond, 10 eygleiðaralond og sjey altjóða felagsskapir í The International Holocaust Remembrance Alliance.
Skiftið orð í flokkinum um týdningin av, at ríkisleiðarar vilja hava okkum at minnast holocaust. Kundi tað øvuta hugsast, at mælt varð til, at eingin skuldi minnast holocaust?
Sonur Saul - ein nýggj holocaustsøga
Enn koma nýggjar søgur um holocaust fram. Nýggjasta er um Saul Ausländer, ið er høvuðspersónur í ungarska virðislønta filminum Sonur Saul (2015). Vit eru í týningarleguni Auschwitz-Birkenau í oktobermánaði í 1944. Saul er ungarskur limur í Sonderkommando, sum er ein bólkur av jødiskum fangum. Teir eru tiknir úr leguni og noyddir at arbeiða saman við nasistunum, sum hava sett sær fyri at drepa allar jødar. Meðan Saul er til arbeiðis í líkbrenningarhúsinum, sær hann líkið av einum drongi, sum hann heldur verða sín egni sonur. Tá teir í Sonderkommando tingast um at gera uppreistur, roynur Saul at bjarga líkinum, so tað ikki bara verður brent. Hann fer at leita eftir einum rabbinara at lesa Kaddish, eina seinstu bøn, so drongurin kann verða sømuliga jarðaður.
At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvørja ávirkan hava nærmyndir?
Er holocaust bara søga?
Tá vit viðgera holocaust í skúlanum, er umráðandi at minnast til, at tað vóru ikki bara Hitler og nasistar, sum gjørdu seg inn á jødar undir øðrum heimsbardaga. Í søguni hava nógv størri bølmenni tikið lívið av øðrum og nógv fleiri fólkum.
Sagt verður, at meðan týski Hitler drap 17 milliónir fólk í krígnum, drap sovjettiski Stalin 23 milliónir og kinesiski Mao tilsamans 78 milliónir fólk. Summar keldur siga onnur tøl, men greitt er, at Hitler er ikki tann leiðarin, sum hevur dripið flest fólk í søguni.
Annar heimsbardagi hevur kostað flest mannalív í allari krígssøgu. Ymsir mátar eru at seta tølini fram og at bera tey saman. Her er ein amerikansk grafisk framseting, sum í 18 minuttir greinar holocaust og øll deyðstøl undir krígnum.
Summi eru, ið avnokta holocaust. Tey siga, at ræðuleikarnir aldri hendu, men eru ein jødisk samansvørjing. Kendasti holocaust-noktari er bretski høvundurin David Irving.
Søgusýnið broytist, og vit kunnu lesa nýggjar upplýsingar í nýggjum bókum. Amerikanski søguprofessarin, Tomothy Snyder, sum í 2013 fekk Hannah Arendt virðislønina, hevur júst givið út bókina Black Earth: The Holocaust as History and Warning (2015). Snyder roynir at skilja Hitler, jødar og holocaust á ein nýggjan hátt.
Allar tíðir hava sínar avbjóðingar. Í 2015 vóru 70 ár liðin, síðan Hitler doyði. Tí varð bókin Mein Kampf frí at geva út, um myndugleikarnir í Bayern, sum eiga rættindini, ikki forða fyri tí. Í týskum biografum var skemtifilmurin um ein núlívandi Hitler, Er ist wieder da (2015), millum teir best umtóktu. Spurningurin er, um skemt kann gerast úr øllum.
Umframt í søgubókum og lærubókum, fáa vit í miðlunum at vita um fólk, sum eru forfylgd og flýggja, oftast tí at kríggj og ófriður er í teirra heimlandi. Men vit hoyra ikki alla tíðina um alt, sum fyriferst. Journalistar tosa um hvítar blettir á heimskortinum, tað eru støð, har eingin veit við vissu, hvat hendir. Tað kann vera tí, at landið er stongt fyri umheiminum, ella tí at støðan er so ótrygg, at eingin vágar sær hagar.
Í Sýria og londunum har umkring hoyra vit um ófrið og forfylging, so fólk flýggja til tryggari lond. Í Afrika hava vit hoyrt um fólkamorð í fleiri londum. Í øðrum londum sum Norðurkorea er so afturlatið, at vit bara kunnu gita, hvussu fólk hava tað.
Tí er umráðandi at kanna keldur og altíð verða kritiskur, tá ein lesur.
Eru vit kritisk, er Wikipedia besta kelda til nýggjar upplýsingar, eisini um kríggj og ófrið beint nú.
Á Wikipedia finna vit eisini dagførdar upplýsingar um altjóða vápnasølu. Svenski stovnurin SIPRI hevur síðan 1989 gjørt upp, hvussu mong vápn verða seld í meginpartinum av heiminum. Hvørt ár verður ein árbók givin út. Her er tíðindaskriv frá SIPRI um komandi árbókina.
Setið heimskortið hjá Námi á veggin og finnið tey støð, har mesti ófriður er í heiminum. Skiftið orð um, hví ófríður er. Hvat er tað, sum kríggjast verður um? Hvørjar eru avleiðingarnar av kríggi?