Er lívið vakurt?
Hetta undirvísingaruppleggið vendir sær til næmingar og lærarar í hádeild. Vit hava einki Filmseftirlit ella Miðlaráð, men sambært meting hjá danska Medierådet er filmurin hóskandi til 15 ár og eldri. Les meiri um filmin á Medierådet.
Tíð:
4-5 tímar (helst dupulttímar)
Tilfar:
Filmurin Life is beautiful/La vita è bella (1997)
Undirvísingargongd
1.-4. tími:
Byrja hvønn tíma við at hyggja at 25-35 minuttum av filminum. Set næmingarnar í bólkar og bið teir svara spurningunum á spurnarblaðnum skriftliga.
Tað kann vera hent at eftirmeta hvønn einstaka tíma. Hetta kann t.d. gerast við einum eftirmetingarskjali, sum liggur undir yvirskriftini Hentleikar á temasíðunum.
5. tími:
Tosa við næmingarnar um teirra hugsanir, reaktiónir og kenslur viðvíkjandi filminum.
- Hvat dámdi tær filmin?
- Hvønn persón dámdi tær best? Hví?
- Hvat dámdi tær ikki?
- Var huglagið hóskandi til eitt so álvarsamt evni?
- Nevn eitt orð sum lýsir filmin.
- Hvat veitst tú um holocaust? (Trív í aftur bøkur ella annað undirvísingartilfar, sum næmingarnir hava arbeitt við)
- Tosið um spurnarblaðið og samanberið svarini.
- Bið næmingarnar orða eitt bræv til leikstjóran, har tey antin eru fyri ella ímóti at nýta skemt at lýsa eina slíka álvarsliga hending. Tey kunnu brúka Letter Generator at orða brævið við.
Annað:
- Vel eina senu úr filminum og samanber hana við eina senu úr einum filmi, sum viðger sama evni, (T.d. The Pianist, Fateless, Playing for Time, The Greyzone, og The Counterfeiters.) Hvat líkist, og hvat brýtur frá? Hví? Hvør er munurin á boðskapunum? Hvussu kemur hetta fram?
- Skriva eitt bræv frá einum vaksnum Josva, har hann takkar pápa sínum fyri tað, hann gjørdi.