Hin góða søgan
Ein søga, sum er væl umtókt í USA, er, at danski kongurin undir krígnum, Christian X kongur, skuldu bera eina gula stjørnu at stuðla jødunum í Danmark. Amerikanska holocaust savnið avsannar hesa søgu og sigur, at hetta er ein myta. Av savninum, United States Holocaust Memorial Museum, siga tey eisini, at í USA er ein líknandi søga frá somu tíð, ið sigur, at allir danir gingu við gulari stjørnu undir krígnum. So var ikki.
Tað eru nógv viðurskifti, sum kunnu elva til, at søgur verða íspunnar, ella hava eitt vet av sannleika, sum ætt eftir ætt verður til eina symbolska søgu við góðum og lærandi innihaldi. Tílíkar søgur kunnu vera royndir at skapa fatan av tí illa, sum býr í okkum øllum, men samstundis aldri at gloyma tað góða. Ein tílík bók er Søgan hjá Eriku.
Her er uppskot um uppgávur til evnið í ein tíma: Fyri hvørjum verður søgan søgd? Hvør er tað, sum sigur søguna? Hvørji ættarbond hevur frásøgufólkið? Hvønn týdning hava familja og ættarbond? Hvønn týdning hava søgur sum henda? Kunnu tær læra okkum nakað?
Setið tykkum í runding og lesið søguna hjá Eriku upp í flokkinum.
Tilfar um holocaust - í savninum
Flokssett
Anna Frank - dagbókin
Anne Franks dagbog (Birte Carlé)
Búrið
Claras krig
Drengen i den stribede pyamas
Hvíti fuglur
Krabbabøkur
Anna Frank
Jødatýningin
Filmar
Anna Frank - dagbókin
Anne Franks rejse : en film
Anne Frank remembered
Anti-semitisme i det 21. århundrede
Drengen i den stribede pyjamas (spælifilmur)
Himler, Hitler og fall Triðja Ríkisins
Jeg hedder Arlette og jeg overlevede Auschwitz
Jøden og arieren
Jødernes historie 1-5
Love Story Berlin 1942 (heimildarfilmur við donskum undirteksti)
Nazismen I-II-III
Schindlers Liste (spælifilmur)
The world at war
Theresienstadt : danske børn i nazistisk fangenskab
Leita í savninum eftir øðrum tilfari >>
Propaganda
Í orðabókini lesa vit, at propaganda er at tala fyri ávísum hugsjónum og at breiða hesar hugsjónir út millum fólk. Undir seinna heimsbardaga vóru týskir nasistar meistarar í at skapa propaganda. Tað kundi vera, tá Hitler talaði til fólkið, ella tá Leni Riefenstahl gjørdi film. Í danska heimildarfilminum Theresienstadt - danske børn i nazistisk fangenskab verður víst nágreiniliga, hvussu nasistar brúktu propaganda. Í einum broti, sum varir 7 minuttir, sæst, hvussu nasistarnir billa almenninginum inn, at Theresienstadt er eina góð lega. Børnini hugna sær, fáa mat, ganga í skúla og spæla í einum sangleiki. Men veruleikin er ein annar. Eftir filmsupptøkurnar verða øll send til týningarleguna Auschwitz. Við danskari talu sæst hetta dømið um propaganda niðanfyri.
At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvat er endamálið við propaganda?
Facebook bannar Holocaustnoktan
13. oktobur 2020 skrivaði Mark Zuckerberg á Facebook, at nú fóru tey at bannað greinar og tilfar, sum sáa iva um Holocaust ella púra avnoktað at Holocaust nakrantíð hendi.
- Tá fólk leita á Facebook eftir Holocaust, verða tey nú víst til tekst og tilfar hjá myndugleikum við røttum upplýsingum, sigur Zuckerberg.
Orsøkin til hesa avgerð er, at verja ung fólk í einum vandamiklum tíðarráki, sigur Monika Bickert, sum varar av innihaldi á Facebook: ”the well-documented rise in anti-Semitism globally and the alarming level of ignorance about the Holocaust, especially among young people”.
Zuckerberg, sum sjálvur er jødi, hevur fyrr sagt, at Facebook er ein fríur pallur, sum er opin fyri øllum sjónarmiðum. Tí hevur hann ikki hildið tað verið neyðugt at bannað følskum upplýsingum um Holocaust.
Her er skrivið hjá Mark Zuckerberg:
“Today we're updating our hate speech policy to ban Holocaust denial.
We've long taken down posts that praise hate crimes or mass murder, including the Holocaust. But with rising anti-Semitism, we're expanding our policy to prohibit any content that denies or distorts the Holocaust as well. If people search for the Holocaust on Facebook, we’ll start directing you to authoritative sources to get accurate information.
I've struggled with the tension between standing for free expression and the harm caused by minimizing or denying the horror of the Holocaust. My own thinking has evolved as I've seen data showing an increase in anti-Semitic violence, as have our wider policies on hate speech. Drawing the right lines between what is and isn't acceptable speech isn't straightforward, but with the current state of the world, I believe this is the right balance.”
Uppgávur
1 Hvønn týdning hevur Facebook í tínum gerandisdegi? Spyr lærarar og foreldur, hvussu tey brúka Facebook og hvønn týdning Facebook hevur í teirra lívi.
2 Hvørjar upplýsingar finna vit um Mark Zuckerberg á hansara egna Facebookprofili? So sum aldur, hvar hann býr og um hann er giftur…Hvat veit Facebook um teg? Hvør nytta er í at vita nógv um onnur? Kann tað eisini verða vandamikið?
3 Almenn semja er um, at vit bólka ikki fólk eftir húðarliti, átrúnaði ella øðrum ytri eyðkennum. Hví er tað so neyðugt í hesum føri at nevna at Facebook-eigarin Mark Zuckerberg er jødi? Hevði tað nakran týdning, um hann ikki var jødi?
4 Hvat heldur tú um avgerðina at banna Holocaustnoktan á Facebook? Fyrireiki eitt kjak í flokkinum um hetta evnið: fría orðið mótvegis hesum lýsta banninum hjá Facebook.