Var norska mótstøðurørslan antisemitisk?
Í Noregi er kjak um, hvussu tað bar til, at so nógvir norskir jødar endaðu í týsku nazistisku týningarlegunum undir krígnum. Komið er fram, at fólk í norsku mótstøðurørsluni kravdu nógvan pening frá norskum jødum, meðan onnur sluppu ókeypis út úr landinum, sum var hersett av nazistum.
Kjakið er byrjað við bókini Hva visste hjemmefronten (Gyldendal 2018) hjá journalistinum Marte Michelet. Síðan eru aftursvar komin frá trimum søgugraskarum, Elise Barring Berggren, Bjarte Bruland og Mats Tangestuen, sum eru aktiv á norska Holocaust økinum. Marte Michelet hevur eisini skrivað virðisløntu bókina Den største forbrytelsen (Gyldendal 2014), sum byggir á veruligar hendingar undir krígnum. Bókin, sum fekk Brage virðislønina, varð í 2020 gjørd til væl umtóktan biograffilm við sama heiti.
Uppgávur
1. Lesið tíðindini frá NRK og greiði frá, hvat kjakið millum rithøvundan og teir tríggjar søgugranskararnar í Noregi snýr seg um.
2. Skiftið orð i flokkinum um, hvør sleppur at skriva tað almennu søgu, sum vit vanliga læra um í skúlanum. Lesið eisini yrkingina hjá týska Bertolt Brecht En læsende arbejders spørgsmål, sum stendur í donskum lesibókum.
3. Kann ein søga verða rættari enn ein onnur søga, hóast hon er um somu hendingar í sama landi um somu tíð?
4. Finnið heimlig dømi um, at granskarar eru ósamdir um at lýsa hetjur í Føroya søgu.
5. Skiftið orð um almenna søguskriving, sum er staðfest í bókum. Takið støðu til, um søguskrivingin kann sigast at hava nakað annað endamál, enn objektivt at lýsa farna søgu, ella um onnur endamál kunnu vera tengd at søguskriving.