Undirvísingartilfar um kríggið, sum er brostið á, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hvussu fer Vesturheimurin at svara aftur? Og hvussu ávirkar kríggið Føroyar?
Undirvísingartilfar um Kina og vetrarleikir at brúka í sambandi við olympisku vetrarleikirnar, sum eru í Beijing í Kina í døgunum 4. februar til 20. februar 2022.
Orðaspælið 'ð.fo', ella 'Wordle', er eitt sera væl umtókt orðaspæl á netinum. Orðaspælið er væl egnað at brúka í undirvísing og harvið skapa forvitni fyri orðum.
Í vikuskiftinum verður nógvur altjóða hondbóltur spældur í Føroyum. Landsliðið hjá hjá monnum skal spæla heilar tríggjar dystir, og kvinnuliðið hjá H71 skal spæla áttandapartsfinalu í Europa League.
Í tí sambandi hevur Snar gjørt eina stutta gjøgnumgongd av altjóða søguni hjá føroyskum hondbólti.
Atlantbib.org er ein bókaverkætlan, har næmingar og lærarar skriva yrkisbøkur til allar skúlar ókeypis at brúka. Bøkurnar er net-bøkur, ið leggja dent á líkskap og munir millum norðurlendsku/baltisku londini í mun til søgu, landafrøði, mál og mentan.
Nýtt brot er lagt á Snarsíðuna um fólkadráp. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg, har krígsbrotsmenn vórðu dømdir, hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal.
Detektivstovan hjá Maiu og Lassa hevur loyst nógvar gátur. Her eru uppgávur til Biografgátuna, Gimsteinagátuna, Gistingarhúsgátuna, Kaffistovugátuna, Mumiugátuna, Sirkusgátuna og Tokgátuna.
Undirvísingartilfar um valið til týska ríkisdagin 26. septembur. Tilfarið er hóskandi til miðnám, men kann eisini brúkast í elstu flokkunum í fólkaskúlanum.
Á Snar er ein frálík temasíðu um ferðslu. Ráðið fyri fersðlutrygd gjørdi síðuna í samstarvi við Nám í 2014. Ferðslusíðan er nú sett upp av nýggjum, so hon hóskar betri til ymiskar eindir.
Bókin 'Sum rótskot' eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Á Snar eru bókmentauppgávur til bókina.
Fríggjakvøldið 19. mars 2021 fór at goysa í Geldingadali við Fagradalsfjall í Íslandi. Í Íslandi eru eldgos við nøkrum árum í millum. Eldgosið við Fagradalsfjall er eitt lítið eldgos, og tí hava fólk brúkt møguleikan at koma heilt nær við eldgosið.
Málráðið skipar í morgun kl. 11 fyri spurnarkapping um móðurmálið á Kahoot. Kappingin er fyri 7. - 10. flokk. Kl. 12.00 verður ein kapping fyri øll. Barnaútvarpið í morgun var eisini um móðurmálsdagin.
Eysturoyartunnilin fer at broyta føroyska samfelagið munandi, eins og verandi vegakervi longu hevur lyft Føroyar frá staðbundnum bygdasamfeløgum til eitt felags meginland. Her er ein greinandi innleiðslutekstur og fýra uppgávur.