Kom við Snar til EM í Berlin
10. - 28. januar verður spælt um evropeiska meistaraheitið í manshondbólti í Týsklandi. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eitt føroyskt landslið við í einum endaspæli í einum liðítrótti.
Føroyar eru í bólki D saman við Noregi, Slovenia og Póllandi. Allir tríggir føroysku dystirnir verða spældir í týska høvuðsstaðnum Berlin í døgunum 11. - 15. januar. Hesa vikuna fara túsundtals føroysk viðhaldsfólk til Berlin at stuðla føroysku hondbóltshetjunum.
Á hesari síðuni eru undirvísingargongdir um Berlin og EM-endaspælið. Tær eru til fólkaskúla.
Lærarin lagar undirvísingargongdirnar til, alt eftir hvørjum floksstigi tær verða brúktar.
Hondbóltur var uttandura spæl
Hondbóltsspælið varð uppfunnið í Danmark fyrst í 1900, og longu í 1920-árunum var farið at spæla hondbólt í Føroyum. Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931, og í 1940-árnum var farið undir at spæla um føroyameistaraheitið hjá bæði monnum og kvinnum.
Fyrstu árini var hondbóltur eitt uttandura spæl við ellivu leikarum á hvørjum liði. Í Føroyum var ofta spælt á grúsvøllum. Men eftir seinna heimsbardaga tók hondbóltur nýtt skap við sjey leikarum á hvørjum liði, og við tíðini var farið at spæla hondbólt inni.
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Hvussu halda tit, tað var at spæla hondbólt uttandura á grúsvøllum?
- Kenna tit nakran, sum hevur spælt á grúsvøllum? (Spyrji ommur, abbar, langommur og langabbar).
- Hava tit spælt hondbólt uttandura?
Fyrsti landsdysturin hjá monnum
Í 1964 spældu Føroyar fyrsta landsdystin í hondbólti hjá monnum. Á nýasfalteraða uttandura vøllinum í Gundadali í Havn, var íslendska landsliðið á vitjan. Føroyar førdu 13-12 í hálvleikinum, men endin var, at Ísland vann dystin 26-17.
Komandi árini spældu Føroyar nakrar landsdystir móti Íslandi, sum vann allar dystirnar.
Les meira um fyrsta manslandsdystin í hondbólti á hvannrok.fo
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Hví halda tit, at eingin hondbóltslandsdystur var spældur fyrr enn 1964?
- Kenna tit nakran mann, sum hevur spælt á hondbóltslandsliðnum ella onkrum øðrum landsliði?
Stórheitstíðin í føroyskum hondbólti
Í 1970 slóðaði hondbólturin fyri í føroyskum altjóða ítrótti, og stásiligar ítróttahallir komu í Klaksvík og Havn. Føroyar gjørdust limur í altjóða hondbóltssamgonguni IHF, og fleiri landsdystir vóru spældir.
Heimildarsending, Teim bili ei magn og mót, um C-HM-ævintýrið í Kringvarpi Føroya
Í 1976 var føroyska manslandsliðið fyri fyrstu ferð við í altjóða hondbóltskapping, tá ið Føroyar vóru í C-bólkinum í kappingini um heimsmeistaraheitið, tað sokallaða C-HM.
Leiðin gekk til Portugals at spæla, og heima í Føroyum fylgdi hvørt mansbarn við í beinleiðis útvarpi.
Úrslitini vóru góð. Fimm dystir vóru spældir. Teir móti Bretlandi og Luksemborg vóru vunnir, meðan Føroyar taptu tepurt fyri Finnlandi, Sveis og Belgia.
Yvirlit yvir hondbóltslandsdystir hjá monnum á heimasíðuni hjá hondbóltssambandinum.
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar at vera við í altjóða ítrótti?
- Hvørjar aðrar føroyskar ítróttagreinar eru við í altjóða ítrótti?
- Er nøkur ítróttagrein, sum ikki er við í altjóða kappingum?
C-HM í Føroyum í 1980
Føroyar vóru eisini við í C-HM í 1978, og í 1980 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri einari altjóða ítróttakapping í Føroyum, tá ið føroyskur hondbóltur var vertur fyri C-HM.
Spælt var í høllunum í Klaksvík, Havn og Vági, sum tá vóru tær einastu ítróttahallirnar í Føroyum. Áhugin var sera stórur, og hallirnar vóru stúgvandi fullar. Føroyar spældu fimm dystir og vunnu tann eina móti Luksemborg.
Føroyski stórskjúttin Kári Mortensen gjørdist toppskjútti í C-HM í Føroyum.
Hóast Føroyar eisini vóru við í C-HM í 1982, 1984 og 1986, so var áhugin dalandi og føroyska luttøkan í altjóða hondbólti fánaði burtur. Í 1990-árunum vóru bert tríggir landsdystir spældir.
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar, at altjóða ítróttakappingar eru í Føroyum?
- Vita tit, um aðrar altjóða ítróttakappingar hava verið í Føroyum
- Í 1980 vóru tríggjar ítróttahallir í Føroyum. Hvussu nógvar eru nú?
Fyrsti landsdysturin hjá kvinnum
Í 1974 spældu føroysku hondbóltskvinnurnar fyri fyrstu ferð landsdyst. Tveir landsdystir vóru spældir móti Íslandi í Havn og Klaksvík. Ísland vann báðar dystirnar.
Tað kom tó ongantíð veruliga ferð á landsliðsarbeiðið hjá kvinnum, og kvinnurnar spæla bara vinadystir móti ymiskum londum hesi árini fram til aldaskiftið.
Les meira um fyrsta kvinnulandsdystin í hondbólti á hvannrok.fo
Yvirlit yvir hondbóltslandsdystir hjá kvinnum á heimasíðuni hjá hondbóltssambandinum
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Hví halda tit, at kvinnurnar ikki hava spælt so nógvar landsdystir sum menninir?
- Kenna tit nakra kvinnu, sum hevur spælt á hondbóltslandsliðnum ella onkrum øðrum landsliðið?
Føroysk feløg í Evropa
Í 1972 spældu menninir hjá hondbóltsfelagnum Kyndli fyrstu føroysku dystirnar í Europa Cup, tá ið teir taptu báðar dystirnar móti finska liðnum Helsingfors.
Í 1974 spældu kvinnurnar hjá Neistanum sum fyrsta føroyska kvinnuliðið í Evropa. Mótstøðuliðið var pólska meistaraliðið K.S. Ruck, sum vann báðar dystirnar í høllini á Hálsi í Havn.
Les meira um um fyrsta evropeiska dystin hjá neistakvinnum á hvannrok.fo
Hóast føroysk feløg av og á hava spælt í evropeiskum kappingum, so hevur ongantíð verið talan um regluliga luttøku. Menninir hjá Kyndli og VÍF og kvinnurnar hjá Neistanum vóru við í Europa Cup av og á í 70- og 80-árunum. Í hesi øldini hava menninir hjá Neistanum og H71 roynt seg í Evropa.
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Føroysk fótbóltsfeløg eru við í Evropa hvørt ár. Hví munnu føroysk hondbóltsfeløg ikki vera við í evropeiskum hondbólti hvørt ár?
- Er nøkur onnur ítróttagrein, har feløg spæla í evropeiskum kappingum?
Gongd kemur á aftur
Í hesi øldini kom spakuliga gongd aftur á landsliðsarbeiðið í bæði hjá monnum og kvinnum. Fyrst í øldini var tó lítil samanhangur í landsliðsarbeiðnum. Kvinnurnar spældu fyri tað mesta í Challenge Trophy kappingini fyri tey veikastu londini í Evropa, og menninir spældu fyri tað mesta vinadystir.
Seinnu árini hevur hondbóltssambandið lagt stóran dent á at menna okkara ungu leikarar, og tað hevur eisini givið úrslit bæði hjá kvinnulandsliðnum og manslandsliðnum.
Kvinnurnar hava síðan 2016 spælt regluliga við í EM- og HM-undankappingum, og úrslitini eru spakuliga vorðin betri. Í 2021 vunnu føroysku kvinnurnar m.a. móti Finnlandi og Ísrael.
Menninir hava spælt HM- og EM-undandystir regluliga síðan 2018, og úrslitini hava verið góð. Serliga sigrarnir móti Ukraina í 2019 og móti Kekkia í 2021 standa eftir í minninum.
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Kenna tit nakran sum spælir á hondbóltslandsliðnum ella onkrum øðrum landsliðið?
- Hava tit nakrantíð verið til landsdyst í hondbólti ella aðrari ítróttagrein?
- Hvussu er tað at vera til landsdyst?
- Hvønn týdning hevur landsliðið í hondbólti ella øðrum ítrótti fyri tykkum?
Menninir í EM-endaspæli
Føroyskur hondbóltur náddi fyribils hæddunum, tá ið manslandsliðið á várið 2023 spældi seg til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024.
Landsliðið, sum av álvara fór í gongd aftur í 2018, hevði nú fingið eitt nýtt sera evnaríkt ættarlið av leikarum í hópin. Grundarlagið undir hesum framúr evnaríku hondbóltsúrmælingunum varð lagt í hondbóltsfelagnum H71 í Hoyvík.
Í einum sera framfýsnum hondbóltsumhvørvi við nýggjari høll í einari bygd, har fólkatalið vaks við fullari ferð, fóru nevnd og foreldur til verka. Ein týðandi táttur í hondbóltsmenningini í Hoyvík var ein altíð opin høll, har børnini altíð kundu koma at spæla hondbólt.
Tann stóri bulurin á landsliðnum, sum spældi seg til EM, var úr Hoyvík, og úr rúgvuni kunnu serliga nevnast hondbóltssnillingarnir Elias á Skipagøtu og Óli Mittún, umframt vongurin Hákun West av Teigum. Elias og Hákun spæla báðir í týsku Bundesliguni, sum verður mett at vera heimsins besta hondbóltskapping.
Í fyrru undankappingini taptu Føroyar fyri Luksemborg, áðrenn sigrar á Italia og Lettlandi sendu Føroyar víðari. Í seinnu undankappingini vóru tveir sigrar á heimavølli móti Rumenia og Ukraina vóru nóg mikið at tryggja Føroyum søguligu luttøkuna í EM-endaspælinum.
Føroyar skulu í bólki D spæla móti Noregi, Póllandi og Slovenia. Dystirnir verða spældi í týska høvuðsstaðnum Berlin, og túsundtals føroyingar fara til Berlin at stuðla okkara hondbóltshetjum.
At tosa um í flokkinum
(lærarin stýrir prátinum)
- Fara tit at hyggja eftir EM-dystunum hjá hondbóltsmonnunum?
- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar og føroyingar, at Føroyar er við í einum EM-endaspæli?
- Hava tit nakran yndisleikara á hondbóltslandsliðnum? Hava tit nakað yndis ítróttafólk í øðrum ítróttagreinum?
- Vita tit, um nakað annað føroyskt lið ella íðkara, sum hevur klárað seg væl í altjóða ítrótti?