Skip to main content

Kom við til Berlin

10. - 28. januar verður spælt um evropeiska meistaraheitið í manshondbólti í Týsklandi. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eitt føroyskt landslið við í einum endaspæli í einum liðítrótti.

Føroyar eru í bólki D saman við Noregi, Slovenia og Póllandi. Allir tríggir føroysku dystirnir verða spældir í týska høvuðsstaðnum Berlin í døgunum 11. - 15. januar.  Hesa vikuna fara túsundtals føroysk viðhaldsfólk til Berlin at stuðla føroysku hondbóltshetjunum.

Á hesari síðuni eru undirvísingargongdir um Berlin og EM-endaspælið. Tær eru til fólkaskúla.

Lærarin lagar undirvísingargongdirnar til, alt eftir hvørjum floksstigi tær verða brúktar.

Hugarok um Berlin

Fyrst finnur lærarin saman við næmingunum fram, hvar á kortinum Berlin er. Ein møguleiki er at brúka kortið á Google Maps, sum sæst á myndini.

Hugarok 1 (til øll floksstig)

Síðan skipar lærarin fyri hugarokið um Berlin út frá spurningunum niðanfyri. Lærarin skrivar lyklaorð á talvuna,

Spurningar:

  1. Hvussu nógv fólk búgva í Berlin?
  2. Hvussu langt er úr Føroyum til Berlin?
  3. Tú fært at vita beint nú, at tú skalt vera í Berlin í morgin. Hvussu hevði tú gjørt fyri at komið til Berlin? Hvussu leingi man tað taka at koma til Berlin?
  4. Hevur nakar av tykkum verið í Berlin? Kenna tit nakran, sum hevur verið í Berlin?
  5. Hvat mál tosa tey í Berlin?
  6. Duga tit nakað orð á týskum
  7. Hvat annað vita tit um Berlin?

     

 

Meira um Berlin (mest til miðdeild og hádeild)

Nú leita næmingarnir eftir upplýsingum um Berlin á netinum. Hetta kann eisini gerast í bólkum við 2-3 næmingum.
Brúka leitimaskinur sum Google og Bing, og vitlíkis-kjattmenni sum Bing Copilot og ChatGPT (krevur login) at finna upplýsingar

Lærarin prátar við næmingarnar um, hvat teir hava funnið á netinum um Berlin, og skrivar fleiri lyklaorð á hugarokstalvuna.
Í hesum sambandi er týðandi at læra næmingarnar at vera keldukrittiskar serliga mótvegis vitlíkis-kjattmennum, men eisini mótvegis vanligum leitiúrslitum á netinum. Munnu tey passa?

 

Hugarok um EM-endaspælið

Føroyska landsliðið spælir tríggjar dystir í bólki D í EM-endaspælinum. Teir eru móti Noregi, Slovenia og Póllandi.

Føroyar skal enda nummar 1 ella nummar 2 í bólkinum fyri at koma viðari til meginumfarið.

Føroysku dystirnir eru hesir:

  • Slovenia - Føroyar,  hósdagin 11. januar kl. 17.00
  • Føroyar - Noreg, leygardagin 13. januar kl. 19.30
  • Pólland - Føroyar, mánadagin 15. januar kl. 17.00

Hugskot til spurningar til hugarok:

  1. Hvat er hondbóltur?
  2. Hvat vita tit, um føroyska landsliðið?
  3. Fara tit at hyggja eftir dystunum hjá Føroyum?
  4. Kenna tit nakran spælara?
  5. Hava tit sæð nakran landsdyst í høllini ella í sjónvarpi?
  6. Spælir nakar av tykkum hondbólt?
  7. Kenna tit nakran, sum spælir hondbólt?
  8. Kenna tit nakran, sum er í Berlin og hyggur?
  9. Hvussu nógv fólk búgva í londunum, sum Føroyar spæla móti?
  10. Hava Føroyar nakran møguleika at vinna?

Mercedes-Benz Arena

Føroyar spæla sínar dystir í risastóru høllini Mercedes-Benz Arena, sum hevur pláss fyri 14.800 áskoðarum.

 

Berlin í søguni

Berlin er høvuðsstaður í Týsklandi. Býurin liggur við ánna Spree, sum umvegis ánna Havel rennur út í stóru Elbánna og víðari út í Norðsjógvin. Hendan áarskipan, saman við fleiri øðrum, var grundarlagið fyri, at fólk búsettu seg við ánna Spree.

Týsk-rómverska ríkið

Týsk-rómverska keisararíkið tók í ár 962 við eftir vesturrómverska ríkið, og fram til 1806 var meginparturin av dagsins Týsklandi partur av Týsk-rómverska ríkinum. Týsk-rómverska ríkið var eitt samríki við fleiri smáum ríkum.  

Berlin ein vanligur týskur býur

Um ár 1000 búðu slavisk fólkasløg í Brandenburg, sum er økið kring Berlin. Tá ið germanar tóku ræði á økinum í 1100-talinum, vóru nógvir slavar búgvandi, og enn tann dag í dag sæst tað aftur í landspørtunum Brandenburg og Sachsen.

Fyrstu ferð býurin Berlin var nevndur, var í 1244, og fram til 1400-talið, var býurin ein púra vanligur býur við nøkrum fáum túsund íbúgvum.

Berlin høvuðsstaður í Brandenburg

Í 1415 fekk fúrstaættin Hohenzollern valdið í Brandenburg og gjørdi Berlin til sín stjórnarstað. Harvið gjørdist Berlin ein meira týðandi býur innan politikk og handil.

Í tretivuárakrígnum, sum herjaði í Evropa frá 1618-1648, varð Berlin í stóran mun oyðilagdur av pest, hungursneyð og avbyrging, og tað tók áratíggju at endurbyggja býin.

Eftir tritivuárakríggið innførdi Friedrich Wilhelm 1. fúrsti av Brandenburg víðfevnt trúarfrælsi, og eggjaði til fólkatilflyting, sum millum annað førdi til stóra tilflyting av fronskum hugenottum, sum flýggjaðu úr Fraklandi. Undir Friedrich Vilhelm 1. vaks fólkatalið í Berlin við 20.000 íbúgvum.

Høvuðsstaður í Proyslandi

Tað var tó ikki fyrr enn í 1701, at Friedrich I kongur í Proyslandi gjørdi Berlin til høvuðsstað í skjótt vaksandi kongaríkinum.

Í 1806 hertók Napoleon Boneparte Berlin, og upploysti Týsk-rómverksa ríkið.

Berlin gerst týskur høvuðsstaður

Í 1871 gjørdist Berlin høvuðsstaður í týska keisararíkinum undir Wilhelm I. Berlin helt fram sum høvuðsstaður í Weimerlýðveldinum eftir týska ósigurin í 1. heimskríggi, og var eisini høvuðsstaður í Nazitýsklandi undir Adolfi Hitler.

Berlinmúrurin skilir býin í eystur og vestur

Berlin var hart bumbað undir seinna heimsbardaga, og tá ið kríggið var av, varð Berlin býttur millum tey fýra sigrandi londini, Ongland, USA, Frakland og Sovjet (Russland). Samstundis varð Týskland býtt í Vesturtýskland og Eysturtýskland, og Berlin kom at liggja mitt í Eysturtýsklandi.

Í 1949 varð Berlin býttur í Vestur- og Eysturberlin, har Vesturberlin varð enski, franski og amerikanski parturin. Eysturberlin var høvuðsstaður í Eysturtýsklandi. Meðan lítli býurin Bonn var høvuðsstaður í Vesturtýsklandi í staðin fyri Berlin.

Í 1961 bygdi Eysturtýskland ein múr mitt gjøgnum Berlin, so at fólk ikki kundu flýggja úr Eysturberlin til Vesturberlin. Í nærum 30 ár var Berlinmúrurin ímyndin av politiska sundurskilnaðinum í Eysturevropa og Vesturevropa.

Ein mentanarligur miðdepil

Í 1989 syndraðust kommunistisku londini í Eysturevropa, Berlinmúrurin fall, og Týskland varð aftur sameint í eitt ríki við Berlin sum høvuðsstaði.

Í dag búgva 3,6 milliónir íbúgvar í Berlin, sum er ein av týdningarmiklastu mentanarligu og politisku miðdeplunum í Evropa. Eisini er býurin eitt av størstu ferðamálum í Evropa.

Spurningar um søguna hjá Berlin

Lærarin avger, hvussu hann brúkar spurningarnar í flokkinum. Tað ber til at svara spuringunum í felag, í bólkum ella einstaki næmingurin svarar. 

Spuringar

1. Hví búsettu fólk seg við ánna Spree í Berlin?

2. Hvar í Evropa var Týsk-Rómverska ríkið?

3. Nær varð býurin Berlin grundlagdur?

4. Hvussu var lívið í Berlin tær fyrstu øldirnar?

5. Hvussu broyttist støðan hjá Berlin, tá ið fúrstaættin Hohenzollern fekk valdi í Brandenburg?

6. Hvussu var Berlin raktur av tretivuárakrígnum?

7.Hví fór fólkatalið í Berlin at vaksa eftir tretivuárakríggið?

8. Hvussu hevði tilflytingin av fronskum hugenottum ávirkan á menningina í Berlin í 1800-talinum?

9. Hvussu æt kongaríkið, har Berlin gjørdist høvuðsstaður í 1701?

10. Vís á einum kortið, hvar Proysland var?

11. Hvussu broyttist støðan Berlin, tá ið Proysland gjørdist partur av týska keisararíkinum í 1871?

12. Hvat hendi við Berlin eftir seinna heimsbardaga í 1945?

13. Nær og hví var Berlinmúrinurin gjørdur?

14.Hvussu broyttist samfelagið í Berlin, tá ið Berlinmúrurin fall í 1989?

 

Hygg eftir einum EM-dysti

Hygg eftir einum EM-dysti hjá Føroyum. Tað ber til at skipa fyri einari hugnaløtu, har flokkurin hyggur saman. Eisini kunnu næmingarnir hyggja eftir dystinum við hús.

Uppgávan hjá næminginum er at taka millum 3 og 5 myndir av dystinum, og skriva myndatekst til myndirnar.

Næmingarnir kunnu til dømis hugsa um hesar spurningar, áðrenn uppgávan byrjar:

  1. Hvat gera leikarararnir?
  2. Hvat gera venjararnir?
  3. Hvat gera áskoðararnir?
  4. Hvat gera dómararnir?
  5. Hendir nakað løgið?

 


Skriva eina stutta dystarfrásøgn

Uppgáva til hádeild

Lærarin greiðir fyrst frá uppgávuorðingini.

Uppgávuorðing

Við støði í greinunum niðanfyri av heimasíðuni in.fo skal næmingurin skriva eina heilt stutta grein um landsdystin til eina tíðindaheimasíðu.

Føroyar vunnu við munandi betri avriki í seinna hálvleiki
(in.fo - 6. januar 2024)

Føroyar vunnu stórsigur í málríkum dysti
(in.fo – 5. januar 2024)

 

Greinin skal

  • skrivast til tey, sum ikki hava sæð dystin
  • greiða frá tí mest týðandi í dystinum.
  • vera stutt og í mesta lagi 200 orð. Loyvt er at skriva fakta, so sum málskjúttar, afturat tekstinum.

Frávik: Lærarin kann tillaga uppgávuna til lægri floksstig. Frásøgnin kann eisini gerast sum útvarpstíðindi (ljóðbrot) ella sjónvarpstíðindi (filmsbrot).

 

Berlin í sangleiki og filmi

Í februar í 2020 framførdu næmingar á Glasi sangleikin Cabaret. Leikurin fer fram í Berlin í 1929-1930. Í leikinum verða viðurskifti sett upp móti hvørjum øðrum, so sum sprelskur jazztónleikur og ræðandi nazisma. 

Á vertshúsunum fekk nýggi jazzurin tónleikarar at improvisera og áhoyrarar at dansa. Samstundis savnaðust nazistar í uniformi undir fløggum, og samdust um, at jødarnir vóru upphavið til arbeiðsloysið og at samfelagið fór á húsagang. 

Vit kunnu rópa tíðina dekadenta, tí hon lýsir eitt alment forfall. Týska sjónvarpsrøðin Babylon Berlin er um somu viðurskifti í býnum hesa tíðina.

Spurningar
  1. Lýs hugtakið polarisering við støði í teimum viðurskiftum, sum verða sett upp móti hvørjum øðrum í sangleikinum Cabaret. Hómast nøkur virðisgrundað polarisering í føroyska samfelagnum í dag?
     
  2. Hví mundu jødar fáa skyldina fyri arbeiðsloysið og tann veruleika, at týski samfelagsbúskapurin fór av lagi síðst í 1920'unum?
     
  3. Hvat elvdi tann gróðrarbotnur, sum nú varð skaptur, til?
     
  4. Gev eitt ummæli av einum sjálvvaldum parti í sjónvarpsrøðini Babylon Berlin. Hvat evnið er í miðdeplinum? Hvørjir persónar eru mest týðandi í hesum partinum? Hvørjum persóni heldur tú við? Hvør persónur er fyri størsta órætti?

 

Reglur og vøllur

Lærarin tosar við næmingarnar um reglurnar í hondbólti

Hondbóltur ein eitt innandura bóltspæl, har tvey lið við sjey leikarum spæla móti hvørjum øðrum. Vøllurin er 40 metrar langur og 20 metrar breiður. Spælararnir á sama liði kasta bóltin millum sín, og royna at skora mál við at kasta bóltin í málið hjá hinum liðnum. Tað liðið, sum skorar flest mál, vinnur dystin.

Vøllurin

Nakrar reglur í hondbólti

  • 7 leikarar eru á hvørjum liði, ein málverji og seks útileikarar
  • 2 dómarar døma dystin
  • Málverjin kann nerta bóltin við beinunum í málteiginum.
  • Málverjin hevur annan lit á troyggjuni.
  • Útileikararnir mugu ikki traðka inn í málteigin
  • Liðini hava útskiftarar, og tað er loyvt at skifta leikarar út og inn. 
  • Tað er loyvt at halda bóltinum í 3 sekund
  • Tað er loyvt at taka trý fet við bóltinum.
  • Leikarin kann dribbla so ofta, sum hann vil, til bólturin verður tikin upp, so er ikki loyvt at dribbla aftur.
  • Um spælið er ov harðligt, døma dómararnir fríkast ella brotskast.
  • Eisini kunnu leikarar fáa ávaring (gult kort), útvísing í tveir minuttir ella burturvísing (reytt kort).
  • Um eitt lið er í álop ov leingi, kann dómarin døma bóltin til hitt liðið.
  • Tað er tveir hálvleikir, sum eru 30 minuttir hvør. Steðgurin er 10 minuttir.

Gjøgnumgongd av altjóða føroysku hondbóltssøguni

Hendan gjøgnumgongdin av føroyskari hondbóltssøgu er verd at taka fram, nú okkara manslandslið skal spæla EM-endapæl í Týsklandi. Fleiri túsund føroyingar fara til Berlin og herheima fara øllum eygu at venda móti Berlin.

 

Read more

Ger ein fangandi seting um Berlin

og umset hann til týskt

 

  1. Næmingarnir fáa 5 minuttir at gera ein fangandi setning við í mesta lagi 10 orðum um Berlin.
    Setningurin kann til dømis vera: "Berlin er ein frálíkur býur". 
     
  2. Næmingarnir kunnu eisini fáa møguleikan at brúka kjattimenni "Bing Copilot" at hjálpa sær at gera ein fangandi setning um Berlin.
    Lærarin má fyrst vísa næmingunum, hvussu "Bing Copilot" skal brúkast. Ella kann lærarin loysa uppgávuna á talvuni saman við næmingunum.

    Í døminum á myndini eru Føroyar brúktar sum dømi, og vit biðja "Bing Copilot" koma við hugskoti til ein góðan setning um Føroyar
    Royn at skift millum valmøguleikarnar "More Creative", "More Balanced" og "More Precise". Í døminum á myndini er "More Creative" valt.

Krabbabók um Elias

Nám og Bókadeildin hava givið út lilla faktakrabbabókina Elias - ein hondbóltsstjørna, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Flestu skúlar eigi fleiri eintøk av bókini, og bókini kann eisini keypast í bókabúðunum og á heimasíðuni hjá Bókadeildini.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein tann mest spennandi ungi hondbóltsspælarin í øllum heiminum.

So skjótt vinmenninir og hann vóru lidnir í skúlanum, fóru teir í Hoyvíkshøllina at spæla. Teir brúktu nógvar tímar í høllini. Hetta er ein orsøk til, at Elias er so góður hondbóltsspælari.

Tá ið Elias var smádrongur, droymdi hann seg út í heim at spæla hondbólt. Hansara stóri barndómsdreymur var einaferð at sleppa at spæla í hvítu troyggjuni hjá THW Kiel, og nú sleppur hann at spæla við týska stórfelagnum.