Skip to main content

Ger ein fangandi seting um Berlin

og umset hann til týskt

 

  1. Næmingarnir fáa 5 minuttir at gera ein fangandi setning við í mesta lagi 10 orðum um Berlin.
    Setningurin kann til dømis vera: "Berlin er ein frálíkur býur". 
     
  2. Næmingarnir kunnu eisini fáa møguleikan at brúka kjattimenni "Bing Copilot" at hjálpa sær at gera ein fangandi setning um Berlin.
    Lærarin má fyrst vísa næmingunum, hvussu "Bing Copilot" skal brúkast. Ella kann lærarin loysa uppgávuna á talvuni saman við næmingunum.

    Í døminum á myndini eru Føroyar brúktar sum dømi, og vit biðja "Bing Copilot" koma við hugskoti til ein góðan setning um Føroyar
    Royn at skift millum valmøguleikarnar "More Creative", "More Balanced" og "More Precise". Í døminum á myndini er "More Creative" valt.

Umset setningin til týskt

Næmingarnir kunnu eisini umseta setningarnar til týskt. Her vísa vit á tvey amboð, sum kunnu hjálpa at umseta

  1. Ein møguleiki er at brúka Umsetaran á Microsoft Bing. Hygg eftir myndini vinstru megin.
    Tá ið setningurin er umsettur til týskt, ber at lurta eftir setninginum við at trýsta á ljóðímyndina.
  1. Ein annar møguleiki er at brúka kjattmenni Bing Copilot at umseta við. Hygg eftir myndunum.

    Her mugu vit greiða kjattmenninum frá, hvat tað skal gera, og trýsta á pílin niðast í høgra horni.