Sjónvarpssendingin Flóttafólk
- arbeiðsuppgávur til hádeild
Tretivu ár eru liðin, síðan Føroyar fóru á húsagang og vórðu settar undir danska umsiting. Frá degi til dags mistu fólk arbeiðið, og nógv fluttu til Danmarkar.
Tí hevur Kringvarpið gjørt tvær sendingar um hesa kreppuna í føroyska samfelagnum.
Hyggið í felag eftir sendingunum. Tann fyrra varir 37 minuttir og hin seinni 54 minuttir. Ímeðan taka tit notatir í sambandi við tykkara eygleiðingar.
Arbeiðsuppgávan er til samfelagsfrøði og søgu í hádeild.
Í endanum á fyrru sending viðgera vit ein enskan og ein danskan sang, sum vit royna at knýta til evnið.
Í endanum á seinnu sending lurta vit eftir kára p og "Sangi um flyting".
Flóttafólk 1:2 - Svartur oktobur
Flóttafólk 2:2 - Yvir háls og herðar
Spurningar til fyrra part
BYRJAN: Hvør er fyrsti persónur, ið verður lýstur í sendingini? Hvat merkir tað fyri sendingina, at byrjað verður soleiðis? Hvønn týdning hevur ein og hvør byrjan? Hvat sigur byrjanin um tey, sum gera sendingina? Kunnu vit siga, at tey halda við nøkrum, ella at siktið verður grundlagt og innrammað á ein ávísan hátt?
HETJA: Tá vit lesa søgur, finna vit skjótt hetjuna og bandittin. Er sama galdandi í hesi frásøgn, sum er úr veruliga lívinum? Skiftið orð um hetta í felag og royni at finna tann ella teir persónar, sum fáa hetjulíknandi leiklut. Royni eisini at finna persónar í frásøgnini, sum ikki fáa ein hetjuleiklut. Hvørjir eru teir persónar ella eginleikar?
LØGMAÐUR 1: Vit síggja løgmann undan hesi tíðini, Atla Dam. Hvat sigur hann og hvat er høpið? Hvussu ber hann seg at? Í næsta klippi síggja vit aftur løgmann við myndatóli. Hvat er nú høpið?
LØGMAÐUR 2: Kunnu vit skilja millum ein privatpersón og sama persón, sum er løgmaður?
VILLU FÝRSINI: Sjónvarpsverturin, Dagmar Joensen-Næs, nevnir ”tey villu fýrsini”. Uppáhaldið verður ikki útgreinað, men vit síggja ymiskt úr tíðindasendingini Degi og Viku, sum eyðkennir tíðina. Hvat merkir setningurin ”tey villu fýrsini”?
RAKT AV KREPPU: Í fyrra parti fylgja vit fólki, sum á ymsan hátt verða rakt av kreppuni, sum byrjar í einum banka. Hvørjar persónar síggja vit, sum verða raktir av kreppuni? Er nakað eyðkenni fyri persónarnar?
LAGKØKUGILDI: Hugsa vit samfelagið sum eina lagkøku, sum er í løgum frá ovast til niðast, hvar eru vit so, tá umræður tey, ið, sambært sendingini, verða rakt av kreppuni? Hvar í lagkøkuni eru vit her?
FLYTING: Fleiri av teim raktu velja at flyta. Hvar flyta tey? Hví flyta tey? Kannið eftir, akkurát hvussu mong fluttu av landinum hesa tíðina fyri 30 árum síðan. Hvussu stóran part av samlaðu føroysku arbeiðsstyrkini var talan um?
HVØR FLUTTI? Flutti nakar úr tykkara skúlaøki úr Føroyum, tá kreppa varð fyri 30 árum síðan? Hvussu minnast tykkara foreldur hesa tíðina? Flutti nakar, sum stóð tykkum nær? Um so er, hvar eru tey í dag?
ARBEIÐSLOYSISSKIPANIN: Greið frá um Arbeiðsloysisskipanina. Nær og hvussu kom hon til? Hvussu skjótt vaks arbeiðsloysið? Hvussu høgt kom tað, tá tað var hægst?
Hvønn týdning kunnu vit siga, at Arbeiðsloysisskipanin hevur í dag, nú vit næstan mangla arbeiðsorku?
Í dag eru fleiri útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum. Hvat hendir við teimum, um arbeiðsloysið aftur fer at gera um seg?
AMERIKA: Finnið stutt søguligt tilfar um ”the Great Depression” í USA í tíðarskeiðnum 1929-1939. Hvat kann ein tílík kreppa elva til, um hon ikki verður steðgað?
TVEIR SANGIR: Vit viðgera tveir sangir, ein enskan og ein danskan. Fyrst finna tit tekstin á netinum og síðan lurta tit eftir sanginum á Spotify:
a) ”Waiting for the hard times to go”
Hvar eru vit í hesum sangi? Nær og undir hvørjum umstøðum man hann hava verið skrivaður og til hvønn? Hvør er kjarnin í sanginum? Hvussu er orðalagið? Hvør er frásagnarpersónur?
b) ”Hilsen fra Sverige”
Her er tekturin til sangin
Hvar eru vit í hesum sangi? Nær og undir hvørjum umstøðum man hann hava verið skrivaður og til hvønn? Hvør er kjarnin í sanginum? Hvussu er orðalagið? Hvør er frásagnarpersónur?
Spurningar til seinna part
HEITIÐ: Undirheitið á hesi seinnu sendingini er ”Yvir háls og herðar”. Hvat var undirheitið á fyrru sendingini? Hvat undirheiti høvdu tit sjálvi valt, um tit skuldu navngivið sendingarnar? Hvønn týdning og eginleika hava heiti?
BYRJAN: Hvar verður byrjað í hesi seinnu sendingini? Hvørjir eru fyrstu persónarnir og hvat er umhvørvið, vit síggja tey í?
TJÓÐSKAPUR: Vit síggja fløgg og serliga Merkið. Hvar eru vit og hvat sigur flaggið sum ímynd, tá vit hugsa um tað, sum samstundis verður sagt á ljóðsporinum?
BÚSETING: Hvussu búseta fluttu føroyingarnir seg í mun til hvønn annan? Onnur fólkasløg verða nevnd í nútíðarprátinum. Takið í hesum sambandi støðu til hugtakið ”ghetto” og um fluttu føroyingarnir kunnu hugsast at búgva í einari ”ghetto”. Ber íbúðirnar saman við tær, sum føroyingarnir eru fluttir úr fyri 30 árum síðan. Hvussu meta tey hetta íbúðarøkið í dag?
ARBEIÐSLEYS: Hvussu leingi gekk Andrias arbeiðsleysur í Esbjerg? Hvat varð sagt við arbeiðsleysar føroyingar, sum fyri 30 árum síðan fluttu til Frederiksberg kommunu? Sosialráðgevarin sigur, at føroyingar ikki hava so sterk fakmørk. Hvat merkir tað? Hvør er avleiðingin av tí?
FLÓTTAFÓLK: ”Flugten fra Færøerne” rópast gamla sendingin, sum vit fáa innlit í. Heitið á sendingini er helst tikið frá ”Flugten til Amerika”. Hvat er tað fyri ein bók?
TUNGUMÁLIÐ: Hvussu var førleikin hjá teim nýfluttu føroyingunum at tosa danskt fyri 30 árum síðan? Hvat mál brúka føroyingarnir í nýggja landinum?
FRÁSØGUKYNSTUR: Sendingin brúkar heilt serlig filmisk frásøgukynstur, at fáa somu fólk tá og nú at siga frá teirra støðu. Eygleiðið eitt brot, sum tit sjálvi velja, og greiði frá, hvussu filmisku frásøgukynstrini verða nýtt at lýsa tað farna og tað núverandi, og sigi, hvussu tað riggar.
SAVNINGARMENTAN: Hvønn týdning hava átøk sum bindiklubbar og at ganga á møti? Hvat merkir tað, at finna eitt andaligt heim? Malta, hvat er tað? Hvussu hava tey tað á jólum? - Mær dámar væl anonymitetin, sigur eina kvinnan, sum er flutt til Danmakar. Hvat meinar hon við?
FREMMANDA LANDIÐ: Í nýggja landinum klaga tey lokalu í uppgongini um føroyingarnar. Hvat klaga tey um? Hvørji fólk verða tey borin saman við? Donsku bløðini eru á tremur við søgum um føroyingar, sum koma til Danmark. Hvat er eyðkenni fyri allar hesar søgur í donsku miðlunum? Greið frá orðinum at ”nassa”. Kann ein almenn kommunskrivstova brúka eitt tílík orð um viðskiftafólk?
FLYTA HEIMAFTUR: Hví flyta nøkur heimaftur? Hvussu riggar tað? Dótturin greiðir frá muninum at vaksa upp í Danmark og í Føroyum. Hvat kennir hon seg noydda til, sum hon ikki ger í Føroyum? Fróði, sum vit sóu í fyrra parti, flytir eisini heim aftur. Hvussu fær hann arbeiði? Hvønn týdning hevur arbeiði? Hvønn kostnað hevur kreppan havt fyri hann? Hvussu er við skuldini nú?
VERÐA VERANDI: Hví flyta nøkur ikki heimaftur? Hvørji eru argumentini fyri ikki at flyta? Hvat merkir tað, at tú ikki hevur hug at flyta?
FÓLKASAMANSETINGIN: - Føroyska fólkasamansetingin broytist, tá so nógv ung húski við børnum flyta av landinum, sigur Hans Pauli Strøm. Hvør er avleiðingin og hvussu leingi merkist hon? Hann sigur eisini, at arrini eftir fólkaflytingina fyri 30 árum síðan síggjast týðuligari og týðuligari. Hvat meinar hann við, tá hann tosar um arr?
Lurti eftir sanginum "Sangur um flyting". Hvørjum hevur yrkjarin samhuga við? Nær man sangurin vera yrktur? Hevur sangurin nakran boðskap í dag?
Sangur um flyting - Orð: Hanus Kamban - Lag: Kári P.
1. Tað skýmir, mín vinur - hví stendur tú her?
og norðanættin um húsini fer,
tín hugur er tómur, av møði tað er,
ryggur tín bogin av sliti,
- ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.
2. Tú húsini átti har norði í Líð,
og bátin og trøðna og børnini trý,
men tíðirnar skiftu, úr bygd og í bý
neyðin teg noyddi at flyta
- tí ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.
3. Í býnum tú flutti í trongliga lon,
teg sjálvan tú seldi til Pihl & son,
til skatt og til leigu varð tikin tín løn,
til børnini valla ein biti
- ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.
4. Tú húsini seldi, tað hungurin beyð,
onkur tey keypti, sum nú eigur tvey,
men tú eigur einki, nóg illa til breyð,
og vilt tú grundina vita?
- jú ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.
5. Teir siga, teir elska teg yvir alt,
teir sum sita í veitslum og gera sær dælt,
tú slítur teg upp, og teir tøma tín hjall,
ja, leiva tær valla ein bita
- teir liva so væl av at styðja tað spæl,
har pengarnir fólkið flyta.
6. Um trogið, tú fyllir, teir flokkast hvønn dag,
teir reiðarar, stjórar og læknar á rað
teir gjalda ei skatt, og hví skuldu teir tað,
teir, sum við maktini sita?
- ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.
7. Í húsunum tínum nú halda teir frí,
okkurt akademiskt kommandittkompaní,
so gott er at sleppa sær burtur úr bý
at hvíla og hvessa sær vitið
til næsta leikin í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta
VIRÐISLØN FYRI BÓK UM KREPPUÁRINI
Í 2002 fekk Oddvør Johansen virðisløn M.A. Jacobsens, sum er føroyska bókmentavirðislønin, fyri skaldsøguna Tá ið eg havi málað summarhúsið.
Í søguni, sum eisini hevur verið lisin í Útvarpinum, fylgja vit Pedda, sum fyllir seytjan ár sama dag, sum Sjóvinnubankin fer av knóranum, hin 6. oktober í 1992.
Pedda gevur okkum innlit í ein gerandisdag, sum er merktur av rúsevnum, sambandi við løgregluna, men eisini vinfólkini í hesi truplu tíð.
Dómsnevndin segði soleiðis:
Í Skaldsøguni Tá ið eg havi málað summarhúsið er rúsevnisvandamálið fyrstu ferð tikið upp í føroyskum bókmentum. Nortið verður við stórar spurningar sum kriminaliseringina av hassji, sum kann hava verri evnismisnýtslu og onnur lógarbrot við sær. Hetta evnið verður lýst innanífrá gjøgnum frásøgnina hjá tí unga Pedda. Lív hansara og tað hjá vinmonnunum eru dømisøgur um, hvussu hassj og onnur rúsevni kunnu skeikla lívsleiðina. Evnisliga er bókin landnám í føroyskum bókmentum. Hon sigur frá búningarárunum hjá nøkrum dreingjum í einum avgerandi tíðarskeiði í Føroya søgu, 1990-árunum. Hon setir á nøkur evni, ið tola neyvari viðgerð.
- Vit hava øll eitt summarhús, ið vit ætla at mála, segði Oddvør Johansen, tá hon takkaði fyri heiðurin, tá hon fekk virðislønina fyri bókina.
Bókin er sum flokssett í Námi (krevur hald)