Skip to main content

Í Námi eru fleiri enn 800 flokssett til láns. Flokssettini eru fagurbókmentir á føroyskum, donskum, enskum og týskum. Eisini eru flokssett við føroyskum yrkisbókmentum.

Av flestu bókunum er ognin hjá Námi umleið 30 eintøk, men í størri og størri mun verða nú keypt umleið 60 eintøk til hvørt flokssett fyri eisini at nøkta tørvin hjá skúlum við stórum flokkum.

Málið er at keypa so nógvar nýggjar bókmentir, sum til ber, og vit taka eisini fegin ímóti tilmælum frá okkara brúkarum, sum so støða verður tikin til.