Ahlburg, Kirsten
Det flyvende tæppe (2016)
Kristian dugir gand, hann dugir at flyta lutir bert við at hugsa. Gandaevnini mennast so hvørt, og nú klárar hann eisini at flúgva - sjálvur. Hann fær eitt hugskot, hann fer at bjóða Ceciliu ein túr á einum flúgvandi teppi.
Floksstig: 3. – 4.
Síðutal: 44
Bech, Leo
I skolens dybe kælder (2015)
Krimi. Ein dag verður Jim álopin í kjallaranum í skúlanum, og eldur verður settur á rúmið, har hann er – rúm nr. 101. Rúmið ber eina óhugnaliga søgu. Jim og Laura ætla at finna út av hesum. Man tað fara at eydnast?
Floksstig: 3. – 4.
Síðutal: 40
Bech, Leo
Messi i parken (2014)
Dreingirnir úr FC Faklev hava fingið størstu avbjóðingina nakrantíð. Teir skulu spæla upphitingardyst í Parkini ímóti Ørsby. Vinnandi liðið sleppur at fylgja FC Barcelona inn á vøllin til dystin, sum verður.
Floksstig: 3. – 4.
Síðutal: 58
Courgeon, Rémi
Lille Pil (2017) Myndabók.
Lítla Píl er einasta genta í familjuni, hon býr saman við pápanum og trimum brøðrum. Alt húsligt arbeiði verður deilt við at stríðast um tað, og lítla Píl tapir altíð. Tí gevst hon at spæla klaver og lærir seg í staðin at boksa.
Floksstig 3. – 4.
Síðutal: 36
Jacobsen, Søren Vagn
Tre venner og en skat (2018)
Ein stórur gullskattur er stolin av forngripasavninum, og nú sæst roykur av oynni, har einabúgvin Munkurin býr. Her er okkurt galið, og teir tríggir vinirnir Emma, Oliver og Mikkel fara at kanna, hvat hendir.
Floksstig: 3. – 4.
Síðutal: 46
Kirekgaard, Ole Lund
Tøsefælden (2015)
Nakrir kúllar hava stovnað bandan “Di heslige slønglers klup”. Jakob fær tað hugskotið, at bandin skal gera eina “tøsefellu”. Tá ið teir eru lidnir við felluna, fjala teir hana væl – so væl, at teir ikki finna hana aftur. Man tað eydnast teimum at fanga nakrar “tøsir”?
Floksstig: 3. – 4.
Síðutal: 43
Nielsen, Bent B,
Fra Aske til ild (2007)
Aske verður argaður av størru dreingjunum og heima koma hann og fosturpápin ikki so væl útav tí. Ein dag kemur eldur í húsini hjá Aske og familjuni og tey brenna illa. Man Aske hava skyldina, ella er hann ein hetja?
Floksstig 3. – 4.
Síðutal: 47
Rich, Lisa Rossvik
Klatretyven (2014)
Markus súkklar heim úr skúlanum, tí hann hevur gloymt ein stíl. Tá sær hann ein drong ganga millum húsini og leita eftir vindeygum, sum ikki eru ordiliga afturlatin.
Floksstig 3. – 4.
Síðutal: 44
Koeller, Annette Bjørg
Kniven (2015)
Teo er lítið saman við Tor og Pede, so tá ið teir bjóða honum ein blankan og flottan felliknív, goymir Teo knívin. Dagin eftir finnur Pápi hansara knívin, og tá ið tað vísir seg, at bilin hjá grannanum hevur fingið eina stóra skøvu – av einum hvøssum knívi, so fellur mistankin á Teo.
Floksstig 4. – 7.
Síðutal: 74
Foldberg, Susanne
Selfie Simon (2017) Nýtt
Tá ið Simon skiftir skúla fær hann eina avbjóðing á alnetinum. Tað byrja nokkso óskyldugt, men avbjóðingarnar verða ólógligar og verða vandamiklari so hvørt. Hvussu langt man Simon fara fyri at verða ein kendur youtubari?
Floksstig 5. – 6.
Síðutal: 119
Rørbæk, Maria
De hemmelige youtubere Nýtt
Magnus og Selma verða bæði happaði í skúlanum, men so luttaka tey í eini YouTubekapping og gera “De hemmelige youtubere” Men munnu tey klára at vinna á Kristiani og Voctori, sum eisini luttaka í kappingini og sum eru sera væl dámdir í flokkinum.
Floksstig 5. – 6.
Síðutal: 128
Haller, Bent
Knut og køter (2007)
5 ár gamli Knút er forelskaður í mammuni. Pápin, ið hevur verið sjómaður, gevst at sigla og tað er ikki lætt. Eina tíð er Knút nokkso nógv einsamallur og hevur tað ikki so gott, men hann fótar sær aftur.
Floksstig 5. – 7.
Síðutal: 159
Sareen, Manu
Iqbal Farooq og den jyske forbandelse (2012)
Ein sekt hevur burturført ein í familjuni hjá Iqbal. Í gamla lasafarinum hjá pápanum fara Iqbal, vinurin Mohammed, Hr. Widbrandt og hippin Christian á eina vandamikla ferð til Jyllands at loysa gátuna.
Floksstig 5. – 7.
Síðutal: 214
Aakeson, Kim Fupz
Jeg er William (2017)
William verður happaður í skúlanum, og mammubeiggi hansara skyldar brotsmanninum Djernis pengar. Hvussu kunnu løgnu boðini, sum William fær frá sálarliga sjúku mammuni, hjálpa honum og mammubeiggjanum?
Floksstig 5. – 7.
Síðutal: 58
Bestle, Tina Sakura
Papirdrengen (2010)
Cairo hevur mist mammuna. Hon var sirkusstjørna, men datt niður av línuni og doyði. Cairo fer á eitt barnaheim at búgva, og hann følir seg tunnan sum eitt pappír. Ein dag velur hann tó, at hann vil verða ein rættur drongur. Men hvussu skal hann bera seg at?
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 164
Haller Bent
Grænsebørn (2008)
41 stuttar søgur um børn, ið eru á markinum til eitthvørt og ikki altíð av egnum ávum. Og stendur tú á markinum, hevur tú eitt val; hvønn veg fert tú? Lesarin má ofta sjálvur gita seg til, hvat er hent, áðrenn søgan byrjar, og hvussu hon kann enda.
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 58
Kaaberbøl, Lene
Skammerens datter (2002)
Skammarin hevur tær gávur, at fólk, ið hyggja í eyguni á henni, kunnu ikki lúgva um, hvat tey hava gjørt. Dina hevur arvað hesar eginleikar frá mammuni og hetta førir hava út á eina ferð, har hon møtir drekum, verður sett í fongsul og fær ein góðan vin. Filmur er gjørdur til bókina.
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 219
Matthesen, Anders
Ternet Ninja (2016)
Aske gongur í 6. flokki. Vinur hansara eitur Odysseus, óvinir eru Hugin og Munin, hann er forelskaður í Jessicu, og hann er rættiliga óheppin. Alt broytist, tá ið hann fær eina serliga gávu – eina puntuta ninjadukku. Dukkan finnur seg als ikki í øllum, serliga ikki ótættvísi.
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 246
Neerlin, Mette E.
Hest, hest, tiger, tiger (2015)
Foreldrini hjá Honey eru skild, systirin ber brek, og sjálv er hon fødd við haruskarði. Hon er forelskað í Philip, og við hvørt kann hon finna upp á at lúgva eitt lítið sindur. Hon tekur sær av familjuni, og so vitjar hon eisini vinmannin Marcel, sum er gamal og býr á ellisheimi.
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 127
Vedsø, Mette
Happy, happy (2021) Nýtt
Alt byrjar við, at lærarin í tosar um at deila fólk í kassar eftir stætt. Urban, oftast kallaður Ubbe droymir um at blíva ríkur eins og Lars Larsen, ið kom úr fátækum korum og gjørdist ríkur. Ein dagin fær Ubbe eina golftasku og
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 154
Haller, Bent
Wildsvin (2008)
Paw er 10 ár og hevur tað ikki lætt, hann er fosturbarn í einum heimi, ið er merkt av alkoholmisnýtslu. Hann rýmir, og tá møtir hann tosandi grísinum Gislu, sum er rýmdur av eini royndarstovu. Grisla og Paw njóta eitt gott summar saman inni í einum skógi, líka til tey verða funnin.
Floksstig 7. – 9.
Síðutal: 109
Hübbe, Camilla
Tavs (2012)
Grafisk søga. Tavs er 13 ára gamal og er júst fluttur til Tokyo at búgva. Hann syrgir deyða tvíburabeiggjan, og tá ymiskt løgið byrjar at henda, har hann er, fær hann varhugan av, at beiggin roynir at draga hann inn í eina aðra verð. Eina verð, har hann má berjast fyri at yvirliva.
Floksstig 7. – 9.
Síðutal: 163
Zimakoff, Daniel
Kviksand (2017)
Mamma Storm doyði fyri tveimum árum síðani, og nú eru pápin og hann einsamallir. Men ein dag, tá ið hann er á súkklu í skóginum, møtir hann Ariel. Hon er nakað heilt serligt, og tey verða vinir. Hon hevur stutt hár, vill eygu, og so luktar hon sum ein genta.
Floksstig: 7. – 9.
Síðutal: 141
Vedsø, Mette
Langt fra det hvide hus (2018)
George er 15 ár og føddur, meðan George Bush var forseti í USA. Pápi hansara er illa fyri sálarliga, men er sera áhugaður í øllum, sum er amerikanskt, og tí kalla øll George fyri Bush. Bush sigur frá, um seg og sítt lív, og um tá ið abbin doyði. Hann fortelur eisini Juliu eina lygn.
Floksstig: 7. – 10.
Síðutal: 114
Wung-Sung, Jesper
Zam (2015)
Zam er sombi. Hann verður happaður í skúlanum og ein dag fær hann nokk, so hann býtur Oscar. Hetta fær keðiligar fylgir fyri Zam og fyri allar hinar sombiarnar, sum búgva í býnum.
Floksstig: 7. – 10.
Síðutal: 32
Almberg, Karin Feit
Os som solen skinner på (2011)
Sara er 15 ár og býr saman við mammuni, lítlabeiggjanum og forsturpápanum í eini púra vanligari danskari familju. Men pápi Saru var irani og varð dripin av militsini, tá ið hon var 8 ár. Hvat mundi henda við lítlusystrini, tá ið Sara og mamman vóru noyddar at flýggja til Danmarkar?
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 106
Bluitgen, Kåre
Latteren i hjertet (2009)
Danmark er í kríggi onkustaðni í Miðasia. Drongurin er saman við pápanum sendur út at endurbyggja landið. Her í vandamikla økinum møtir hann eini fittari gentu, men í einum krígsherjaðum landi lúra vandarnir allastaðni.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 135
Boyne, John
Drengen i den stribede pyjamas (2009)
Níggju ára gamli Bruno flytur við familjuni úr Berlin til eitt stað, har sum lítið er at gera, og har sum eingin er at spæla við. Tætt við húsini er eitt stik, og hinumegin stikið ganga fólk í stríputum náttklæðum.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 310
Helle, Merete Pryds
Ud og vende (2010)
15 ára gamla Sofía býr saman við mammuni, sjeikinum hjá mammuni Hans, og dóttur hansara Maju. Við hvørt heldur Sofía, at lívið heima er nokkso strævið, og ein dag roynir hon at roykja hash, tað hjálpir eina løtu, men sum frá líður, er hash ikki nokk, og onnur rúsevni mugu til.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 124
Johansen, Anders
Stjærneskælv (2008)
Lív er innløgd, hon hevur etingarólag. Hon sigur frá, hvussu gongst og um, hvat hendi í tíðini áðrenn hon var innløgd, um hvussu hon varð happað í skúlanum og um skuldarkensluna, hon hevur, tí stórasystirin doyði. Lív fær tað betur og lærir at liva við, at lívið ikki altíð er perfekt.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 232
Skaarup, Sara
Sort sommer (2008)
Jónas er á summarlegu fyri børn, sum ikki hava tað so gott, legan eitur Ein nýggj byrjan. Endamálið við leguni er at beina hesi ungu á rætta kós, so at tey verða góðir samfelagsborgarar. Hvønn sunnudag velja leiðararnir á leguni fýra ung, sum sleppa víðari. Tað sigst, at tey sleppa til Sunny Beach...
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 217
Aakeson, Kim Fupz
Jeg begyndte sådanset bare at gå (2011)
Stuttsøgusavn. Savnið hevur 14 stuttsøgur, sum eru ætlaðar ungum lesarum, ið hava hug at lesa um alt tað nýggja, sum hendir teimum í tannárunum. Søgurnar vísa løtur og stuttar lýsingar av støðum, har tað knappliga ikki ber til at venda við – at verða barn aftur.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 175
Andersen, Ronnie
Komatøs (2011)
Maj, sum er 16 ár, flytur til Jyllands við mammuni, sum hevur alkoholtrupulleikar. Tað er ikki lætt hjá Maj at byrja í einum nýggjum skúla, serliga tá ið hon roynir at vera frek men samstundis er sart, og tað er ikki lætt at fella til, tá ið hon líkist burturúr.
Floksstig 9. – 10.
Síðutal: 169
Rendtorff, Ida-Marie
Himlen over i morgen (2021) Nýtt
Mamma Gaiu hvørvur beint áðrenn hon skal luttaka í eini kjaksending um veðurlagsbroytingar, men ger løgreglan einki við hetta – tey vænta, hon man fara at koma heimaftur. Man samband vera millum at mamman hevur uppfunnið “bug clouds” og at hon er horvin? Gaia ger av, at um eingin annar ger nakað, so má hon fara at leita.
Floksstig 9. – 10.
Síðutal: 237
Wung-Sung, Jesper
Det år sjæle slår smut (2022) Nýtt
Jonathan livir og andar fyri fótbólti og hann er væl á veg inn í fótbóltsverðina. Men beint áðrenn hann skal á ítróttareftirskúla, brýtur hann beinið. Hann velur tí ein annan eftirskúla, har meira dentur verður lagdur á skapandi fakini. Hetta vendir púrasta upp og niður uppá ætlanir hansara.
Floksstig 9. – 10.
Síðutal: 270