Skip to main content

Ensk flokssett í Námi

Juni 2023

Tak niður PDF-skjal við enskum flokssettum

Bradshaw, Coralyn

Jack and the Beanstalk (2000)

Myndabók. Ævintýr um Jákup og mammuna, sum eru sera fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina. Ein dag hittir Jákup ein lítlan mann við nøkrum gandabønum. Mamman verður ill, men gandabønirnar vísa veg til eitt slott, ein risa og eina rúgvu av ríkidømi.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 32

Corral, R. J. (Jonathan Swift) 

Gulliver’s Travels (2020)   Nýtt 

Myndabók. Gulliver rekur á land einastaðni, har fólkini bert eru 15 cm høg, men teirra trupulleikar líkjast nógv teimum, hann kennir úr sínum heimi. Hann siglir avstað aftur og nú endar hann á eini oyggj har risar búgva. Eisini her má hann brúka snildir, fyri at klára seg og at sleppa heim.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 64

Crook, Marie

The Tinderbox (2000)

Myndabók. Ævintýr um hermannin, ið gav kellingini skomm og skitna løn aftur fyri so mikið av gulli, sum hann var mentur at bera.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 15

Crook, Marie

The Princess and the Frog (2000)

Myndabók. Ævintyr um fátæku Tianu, sum fer í veitslu ílatin sum prinsessa, har mussar hon gandaða froskin, sum í veruleikanum er ein prinsur. Hon verður eisini til ein frosk. Froskarnir báðir mugu nú royna at slíta gandin.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 32

Crook, Marie

The Elves and the Shoemaker (2000)

Myndabók. Skómakarin og kona hansara hava klárað seg væl, men so flytur ein annar skómakari til bygdina, og hann tekur allar teirra kundar. Framtíðin sær døpur út, men so koma nakrar vættrar og hjálpa teimum.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 15

McIlvan, Audry

Cinderella (2000)

Myndabók. Øskufía er noydd at gera mat og rudda fyri stjúksystrarnar, og ónda stjúkmamman letur hana ikki sleppa í veitslu á slottinum. Men so kemur álvagumman, og tá broytist alt, meðan stjørnurnar glitra.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 26

Roberson, M. P.

The Egg (2007)

Myndabók. George finnur eitt risaegg við einum drekaunga. Hann lærir lítla drekan alt, sum ein veruligur dreki má duga, men drekanum leingist eftir øðrum drekum, og ein dag er hann horvin.

Floksstig 4. – 5.

Síðutal: 28

Sharmat, Marjoiet Weinman

Nate the Great: and the Lost List (2009)

Nate og hundur hansara Sludge halda frí, men Claude, sum er vinur Nate, hevur mist keypslistan burtur, og hann má finnast. Nate er altíð klárur at hjálpa, men klárar hann at loysa hesa gátuna?

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 60

Sharmat, Marjoiet Weinman

Nate the Great: on the Owl Express (2003)

Nú er tíð at spæla lívverji. Onkur, sum er við tokinum Owl Express, ætlar at taka ugluna Huut, sum Olivia eigur. Men hví? Nate og Sludge mugu hjálpa, men klára teir at loysa hesa gátuna?

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 60

Vegara, Isabel Sánches

David Attenborough (Little People, BIG DREAMS, 2020)  Nýtt 

Myndabók/ævisøga. Sum barn er David Attenborough ser forvitin og elskar djór og plantur. Stóri áhugi hansara fyri náttúruni og fyri at greiða frá henni førdi hann inn í sjónvarpsheimin, haðani flestu okkara kenna hansara rødd og hansara persón.

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 36

Vegara, Isabel Sánches

Greta Thunberg (Little People, BIG DREAMS, 2020)  Nýtt 

Myndabók/ævisøga. Gretu Thunberg kenna vit best fyri at hon, hóast sín unga aldur, longu í fleiri ár hevur stríðst fyri umhvørvinum, serliga er hon kend fyri veðurlagsverkføllini. Les um søgu

Floksstig: 4. – 5.

Síðutal: 36

Kalinowski, Fiona

Beauty and the Beast (2000)

Myndabók. Vakurleikin má flyta til Beistið at búgva. Í fyrstuni er hon bangin fyri honum, men Beistið er fittur og blíður, og skjótt verður hon góð við hann.

Floksstig: 4. – 6.

Síðutal: 32

Roy, Ron

The Bald Bandit (1997)

Eitt bankarán er í Green Lawn. Eitt barn filmar hendingina, men síðan hevur eingin sæð barnið aftur. Uttan filmin er vandi fyri, at banditturin ikki verður tikin. Klára Dink, Josh og Ruth Rose finna barnið áðrenn tjóvurin?

Floksstig 4. – 6.

Síðutal: 60

Roy, Ron

The Quicksand Question (2002)

Í Green Lawn er ætlan um at byggja eina serliga brúgv fyri at verja dunnurnar. Men so verða pengarnir til arbeiðið stolnir. Munnu Dink, Josh og Ruth Rose fara at finna pengarnar?

Floksstig 4. – 6.

Síðutal: 83

Verde, Susan

The Water Princess (2016)

Myndabók. Gie Gie prinsessa býr í afrikanska landinum Burkina Faso. Hvønn morgun fer hon við mammuni langa leið avstað eftir vatni. Gie Gie droymir um, at bygd teirra ein dag fer at hava vatn, reint vatn.

Floksstig 4. – 6.

Síðutal: 32

Burnett, Frances Hodgson

The Secret Garden (1995)

Mary býr í India við familjuni, men sum 10 ára gomul verður hon foreldraleys og verður send til Onglands. Í Onglandi hevur hon tað ikki gott. Hon hoyrir um ein loyniligan urtagarð, ið er har hon býr, og fer at leita. Hon finnur urtagarðin, og tað fær stóran týdning fyri hana.

Floksstig 5. – 7.

Síðutal: 74

Dumas, Alexandre

The three Musketeers (1988)

Tá ið 19 ára gamli d’Artagnan fer til París at verða muskiterur, møtir hann Athos, Porthos og Aramis, og saman kempa teir fyri tí, ið teir halda vera best. Bókin er søgulig og hálovar dygdum sum riddaraskapi, offurvilja, dirvi og vinalagi.

Floksstig 5. – 7.

Síðutal: 58

Puly, Howard

Robin Hood (1989)

Søgan er um friðleysa Robin Hood, sum býr í Sherwoodskóginum saman við viðhaldsmonnum. Robin Hood og viðhaldsmenninir stjala frá teimum ríku og geve teimum fátæku. Teir eru noyddir at ansa væl eftir, tí sjeriffurin úr Nottingham vil gjarna fanga teir.

Floksstig 5. – 7.

Síðutal: 58

Marsh, Katherine

Nowhere boy (2018)

14 ára gamli Ahmed er flýddur frá krígnum í Sýria, og hann er endaður í einum kjallara í Brússel. Í húsinum býr 13 ára gamli Max, sum er úr Amerika. Teir verða vinir og Max roynir at hjálpa Achmed.

Floksstig 6. – 8.

Síðutal: 362

Ellis, Deborah

The Breadwinner (2017)

Grafisk søga. 11 ára gamla Parvana býr í Afganistan, har Taliban ræður. Tá ið pápi hennara verður tikin til fanga av Talibanstýrinum má hon lata seg í sum drongur, so hon kann arbeiða og vinna pengar, so familjan kann klára seg.

Floksstig 6. – 10.

Síðutal: 77

Saint-Exupéry, Antoine de

The little Prince (2020)  Nýtt 

Søgan er um ein flogskipara, sum neyðlendir í oyðimørkini. Har møtir hann lítla prinsinum, sum er frá eini ókendari gongustjørnu. Prinsurin greiður frá um ferð sína gjøgnum stóra alheimin um øll tey, sum hann hevur hitt og um alt, sum hetta hevur lært hann.

Floksstig 6. – 10.

Síðutal: 64

Defoe, Daniel

Robinson Crusoe (1987)

Ævintýrarin Robinson Crusoe rýmir heimanifrá og fer við einum skipi. Ein dagin ferst skipið, men hann bjargar sær í land á eini oydnari oyggj. Hann verður á oynni í nógv ár og má stríðast fyri at yvirliva. Søgan um Robinson Cruso er bygd á eina sanna søgu um skotska sjómannin Alexander Selkirk.

Floksstig 7. – 9.

Síðutal: 42

Dumas, Alexandre

The Count of Monte Cristo (1989)

Franski sjómaðurin Edmond Dantes verður órættvíst dømdur. Eftir nógv ár í fongsli eydnast honum at rýma. Hann finnur ein skatt, so hann verður ein ríkur maður. Nú fer hann í holt við at hevna seg inn á teir, sum fingu hann dømdan nógv ár frammanundan.

Floksstig 7. – 9.

Síðutal: 74

Hewitt, Philip

Quest for a father (1998)

Vicky býr einsamøll saman við mammuni, men tá ið mamman doyr í ferðsluvanlukku, fer 14 ára gamla Vicky til ommuna at vaksa upp. Omman hevur heldur veikt hjarta, og tá ið omman fer á sjúkrahúsið, fer Vicky at hugsa um pápan, um tað man bera til at finna hann.

Floksstig 7. – 10.

Síðutal: 80

Dickens, Charles

Oliver Twist (2020)  Nýtt 

Oliver, sum er foreldraleysur, býr á einum køldum fátækraheimi. Ein dagin biður hann um at fáa meiri at eta, men tað verður hann revsaður hart fyri. Ein dag rýmir hann til London og finnur nýggjar vinir. Men nú byrja trupulleikarnir av álvara.

Floksstig 7. – 10.

Síðutal: 74

King Arthur and the Knights of the round table (2010)

Grafisk søga. Søgan er um Kong Arthur og riddararnar um runda borðið, sum hava til uppgávu at verja kongaríkið Camelot ímóti óndum kreftum. Hetta er eitt slag at ævintýrheimi við bæði gandakalli, drekum og risum.

Floksstig 7. – 10.

Síðutal: 69

Reekles, Beth

The Kissing Boot (2020)  Nýtt 

Elle Evans hevur alt, hon er vøkur og væl umtókt men eitt manglar – hon hevur ikki fingið fyrsta mussin. Tá skúlin hevur veitslu ger hon ein mussibás, og her mussar hon Noah, sum hon er nokkso forelskað í. Men Noah er beiggi besta vin hennara, og tað er ikki so gott. Hvussu man fara at ganga hjá Elle?

Floksstig 7. – 10.

Síðutal: 79

Groom, Winston

Forrest Gump (2001)

Hetta er ein nemandi og stuttlig søga um ein hjartagóðan ungan mann úr Alabama, nevndur Forrest Gump. Hann er ein sjáldsamur maður, hann er fótbóltsspælari, hermaður í Vjetnam, hann hittir amerikanska forsetan, fer út í rúmdina, og besti vinur hansara, Sue, er ein apa.

Floksstig 8. – 10.

Síðutal: 43

Haggard, H. Rider

King Solomon’s mines (1989)

Henry fer til Suðurafrika at leita eftir beiggjanum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðan. Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum. Á ferðini eru Henry og fylgi hansara fyri mongum vandamiklum hendingum.

Floksstig 8. – 10.

Síðutal: 74

Sherman, Alexie

The Absolutely True Diary of a Part-Time Indian (2015)

Arnold Spirit Jr., er ein 14 ára gamla drongur, sum býr í fátækadømi í einum fríøki til indiánar. Bókin lýsir lív hansara í fríøkinum, og hvussu tað gongur honum, tá ið hann fer í high-school uttanfyri fríøkið, í einum skúla har bert hvítir amerikanarar ganga.

Floksstig 8. – 10.

Síðutal: 250

Yoon, Nicola

Everything, Everything (2015)

Madeline, ið er 17 ár, hevur eina sjálsama sjúku – hon er ovurviðkvom fyri øllum. Hetta ger, at hon ikki hevur samband við nakran uttan fyri heimið. Men tá ið Olly flytur inn í grannahúsini, má hon velja, um hon vil fara út, ella um hon skal verða verandi í heimauppihaldi.

Floksstig 8. – 10.

Síðutal: 310

Christi, Agatha

And then there were none (2007)

Krimi. Tíggju fólk møtast á eini oyggj, ongin teirra kennist frammanundan. Tey eru øll boðin á vitjan, men tey vita ikki, hvør hevur boðið teimum. Ein fyri og annar eftir verður myrdur, og hetta skapar ein ótryggleika teirra millum. Hvør verður tann seinasti, sum yvirlivir?

Floksstig 9. – 10.

Síðutal: 317

Hemingway, Ernest

Two Stories (1967)

Stuttsøgusavn við Fifty grand og The undefeated. Fifty grand er um boksaran Jack Britton, um hvussu hann venur, og hvussu honum gongst. The undefeated er um Manuel Garcia – ein skaddan tarvafiktara. Hann má finna sær arbeiði so hann fær pengar at liva fyri. At enda fær hann eitt arbeiði sum tiltaksfiktari. Hvussu man hetta fara at ganga?

Floksstig 9. – 10.

Síðutal: 108