Útgávuheildin Lívfrøði 7 - 9
Útgávuheildin Lívfrøði 7 - 9 leggur upp til kannandi, reflekterandi og verkliga undirvísing. Her er hópur av uppgávum og verkevnum, tilfarslistarnir til verkevnini eru greiðir, og tí eru tey løtt at fara í holt við.
Næmingarnir fáa høvi at royna fleiri ymisk háttaløg til lívfrøðiligar kanningar og at fara í dýpdina við nógvum lívfrøðiligum spurningum. Lívfrøði 7 - 9 leggur eisini upp til, at næmingarnir royna seg við framløgum fyri flokkinum.
Við hesum rúgvusmikla tilfari er nógv at velja í og góður møguleiki at skipa fjølbroytta undirvísing ár undan ári.
Vit hava lagt stóran dent á at skriva og snikka tekstir og uppgávur til, so tey eru greið og góð hjá næmingunum at lesa og arbeiða við. Eisini eru nógvar myndir í tilfarinum, ið frálærufrøðiliga stuðla undir tekstunum.
Eitt serligt skriftslag, ið lættir um hjá næmingum við orðblindni, er sett inn sum valmøguleiki.
Tilsamans eru 23 partar ella undirvísingargongdir, ið fevna um kjarnaøkini í námsætlanini.
Fýra undirvísingarpartar hava føroysk fakfólk skrivað, og átjan eru týddir úr nýggja danska lívfrøðipallinum hjá Alinea og lagaðir til føroyskt.
Nýskrivaðu undirvísingargongdirnar taka við innihaldi, uppgávum, verkevnum og myndum støði í føroysku náttúruni. Tilfarið leggur upp til, at lærarin fer út við næmingunum at kanna, eygleiða og savna inn tilfar og skrásetingar.
Undirvísingargongdirnar til kjarnaøkið Náttúran eru:
- Áin og lívið í ánni
- Fuglar og fuglafrøði
- Hagin – lív og vistskipanir
- Havið og læran um tað
Útgávuheildin Lívfrøði 7 - 9 er gjørd í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava royndarkoyrt alt og viðgjørt tað lærugreinaliga og frálærufrøðiliga.
Undir royndarkoyringini fingu lærararnir viðmerkingar frá næmingunum eftir skipaðum leisti, eins og lærararnir hava gjørt fleiri av uppgávunum.



