Skip to main content

Til fólkaskúlan og miðnám

Bókin um
mínar styrkir

Vit hava øll styrkir. Við bókum, spølum og filmum læra næmingarnir at finna, skilja og menna sínar styrkir.

Til sjálvstøðugt arbeiði, bólkar og allan flokkin

Alt tilfarið savnað á einum stað.
Finn avritssíður, vegleiðingar og íblástur til arbeiðið við styrkjum, persónligari menning og fakligum framburði.

3Næmingabøkur
2Styrkispøl
21Animeraðir filmar

Avritssíður

Vel floksstig, ella finn eina felags uppgávu. Her eru avritssíðurnar úr læraravegleiðingunum og 38 uppskot til spøl.

Plakat og styrkikort

Styrkikort at vísa á talvuni. Trýst á eina mynd fyri at síggja hana størri.

Plakatin um styrkirnar

Plakatin um styrkirnar

Fylgir við styrkispælinum til 6–10 ár.

Styrkikort 1

Styrkikort 1

Til at vísa á talvuni og tosa um í flokkinum.

Styrkikort 2

Styrkikort 2

Til at vísa á talvuni og tosa um í flokkinum.

Hendur, styrkikort og tímaglas í arbeiðinum við styrkispælinum

Styrkispøl

Í styrkispølunum siga vit søgur, lurta eftir hvørjum øðrum og geva og fáa styrkir.

Tvey spøl hoyra til bókaheildina. Tey líkjast nógv og kunnu eisini brúkast uttan næmingabøkurnar.

6–10 ár11 ár og eldri

Í filmsbrotinum verður greitt frá, hvussu spølini verða spæld.

Læraravegleiðingar

Finn vegleiðingina, ið hoyrir til tykkara spæl.

Filmar

21 animeraðir filmar eru gjørdir til tilfarið. Allir filmarnir eru savnaðir í einum spælilista.

Vel ein film úr listanum ovast í høgra horni á filmsmyndini.

Opna spælilistan á YouTube í nýggjum glugga

YouTube verður innlisið, tá ið tú trýstir á spæl.

Fakportalurin

Bókaheildin er eisini á fakportalinum Ískoyti. Far inn á portalin og finn tilfarið har.

Far til Ískoyti í nýggjum glugga
Fakportalurin Ískoyti

Bókin um mínar styrkir - heildin

Skoða alla bókaheildina og finn tilfarið, sum hóskar til tykkara flokk.

9 útgávur
Næmingabók, 1.–3. flokkur
1.–3. flokkur

Næmingabók

Les um næmingabók, 1.–3. flokkur

Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 17 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum 6–10 ár. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og onkrar til floksarbeiði.

Lærarabók, 1.–3. flokkur
1.–3. flokkur

Lærarabók

Les um lærarabók, 1.–3. flokkur

Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey. Í fyrra parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar, hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu tað verður brúkt. Í seinna og rúgvusmiklara partinum eru frágreiðingar til uppgávurnar í næmingabókini og til styrkispælið.

Næmingabók, 4.–6. flokkur
4.–6. flokkur

Næmingabók

Les um næmingabók, 4.–6. flokkur

Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 15 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og onkrar til floksarbeiði. Aftast eru stutt brot um, hvussu vit kunnu vera, um vit ovurnýta eina styrki.

Lærarabók, 4.–6. flokkur
4.–6. flokkur

Lærarabók

Les um lærarabók, 4.–6. flokkur

Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey. Í fyrra parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar, hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu tað verður brúkt. Í seinna og rúgvusmiklara partinum eru frágreiðingar til uppgávurnar í næmingabókini og til styrkispælið.

Næmingabók, Hádeild og miðnám
Hádeild og miðnám

Næmingabók

Les um næmingabók, Hádeild og miðnám

Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 14 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og onkrar til floksarbeiði.

Lærarabók, Hádeild og miðnám
Hádeild og miðnám

Lærarabók

Les um lærarabók, Hádeild og miðnám

Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey. Í fyrra parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar, hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu tað verður brúkt. Í seinna og rúgvusmiklara partinum eru frágreiðingar til uppgávurnar í næmingabókini og til styrkispælið. Aftast eru stutt brot um, hvussu vit kunnu vera, um vit ovurnýta eina styrki.

Styrkispælið, 6–10 ár
6–10 ár

Styrkispælið

Les um styrkispælið, 6–10 ár

Styrkispælið, 6–10 ár, er eitt borðspæl til yngru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber eisini væl til at spæla uttan bókina.

Styrkispælið, 11 ár og eldri
11 ár og eldri

Styrkispælið

Les um styrkispælið, 11 ár og eldri

Styrkispælið, 11 ár og eldri, er eitt borðspæl til eldru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber eisini væl til at spæla uttan bókina.

Stór kort, Tær 24 styrkirnar
Tær 24 styrkirnar

Stór kort

Les um stór kort, Tær 24 styrkirnar

Tey 24 styrkikortini eru eitt ítøkiligt amboð við teksti og myndum, sum ger tað lættari at tosa um tað, sum styrkir okkum. Kortini eru hent at brúka, tá ið lærarin greiðir næmingunum frá um tær 24 styrkirnar. Stóru styrkikortini eru akkurát líka sum tey 24 smáu styrkikortini í næmingabókini, Bókin um mínar styrkir.