Skip to main content

Hans Pauli greiðir frá fólkatali og fólkatalsfrøði

Fólkatalið í Føroyum

Altíð dagført fólkatal beinleiðis frá Hagstovu Føroya


50.000 føroyingar

1. apríl í 2017 fór fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð upp um 50.000. Tí er henda temasíðan gjørd um fólkatalsfrøði. Eftir námsætlanini er tilfarið knýtt at hádeild, har fólkatalsfrøði er eitt kjarnaøki í landafrøði.

Rátt verður til at brúka 6-8 tímar í landafrøði til hesa temasíðu.

Les greinina Heimsins fólk

Absalon Hansen tók myndina.

Heimsins fólk

Í 2014 gjørdi Nám lærarabók til bøkurnar Landafrøði 1-3.

Ovast til høgru ber til at leita í netbókini. Verður leitað eftir fólkatalsfrøði sæst orðið 5 ferðir.

 

Les meira

Orðabókin

Til evnið fólkatalsfrøði hoyra nógv orð og hugtøk. Leita vit í orðabókini síggja vit, at enska orðið fyri fólkatalsfrøði er demography. Her eru nøkur viðkomandi orð um fólkatalsfrøði tikin úr bókini 

Les meira

Fólkatalsfrøði á Wikipedia

Undir leitorðinum fólkatalsfrøði kunnu vit lesa, at hetta eru vísindini um gongdina í fólkatalinum, um fólkasamanseting við atliti at kyni, aldri og borgarastøðu

Les meira

Fyrstu fólkateljingar

Fyrsta almenna fólkateljing í Føroyum var í 1769. Tá vóru vit 4.781 fólk.

Ymsar metingar hava verið gjørdar, hvussu fólkatalið mundi vera innan hesa fyrstu fólkateljing.

Les meira

Babyboom

Í hesari yvirskrift brúkar Tórshavnar kommuna hugtakið babyboom. Greinin er á heimasíðuni hjá kommununi sjálvari.

Les meira

Vit verða eldri og eldri

Sameindu Tjóðir gera prognosur av gongdini í fólkatalinum í øllum heiminum.

Les meira

Suðurkoeranskar konur verða tær elstu

Suðurkoreanskar konur verða tær fyrstu í heiminum, sum í miðal verða eldri enn 90 ár í árinum 2030.

 

 

Les meira

Flestu fødd á landssjúkrahúsinum

Flestu børn verða fødd á Landsjúkrahúsinum. Eins og flestu almennu stovnar, ið hava nógv virksemi og nógv starvsfólk, hevur Landsjúkrahúsið eina heimasíðu.

Les meira

Ein Legobygd

Jógvan Bærentsen starvast á Hagdeildini á Hagstovu Føroya. Har hava tey gjørt eina føroyska bygd úr Lego, sum sýnir okkum ymsu funktiónirnar í landshúsarhaldinum.

Les meira

Skáin um føroyskar millióningar

Skáin er útvarpssendingin hjá Eyðfinni Jensen í Kringvarpi Føroya. Sendingin varar meginpartin av einum tíma. Í hesi sending frá november í 2016 varð tosað um inntøkubýti og ójavnan millum rík og fátøk og menn og kvinnur í Føroyum. 

Les meira

Fólkavøkstur 2016

Í tíðindaskrivi 17. januar í 2017 boðar Hagstova Føroya frá, at nú er fólkavøkstur í landinum.

Les meira

Býargerð

Býargerð er tann tilgongd, tá vit í stórum tali flyta av bygd í bý at búgva, saman við einum skifti frá landbúnaðarvinnu til ídnaðarvinnu, tá umræður arbeiði.

Les meira

Hans Rosling: Don't Panic - The Truth About Population

Hans Rosling (1948-2017) var svenskur lækni og professari í altjóða heilsu. Rosling var kendur fyri at greiða frá um trupul hagtøl, sum hann dugdi serliga væl at gera ítøkilig framman fyri fólki.

Les meira

Heimsins tøl

Netstaðurin Worldometers vísir okkum hagtøl meðan vit lesa. Vit kunnu síggja heimsins fólkatal, meðan tað veksur, og hvussu nógv hava fartelefonir og annað mangt.

Les meira

Megabýir

Í einum megabýi búgva fleiri enn 10 milliónir fólk. Bæði her hjá okkum og úti í heimi er gongdin, at fleiri og fleiri fólk savnast í býum at búgva.

Les meira

Undirsjóvartunnil

Í úvarpssendingini Radarin verður greitt frá um ta ávirkan, sum nýggi undirsjóvartunnil undir Tangafjørð fer at fáa á ymisk viðurskifti í gerandisdegnum. 

Les meira

Spæl við fólki

Á hesi heimasíðu ber til at spæla við fólkatalinum í sjey av teimum fólkaríkastu londunum í heiminum. Roynið tykkum nú!

Les meira

Føroyskar kvinnur í Keypmannahavn fyrst í 20. øld

Í morgunsendingini í Kringvarpinum tosar Rúni Jákupsson við Lív S. A. Simonsen, M.A. í søgu, um føroyskar kvinnur í Keypmannahavn frá 1900 til 1920. 

Les meira

Tilfar í Námi

Í savninum í Námi er ymiskt tilfar um fólkavøkstur.

Les meira