Heimsins fólk
(Mett tímatal: 6-8 tímar í landafrøði)
Í 2014 gjørdi Nám lærarabók til bøkurnar Landafrøði 1-3.
Ovast til høgru ber til at leita í netbókini. Verður leitað eftir fólkatalsfrøði sæst orðið 5 ferðir.
Á síðunum 92-101 eru uppskot um frálæru, sum øll knýta seg til fyrsta part í bókini Landafrøð 2, sum hevur heitið Heimsins fólk, og er um fólkatalsfrøði. Síðurnar 102-11 eru avritssíður. Parturin Heimsins fólk viðger hesi evni:
• Menniskjað - tilfeingi ella byrða
• Hvar á jørðini liva fólk
• Ymsar orsakir til fólkavøkstur, fólkaminking og fólkaflyting
• Sjúkur og býargerð
Við hesum parti, Heimsins fólk, menna næmingarnir førleikan at síggja orsakir og avleiðingar, síggja sambond og heildir, lýsa málið úr fleiri sjónarhornum, grundgeva og taka egna støðu. Nøkur hugarensl og uppgávur stuðla undir at gera evnið greiðari. Nógv av innihaldinum hóskar eisini væl at arbeiða við, tá ið næmingarnir læra um heimspartarnar.
Endamál
At varpa ljós á spurningin um íbúgvar við støði í umhvørvi, møguleikum at lívbjarga sær og tilfeingi
Við hesum parti, Heimsins fólk, eru fjølbroyttir møguleikar at arbeiða fram móti teimum málum, sum standa í námsætlanini í landafrøði. Spurningurin um fólkagrundarlagið nertir ofta við spurningar um nærumhvørvið, alheimsumhvørvið og spurningin um at lívbjarga sær. Næmingarnir skulu skilja, hví fólkatalið veksur í ávísum pørtum av heiminum og minkar í øðrum pørtum av heiminum.
Spurningurin at býta og nýta tilfeingið í heiminum er nærum altíð týdningarmikil táttur, tá ið arbeitt verður við evninum: fólkið í heiminum. Tí ræður um, at hesi sjónarhorn verða tikin við í undirvísingini.
Fakligir førleikar - vegleiðandi mál
Uppskot til ávegis mál. Næmingurin:
• skilir og dugir at brúka grundleggjandi hugtøk á lærugreina økinum
• dugir einfalt at greina fólkavøksturin, har orsakir, avleiðingar og egin uppskot til at loysa trupulleikar eru við
• hevur innlit í týdningarmestu orsakirnar til fólkaflyting
• dugir at grundgeva fyri ella ímóti spurninginum, um jørðin er ovfólkað ella ikki. Býtið av tilfeingi og umhvørvisávirkan eru høvuðshugtøk, sum eiga at vera við í grundgevingini.
Arbeiðsgongd
Brotini í partinum Heimsins fólk fylgja bókini. Byrjast kann við fólkavøkstrinum. Harafturat eigur fyrsti spurningurin, - Er menniskjað tilfeingi ella byrða? - at sermerkja arbeiðið við partinum.